týsdagur 14. juni 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 110 - 14. juni 2005
Verjuspælarin gjørdi í
vikuni, sum fór, av-
talu um at halda fram
í Runavík næsta
kappingarár
NSÍ
Jóannes Hansen
Viggo Johannesen verður
eisini í framtíðini NSÍ
spælari. Sambært fjeppara
heimasíðuni hjá NSÍ so var
avtala undirskrivað hósdag-
in millum Viggo Johanne-
sen og NSÍ. Avtalan ber við
sær, at Viggo Johannesen,
sum í vetur flutti úr Fugla-
firði og til Runavíkar at
spæla, eisini í 2006 fer at
umboða NSÍ.
Viggo er uppvaksin í ÍF,
og tað tóktist at koma eitt
sindur óvæntað í Fugla-
firði, tá ið Viggo í vetur fór
at venja í Runavík, har
hann nú býr. Spurningurin
var eisini, um tað fór at
eydnast honum at vinna sær
sama fasta plássið í mið-
verjuni, sum hann hevði
havt í Fuglafirði. Fyrstu
tíðina var Viggo ikki so
fastur á liðnum, men sein-
astu ferðirnar hevur hann
verið fastur í miðverjuni.
Nú tykjast hann og NSÍ at
vera so fegnir um sam-
starvið, at partarnir hava
givið hvørjum øðrum und-
irskriftina uppá, at tað
eisini skal vera galdandi
næsta ár.
Verjan var
álitið
Men TB venjarin
helt kortini, at í
teimum báðum
støðunum, tá ið
NSÍ fekk mál,
høvdu hansara
menn ikki verið
nóg avgjørdir
NSÍ-TB
Jóannes Hansen
Milan Milanovic hevur
gott tak á TB liðnum.
Hann leggur stóran
dent á, at verjuspælið
er nóg væl skipað, og
tað hevur verið gott
skil á. Eisini leygar-
kvøldið metti hann, at
aftastu
menninir
høvdu verið teir stinn-
astu, men hann var
ikki nøgdur við tær
báðu støðurnar, sum
bóru mál við sær:
- Júst í teimum báð-
um støðunum vóru vit
ikki nóg avgjørdir.
Jónstein Petersen fekk
høvi at snitta innleggið
í Aca Petrovic, soleiðis
at
málverjin
varð
snýttur. Hetta var fyrra
málið, og í seinna før-
inum vóru vit ov pass-
ivir.
Tit høvdu góðan
møguleika, tá ið tað
framvegis var mál-
leyst?
- Olivur Abraham-
sen, Hallur Christian-
sen og Einar Petersen
royndu allir í somu
støðu,
men
tíverri
fingu vit ikki bóltin í
málið. Tað var okkara
møguleiki. Eftir at teir
høvdu fingið málini,
vóru teir fleiri ferðir
nær við, og eg kann
einki siga til, at teir
vunnu við tveimum
málum, heldur Milan
Milanovic.
NSÍ venjarin, Trygvi
Mortensen, var sjálv-
andi stak væl nøgdur
við, at tað hevði eydn-
ast hansara at fáa øll
stigini.
- Eftir at teir høvdu
fingið javnleik fyrru
ferðina, teir vóru her,
og eftir at vit høvdu
tapt tvær tær seinastu
ferðirnar, var tað sera
týdningarmikið
hjá
okkum at fáa øll
stigini. Tað eydnaðist,
og nú eru vit væl við
aftur. Tað er hugaligt,
og spælararnir eiga rós
uppiborið fyri avrikið,
heldur Trygvi Morten-
sen.
Tvørámenn megnaðu
ikki at gera mál, tá ið
teir í 1. hálvleiki høvdu
risa stóran møguleika,
og teir megnaðu ikki
at svara aftur, tá ið NSÍ
kring steðgin skoraði
tvær ferðir
NSÍ-TB
Jóannes Hansen
Tvørámenn møttu leygar-
kvøldið á stevnuni í Runa-
vík við somu verjuuppstill-
ing, sum teir høvdu, tá ið TB
í triðja umfarinum megnaði
1-1 á vøllinum við Løkin.
Ta ferðina var tað ikki fyrr-
enn við síðsta sparkinum, at
NSÍ skoraði og harvið javn-
aði leiðsluna, sum gestirnir
av Tvøroyri høvdu havt stór-
an part av tíðini.
Hesa ferð vildi NSÍ venj-
arin ikki hava gongdina
endurtikna frá fyrru upp-
gerðini. Tí hevði hann
rokerað ikki so lítið. Mið-
vallarkrumptappurin Júst-
inus R. Hansen var leik-
bannaður. Christian Høgni
Jacobsen var undir liðini á
Helga L. Petersen í sentralu
ódnunum, og Óli Hansen,
sum seinastu árini hevur
verið miðverji, var hesa
ferð á toppinum saman við
Ike, meðan Dánial Hansen
var miðverji saman við
Viggo Johannesen.
NSÍ tóktist vilja hava
málið beinanvegin, sum
ætlaðist at bera við sær, at
fyritreytirnar hjá tvørá-
monnum hvurvu. Men tað
gekk striltið við tí, og í 1.
hálvleiki vóru NSÍ álopini,
sum bóru spentar støður og
royndir ímóti málinum við
sær, rættuliga fáar. TB verj-
an var ógvuliga stinn, og tá
ið tað endiliga eydnaðist
heimamonnunum at stríða
seg ígjøgnum í borðunum,
so vóru innleggini ikki nóg
neyv, ella koma tey ov seint
í brotsteigin, og so vóru tað
stinni TB málverjin og
svart/hvítu høvdingarnir í
luftspælinum, sum vóru
omaná.
TB venjarin uppmuntraði
sínar menn stútt og støðugt
at spæla og ikki at sparka,
tá ið teir fingu fatur á bólt-
inum. Ikki allir TB spælar-
arnir tordu eins væl at
halda upp á bóltin og at
bjóða seg til, men teir
royndu, og einstakar ferðir
settu teir NSÍ málið undir
trýst. Í sambandi við deyð-
bóltsstøður sendu teir fleiri
av stóru monnunum fram í
NSÍ brotsteigin. Tað tóktist
sum um, at teir satsaðu
nógv upp á hesar støðurnar,
og tí kendist tað undarligt,
at innleggini frá horna-
spørkum og fríspørkum
ikki altíð vóru so neyv.
TB hevði risa møguleika
at fáa mál og harvið at fáa
tær
fyritreytirnar,
sum
kundu havt borið stig við
sær. Eftir horna úr vinstru
og dygst framvið stútara frá
Óla Johannesen við handara
stólpan, vunnu tvørámenn
bóltin á miðjuni. Álopið
endaði við innleggi úr høgru
og trimum royndum ímóti
NSÍ málinum úr góðari
støðu. Men tað spurdist ikki
mál burturúr, og tað varð
lagnuløtan hjá TB.
Málini
Í lítlu løtuni kring steðgin
fekk NSÍ tvey mál. Tað var
avgerandi fyri, at øll stigini
vóru eftir í Runavík. Eftir
málið tíðliga í 2. hálvleiki
loysnaði tað hjá heimalið-
num, og teir kundu havt
fingið uppaftur fleiri mál.
Tað gjørdu teir ikki, men tá
ið fyrra uppgerðin á heima-
vølli ímóti TB verður havd í
huga, so sigur tað seg sjálvt,
at teir í NSÍ vóru stak væl
nøgdir at hava vunnið við
tveimum málum.
Fyrra málið varð Jónstein
Petersen skrásettur fyri.
Mitt á TB hálvuni skundaði
NSÍ sær við frísparki. Bólt-
urin endaði í vinstru hjá
Einari Hansen, sum sendi
innfyri, og tað kann gott
vera, at ein av verjumonn-
unum hjálpti væl til at fáa
bóltin í málið.
Stutt eftir steðgin stað-
festi Helgi L. Petersen
heimasigurin. Eftir eitt
sindur av aftur og fram í
brotsteiginum
smekkaði
miðvallarin bóltin inn um
stinna Predrag Markovic.
Heimaáskoðararnir fegnað-
ust, og tað gav eyka skump
undir stevnuhýrin, at NSÍ
eftir dystarlok fekk handað
ognarsteyp.
NSÍ-TB 2-0 (1-0)
1-0: Jónstein Petersen 42.
2-0: Helgi L. Petersen 46.
Dómari: Páll Augustinussen
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Dánial
Hansen, Viggo Johannesen, Einar Hansen - Christian
Høgni Jacobsen,Helgi L.Petersen,Jónstein Petersen (Páll
M. Joensen, 67.) - Ike Onyema (Bogi Løkin, 75.), Óli
Hansen
Gult kort: Helgi L. Petersen
TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic (Mortan Enni,
60.), Aca Petrovic, Óli Johannesen, Jón Johannesen -
Einar Petersen, Alexander Jovevic, Birgir Rasmussen (Búi
Mortensen,66.),Olivur Abrahamsen - Hallur Christiansen
(Allan Poulsen, 78.), Emmanuel Larbi
Gult kort: Birgir Rasmussen
Fakta um dystin
Viggo verður í NSÍ
NSÍ-TB 2-0 (1-0):
NSÍ skumpaði undir
stevnuhýrin
Ike var aftur á liðnum hjá NSÍ, og hetta gav venjaranum ein eyka trumf í royndunum at umskipa liðið
Mynd: Álvur Haraldsen