týsdagur 14. juni 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 14. juni 2005
25
Við góðum hugburði
og stórum stríðsvilja
megnaðu fuglfirðing-
ar at halda tætt og
harvið at vinna fyrsta
stigið í meiri enn ein
mánað, tá ið teir
høvdu vitjan av Skála,
sum ikki megnaði at
spæla seg til upp-
lagdar møguleikar
ÍF-SKÁLA
Jóannes Hansen
Tá ið dómarin hevði bríksl-
að fyri síðstu ferð, tóktist
tað mest sum, at tað var
heimaliðið ÍF, sum hevði
vunnið eitt stig, og at tað
vóru teir av Skála, sum
høvdu mist tvey stig.
Ferðin hevði ikki verið so
galin, og hóast spælið
størsta partin av tíðini ikki
hevði verið nakað at reypa
av, og málmøguleikarnir
vóru fáir og smáir, so var
spenningurin stórur og
varðveittur alla tíðina.
Hjá heimaliðnum var
høvuðssetningurin at binda
fyri í verjupartinum, sum
hevur likið sum sáldi í
meiri enn ein mánað. Mið-
vøllurin var umskipaður
soleiðis, at Eyðolvur R.
Petersen var á sentralum
plássi saman við Símuni
Eliasen,
meðan
Høgni
Zachariassen var fluttur í
vinstru, og Gunnar Nielsen,
sum avgjørt eigur størri
dygdir í verjupartinum, enn
hann eigur í framrættaða
spælinum, var settur á
beinkin. Áki Petersen var
nýggjur á høgra vongverj-
anum, og Rúni Elttør, sum
fleiri ferðir hevur verið á
miðvallarplássi í vinstru,
var hesa ferð vongverji.
Við nærlagni og tøttum
markeringum eydnaðist tað
ÍF at byrgja uppfyri, at
gestirnir av Skála gjørdust
vandamiklir í brotsteigin-
um
frammanfyri Allan
Joensen, sum aftur hevði
fingið uppgávuna at verja
ÍF málið.
Skálamøguleikar nir
kundu væl og virðiliga telj-
ast á aðrari hondini. Bestu
ÍF royndina átti Sylla, sum
mannaði álopið saman við
Magna á Lakjuni, eftir
skjótálop í vinstru. Fleiri
vóru framvið at hjálpa
honum, men Sylla, sum
hevði runnið ikki serliga
høgra vongverjan hjá Skála
av, royndi sjálvur, og Vlada
Filipovic bjargaði.
Bara í løtum
Skálamenn løgdu bragdlig-
ari fyri enn teir á heima-
liðnum. Bæði fyrstu løtuna
í 1. hálvleiki og eisini eitt
stutt skifti eftir steðgin
megnaðu teir leingi at
varðveita bóltin og at hava
tol. Nenad og Pætur Dam
Jacobsen vóru á sentralu
miðvallarplássunum, og í
borðunum bjóðaðu Bjarni
Jørgensen og Hanus Thor-
leifsson seg til. Onkra ferð-
ina var um reppið, at tað
gjørdist vandamikið, men
tað var nær við og næstan.
Í 2. hálvleiki var tvær
ferðir um reppið, at Bogi
Gregersen fekk sent ímóti
málinum, eftir at innlegg
vóru komin úr høgru, men
Poul Ennigarð og Bartal
Eliasen skákaðu fremsta
skálamenninar væl.
Í løtunum, tá ið tað gekk
fyri seg eftir treytunum hjá
skálamonnum, sást tað væl,
at teir høvdu betri grund-
spæl, enn heimamenninir
høvdu tað. Teir fluttu seg
fyri hvørjum øðrum, bjóð-
aðu seg til og tordu at spæla
á lítlum økjum, men tað var
bara úti á vøllinum, og tað
var ikki í longum løtum.
Skálamenn megnaðu ikki
at berja nærløgdu fuglfirð-
ingarnar av sær, og hóast
nærdystirnir vóru nógvir og
tað var fátækt upp á møgu-
leikar, so var tað spennandi
og intenst inntil dómarin
bríkslaði fyri síðstu ferð.
Tá høvdu báðir partar
spent bogan eitt vet. Gunn-
ar Nielsen var síðstu tíggju
minuttirnar á ÍF miðvøllin-
um, og Sveinur Justinussen
var bragdligur, eftir at hann
var settur í Skála álopið.
Men tað spurdust ikki upp-
lagdir møguleikar burturúr,
og so var tað heilt upplagt,
at tað endaði málleyst.
Tórður
málverji í
Fuglafirði
Eykamálverjin hjá
NSÍ fær nú høvi til at
sleppa úr skugganum
á Jens Martini og
harvið at vísa síni
evni á hægsta støði
ÍF MÁLVERJI
Jóannes Hansen
ÍF hevur fingið nýggjan
málverja. Talan er um
Tórður Thomsen, sum
hevur verið eykamál-
verji í Runavík, og sum
trý tey seinastu árini
hevur vant saman við og
undir vegleiðing av Jens
Martini Knudsen.
ÍF hevur seinastu tíð-
ina arbeitt við at fáa ein
málverja afturat. Tá ið
teir taptu í Gøtu, var Ják-
up Helgi Egholm mill-
um stólparnar. Sambært
snøggu ÍF leikskránni,
so ber tað av arbeiðs-
ávum
hvørki
Jákupi
Helga ella Emil Tofta-
gaard, sum eisini hevur
verið ÍF málverji, til at
venja so ofta, sum tað
verður mett rímuligt, at
teir, sum eru við í kapp-
ingini um besta plássið,
eiga at gera.
ÍF hevur nú leigað
Tórð Thomsen úr NSÍ.
Avtalan er galdandi fyri
tað, sum er eftir av hes-
um
kappingarárinum.
Tórður Thomsen hevur
tvær tær seinastu vikur-
nar vant í Fuglafirði, og
avtalan varð undirskriv-
að fríggjadagin. Soleiðis
sum vit hava skilt tað, so
var tað upp á tal, at hann
skuldi vera við í hóp-
inum ímóti Skála, men
nýggi
málverjin
var
sjúkur sunnudagin.
At Tórður Thomsen
verður roknaður at hava
góð evni millum stólpar-
nar fingust góðar ábend-
ingar um, tá ið landsliðs-
venjarin hevði hann við
á venjingarlegu í Spania.
Í
steypakappingini,
har ÍF bíðar eftir hálv-
finalunum, og í fyrstu
umførunum í landskapp-
ingini var Jonn Thomsen
ein av sera stúttu ÍF
verjuspælarunum.
Nú
hevur hann ikki verið
við nakrar ferðir. Tað
kemst av, at hann í lands-
kappingardystinum
ímóti HB í Havnini tann
11. mai var skaddur í
knænum.
Sambært
ÍF
leik-
skránni skal Jonn Thom-
sen leggjast undir skurð
í hesi vikuni. Tað verður
roknað við, at tað er
meniskinum, at tað er
galið við. Um tað er so-
leiðis, so verður tað hild-
ið at vera møguleiki fyri,
at Jonn aftur fer at verða
førur fyri at venja og
spæla heilt skjótt.
ÍF-Skála 0-0:
ÍF setti propp í
ÍF-Skála 0-0
Dómari: Jens Petur Brattalíð
ÍF: Allan Joensen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Poul
Ennigarð, Rúni Elttør - Hanus Eliasen (Gunnar Nielsen,
71.), Eyðolvur R. Petersen, Símun Eliasen, Høgni
Zachariassen - Sylla Amed Davy (Atli Petersen, 86.),
Magni á Lakjuni
Gult kort: einki
Skála: Vlada Filipovic - Jenel G. Gergonaro, Rúni
Rasmussen, Milic Curcic, Iulian Florescu - Bjarni
Jørgensen (Arnhold Berg, 86.), Nenad Stankovic, Pætur
Dam Jacobsen, Hanus Thorleifsson - Bogi Gregersen
(Sveinur Justinussen, 80.), Jónhard Frederiksberg
Gult kort: Iulian Florescu, Nenad Stankovic
Fakta um dystin
Fuglfirðingar stríddust manniliga fyri at fáa skútuna rættaða upp, og hesaferð eydnaðist at halda mótstøðuni frá at skora
mynd: Álvur Haraldsen