Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 110 - 14. juni 2005 Ótrúligur sigur til Kimi Raikkonen Kanadiska formel 1 koyringin í Montreal, gjørdist bæði spenn- andi og dramatisk, og at endans næstan ótrúlig NIELS UNI DAM nielsuni@sosialurin.fo Tá Kimi Raikkonen lyfti steypið fyri at hava vunnið kanadisku formel 1 koyring- ina, tyktist tað heldur løgið. Kimi hevur verið tann óhepni í ár. Hann hevur koyrt ótrúliga væl, uttan at fáa tey uppibornu stigini. Men í dag var hann slettis ikki sannførandi, og bæði liðfelagin Montoya, og báð- ir Renault bilarnir koyrdu betur enn Kimi. Men nú vóru teir, teir óhepnu. Jenson Button og Michael Schumacher skelkaðu leyg- ardagin við at takað fyrstu byrjunarrøð. Men longu áðrenn fyrsta sving, vóru Renault bilarnir sum vant fremstir. Men fyri einaferð skuld var tað Giancarlo Fisichella, sum var fremstur og Fernando Alonso, sum var næstur. Bæði Michael Schumacher og Jenson Button høvdu ringa byrjan, og mistu fleiri pláss. Fisichella helt fyrsta plássinum til 33 umferð, tá hann fekk girtrupuleikar og koyrdi í pit, har hann gavst. Alonso var nú fremstur, við Juan Pablo Montoya og Kimi Raikkonen beint í hølunum. Á 38. umferð var tað lið- ugt fyri Renault. Við orð- unum "There's something wrong with the car" koyrdi Alonso í pit, aftan á at hava rakt veggin. Høgra bak- dekk var punkterað, og bil- urin var ov illa skaddur til at halda fram. Montoya var nú á odda, framman fyri liðfelagan Raikkonen, aftan fyri hann vóru Jenson Button og Michael Schumacher. Á 47. umferð rakti Jenson Button ein kantstein, so hart, at vinstra framdekk brotnaði av. Bilurin stóð so illa fyri, at trygdarbilurin varð koyrdur út á breytina. Allir bilarnir skundaðu sær í pit, meðan alt felti varð savnað. Við einans 23 umferðum eftir, blivu allar pitætlanir nullstillaðar, allir bilar fingu tað bensini, sum skuldi til at koyra á mál. Bert oddabilurin Juan Pablo Montoya bleiv ikki róptur inn, tí liðið gjørdi eitt mistak. Hetta flutti beinleiðis Raikkonen fram- um liðfelagan, og Montoya varð í øðini, tá hann koyrdi út aftur úr pit, tíanverri var øðin so stór, at hann ikki sá reyða ljósið í pittinum. Trygdarbilurin var á veg framvið, og tí var neyðugt at bíða. Montoya koyrdi beint út, og bleiv av hesum diskvalifiseraður. Nú lá Raikkonen fremst- ur og Michael Schumacher á øðrum plássi, Trulli varð á triðja plássi, og Rubens Barrichello, sum var byrj- aður aftastur, var á fjórða plássi. Tá 63 umferðir vóru farnar læstu bremsurnar hjá Trulli, og hann noyddist at gevast. Nú var Raikkonen fremstur, og báðir Ferrari bilarnir vóru á næstu pláss- unum. Michael Schu- macher royndi at fanga Raikkonen, sum hevði trupuleikar við róðrinum. Men orsaka av ferðslu, gjørdist hann ongantíð ordiliga næskur. Og koyri- ngin endaði soleiðis. Við orðunum "There's something wrong with the car" koyrdi Alonso í pit á 38. umfarinum Mynd: Reuters KÍ-GÍ 1-2 (1-1): Kinkur komin í KÍ Eftir at nýggi venjarin tóktist hava vent gongdini, er KÍ aftur nú uppsteðgað. GÍ hevur hinvegin fingið veruliga ferð á FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað var GÍ, sum tók alt við sær aftur um Leirvíksfjørð, tá teir sunnudagin vitjaðu í Klaksvík. Í mun til so nógvar aðrar ferðir, so mundi KÍ hesaferð vera greiður favorittur und- an dystinum. Ikki minst, tí gøtumenn máttu vera týð- andi spælarar fyriuttan. Men hendan veruleikan løgdu gestirnir kortini ikki so nógv í. GÍ so vant, so arbeiddu menninir hart frá fyrsta bríksli, og tað var sera sjáldan, at KÍ megnaði at spæla seg fram til nakrar veruligar møguleikar. Og tað eydnaðist eisini GÍ, at leggja seg á odda, tá toppskjúttin í føroyskum fót- bólti enn einaferð vísti, at hann er mest sum lívshættis- ligur framman fyri mót- støðumálið. Hóast vinkulin var nakað spískur, so langaði Súni Olsen til, og knallhart smoygdi bólturin sær undir Kartin Joensen í KÍ- málinum. KÍ royndi at trýsta, og tað eydnaðist teimum eisini at javna, tá Hjalgrím Elttør var fyrstur á returbólti frá Heðini á Lakjuni, men framvegis tóktist gøtumenn vera omaná. Ikki minst sárliga tóktust teir hava tann eyka partin av sjálvsálitið, sum ofta kann verða avgerandi. Og stutt eftir steðgin fingu teir eisini løn fyri áhaldandi stríðið. Símun Louis Jacobsen stóð brád- liga púra blankur í brotsteig- inum, og hann takkaði fyri. Lagnudystur mikukvøldið Við dystinum fekk KÍ stað- fest, at eitt venjaraskifti í sær sjálvum ikki er nóg mikið, um ein tung ítróttarlig gongd skal vendast. Fyrst og fremst, so eru og verða tað spælararnir á vøll- inum, sum skulu draga tyngsta lessið, og tann part- urin tykist í løtuni at halda hjá KÍ. Eftir at spæligleðin veruliga var um at koma aftur fyrstu dystirnar, sum Oddbjørn Joensen helt um stýrisvølin, tykist talan nú aftur at verða um fastlæst. Sjálvandi er talan um langa kapping, og sjálvandi kann KÍ enn vinna seg nak- að væl longur upp á talvuna. Men tað fer altso at krevja nakrar sigrar skjótt. Longu mikudagin verður talan um útidyst á Skála, og tann dysturin kann í nógvar mát- ar vísa seg sera avgerandi fyri, hvar KÍ skal medda, tað sum eftir er av árinum. Góði byrðurin sein- astu vikurnar hevur økt optimismuna í Gøtu,og nú er eisini greitt,at pólendski málverjin verður ver- andi alt kappingar- árið GÍ Jákup mørk Tað er einki at ivast í, at lagið á fótbóltslagið í Gøtu er kvinkað nakað væl upp- eftir, nú liðið eftir tríggjar sigrar er klintrað nakað frá niðurflytingarstrikuni. Ikki minst á leiðslusíð- uni tykist gleðin um hetta vera stór, tí hóast tosað hevur verið um møgu- leika fyri venjaraskifti í úrtíð, so leggur formaður- in dent á, at tey alla tíðina hava havt trúnna uppá, at gongdin fór at venda. - Tað var sjálvandi øgi- liga strævið, tá tað gekk so illa, men eg haldi ikki, at vit í nevndini hava uppliv- að nakað beinleiðis trýst. Sjálvandi hava vit fylgt gongdini, men tað gert tú eisini, um tað gongur væl. Men fyrst og fremst, so hava vit trúð uppá, at gon- gdin fór at venda. Í fleiri av dystunum var spælið eisini á eini góðari leið, hóast úrslitið ikki var tað, so tað var bara ein spurningur um tíð. Og tíbetur hevur tað so gingið rætta vegin seinastu umførini. Tosað hevur verið um, at GÍ er í ferð við at fremja eitt ættarliðsskifti, og at krøvini til úrslit tí hava verið sett niður í eina tíð, men sjálvur vil formað- urin ikki meira enn part- víst taka undir við hesum. - Vit hava jú vita av hes- um í eina tíð. Men hin- vegin haldi eg ikki, at vit í allar ævir skulu skjóta okkum undir hetta. Fyrr ella seinni vilja vit eisini síggja úrslit, men fyrst og fremst, so ræður um at vísa tol, og tað hevur tí- betur víst seg at geva úr- slit í hesum føri. Í øllum førum, sum støðan sær út nú, heldur hann. Málverjan verandi Brandur upplýsir annars, at GÍ nú hevur gjørt enda- liga leiguavtalu við VB/- Sumba um pólverska mál- verjan, Marcin Dawid. - Vit hava jú verið sera óhepnir á málmanspostin- um í ár. Hallur fór jú niður, og Meinhardt, sum skuldi loysa av, varð skaddur longu í venjingardysti. Vit fingu so Hall upp aftur í nakrar vikur, og so gjørdu vit eisini leiguavtalu um Marcin í nakrar vikur. Nú hevur tað so víst seg, at Meinhardt enn ikki er kom- in veruliga fyri seg, og tá Marcin samstundis hevur spælt væl, hava vit gjørt av at leingja avtaluna. Vit hal- da í øllumf ørum, at tað er betri, um vit hava tveir góð- ar málverjar, heldur enn ongan, sigur GÍ-formað- urin at enda. Marcin verður verandi Úrslitið í Kanada Nr. Koyrari Bilslag Tíð 1 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes vinnari 2 Michael Schumacher Ferrari + 1,1 sekund 3 Rubens Barrichello Ferrari + 40.4 sekund 4 Felipe Massa Sauber-Petronas + 55.1 sekund 5 Mark Webber Williams-BMW + 55.7 sekund 6 Ralf Schumacher Toyota + 1 umferð 7 David Coulthard Red Bull Racing + 1 umferð 8 Christian Klien Red Bull Racing + 1 umferð 9 Jacques Villeneuve Sauber-Petronas + 1 umferð 10 Tiago Monteiro Jordan-Toyota + 3 umferð 11 Christijan Albers Minardi-Cosworth + 3 umferð 12 Jarno Trulli Toyota + 8 umferð 13 Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes Diskvalifiseraður 14 Jenson Button BAR- Honda Óhapp 15 Nick Heidfeld Williams-BMW Brek 16 Takuma Sato British American Racing Honda Brek 17 Narain Karthikeyan Jordan-Toyota Brek 18 Fernando Alonso Renault Brek 19 Giancarlo Fisichella Renault Brek 20 Patrick Friesacher Minardi-Cosworth Brek KÍ-GÍ 1-2 (1-1) 0-1: Súni Olsen, 30. 1-1: Hjalgrím Elttør, 37. 1-2: Símun Louis Jacobsen, 52. Dómari: Eiler Rasmussen KÍ: Kartin Joensen - Kristoffur Jakobsen, Jan Andreasen, Niclas Niclasen, Leon Bjartalíð (Ari Samson, 76) -Hjal- grím Elttør, Høgni Madsen (Tórur Lervig, 68.), Atli Danielsen -Heðin á Lakjuni, Ove Nysted, Arnold Joensen. GÍ: Marcin Dawid - Jónreid Dalheim, Robert Rzeczycki, Atli Gregersen, Bjarni Justinussen - Áslakur Petersen, Sam Jacobsen (Sámal Joensen, 90.), Magni Jarnskor (Kaj Enni- garð, 68.), Hanus Jacobsen -Súni Olsen, Símun Louis Jacobsen (Poul Arni Jacobsen, 78.) GK: Niclas Niclasen, Ove Nysted -Magni Jarnskor, Súni Olsen. RK: Jan Andreasen. FAKTA UM DYSTIN