týsdagur 14. juni 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 14. juni 2005
27
Johan er fluttur upp
Møguleikin hjá Jón
Róa Jacobsen og Frem
kámaðist, tá ið størsti
kappingarneytin hjá
teimum fekk fult í
næstsíðsta umfarin-
um
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Í hvussu so er ein útiseti fer
næsta kappingarár at stríð-
ast í superliguni. Talan er
um Johan Byrial Hansen,
sum er í verjuni hjá Hors-
ens.
Sunnudagin
varð
greitt, at Horsens hevði
tryggjað sær annað uppflyt-
ingarplássið. Tað kom til
høldar, tá ið teir á Eystur-
brúgv vunnu 2-0 á Skjold.
Bæði málini vórðu skorað
innanfyri
teir
seinastu
tíggju minuttirnar.
Fagnaðurin í Horsens
leguni var ógvuliga stórur,
og tað var ikki so undarligt.
Mesta partin av kappingini
vóru teir klárt á fremsta
plássinum. Men - á sama
hátt sum í fjør - so fingu
teir gummibein, tá ið upp-
flytingin endaliga skuldi
tryggjast. Hesar seinastu
dagarnar gekk tó aftur
undan. Fyrst vunnu teir
hóskvøldið 2-1 í útsetta
heimadystinum
ímóti
Frem, og so staðfestu teir
uppflytingina sunnudagin,
tá ið teir vóru í høvuðs-
staðnum.
Í seksti árunum var
Horsens í femstu deildini.
Teir vóru nevndir Den gule
fare fra Horsens, men
nógvu tey seinastu árini
hava teir ikki verið serliga
vandamiklir.
Spurningurin er nú, um
sunnasti parturin av Dan-
mark skal fáa enn eitt um-
boð í bestu deildini. Sønder-
jyskE, sum hevur heimavøll
í Haderslev, er á næst-
fremsta plássinum. Teir eru
tvey stig frammanfyri Frem,
og teir hava væl betri
málmun.
Fyritreytirnar hjá Frem
eru einki serligar, eftir at teir
sunnudagin vunnu 4-1 á
B93. Jón Rói Jacobsen var á
vøllinum allar 90 minuttir-
nar. Samstundis vann Sønd-
erjyskE 2-0 í Næstved. Í
síðsta umfarinum skal Frem
spæla torføran útidyst í
Køge, meðan SønerjyskE
skal spæla á heimavølli
ímóti Fredericia.
Fremad Amager vann
sunnudagin 3-1 á heimav-
ølli ímóti Brønshøj. Andr-
ew av Fløtum var so mikið
viðtikin eftir landsliðs-
ferðina í Føroyum, at hann
var ikki førur fyri at spæla
við í síðsta heimadystinum
í hesum kappingarárinum.
Við einum 2-0 sigri á Skjold
hava Horsens og Johan
Byrial Hansen tryggjað sær
uppflyting til superliguna
Nú er tað greitt, at
Herfølge flytir niður
saman við Randers,
sum fyri einum ári
síðani vann sær
pláss í fremstu
deildini
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Fyri
10.
ferð
hevur
Brøndby vunnið DM í
fótbólti. Brøndby hevur
verið oddalið mest sum
alt
kappingarárið,
og
leygardagin staðfestu teir
ógvuliga
sannførandi
meistaraskapin. Brøndby
hevði vitjan av Herfølge,
sum leingi hevur stríðst
fyri at sleppa undan
niðurflytingini.
Nýmótans stadion í
Brøndby var á tremur við
áskoðarum, og teir fingu
tað fyri atgongugjaldið,
sum teir høvdu vónað og
roknað
við.
Brøndby
spældi
mótstøðuliðið
sundur og saman. Teir
vunnu 7-0, og teir høvdu
møguleikar
at
skjóta
uppaftur fleiri mál.
FCK vann sunnudagin
1-0 í Parkini ímóti Es-
bjerg. Álvaro Santos skor-
aði sigursmálið longu í 3.
minutti. Todi Jónsson
tykist vera púra avskriv-
aður av Hans Backe. Hó-
ast fleiri spælarar ikki
vóru førir fyri at spæla, so
var Todi ikki ímillum teir
sekstan, sum vóru út-
tiknir.
FCK er framvegis best
fyri í kappingini um silv-
urkrónurnar. Tvey umfør
eru eftir, og mikukvøldið
verður rætuliga avgerandi
avbjóðing hjá FCK á
skránni. Tá skulu teir
spæla í Aalborg ímóti
AaB, sum er tað felagið,
ið hevur staðið seg best
síðani vetrarsteðgin. AaB
er á fjórða plássinum við
52 stigum. Esbjerg hevur
47 stig og er nummar
fimm. Esbjerg skal miku-
kvøldið spæla á heima-
vølli ímóti FCM, sum í
løtuni er nummar trý. Teir
hava 53 stig og eru tvey
stig aftanfyri FCK.
Sunnudagin sendi FCM
Randers niður í næstbestu
deildina. Í steðginum var
tað málleyst í Randers,
men so skoraði FCM
tríggjar ferðir. Randers
flutti upp í bestu deildina
fyri einum ári síðani. Ofta
verður sagt, og úrslitini
vísa, at tað er nógv í tí, at
í hvussu so er annað
felagið, sum flytir upp,
flytir niður aftur árið eftir.
Soleiðis er støðan hjá
Randers í løtuni.
Fyri einum ári síðani
flutti Silkeborg upp. Í
vetrarsteðginum sá einki
serligt út hjá Silkeborg,
men tað hevur hilnast væl
hjá teimum í vár. Sunnu-
dagin megnaðu teir 1-1
ímóti AGF, og teir eru
langt frá øllum vanda fyri
at flyta niður.
OB var í vetrarsteðg-
inum millum tey bestu.
Síðani hevur gingið synd-
arliga illa hjá teimum.
Sunnudagin taptu teir á
heimavølli 2-1 ímóti væl
upplagda AaB, sum var
frammanfyri 2-0, áðrenn
tað síðstu lítlu løtuna
gjørdist spennandi.
FC Nordsjælland og
Herfølge hava kappast
fyri at sleppa undan
seinna
niðurflytingar-
plássinum. Sunnudagin
vann FCN 2-1 í Viborg.
Tá ið Herfølge leygar-
dagin hevði lagt rygg til
7-0 tap í Brøndby er tað
nú greitt, at tað verða
Randers og Herfølge, sum
fara at flyta niður. 33. og
síðsta umfarið í superlig-
uni verður nú sunnudagin.
Brøndby er
í serflokki
Danska superligan
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Brøndby (S)
31
18 - 9 - 4
57
22
35
63
2 FCK (M)
31
16 - 7 - 8
51
37
14
55
3 FCM
31
16 - 5 -10
45
39
6
53
4 AaB
31
15 - 7 - 9
57
40
17
52
5 Esbjerg
31
13 - 8 -10
59
45
14
47
6 Viborg
31
12 - 9 -10
39
41
-2
45
7 OB
31
11 - 9 -11
55
39
16
42
8 Silkeborg
31
11 - 8 -12
44
48
-4
41
9 AGF
31
11 - 6 -14
46
48
-2
39
10 FC Nordsj.
31
8 - 6 -17
35
54
-19
30
11 Herfølge
31
6 - 6 -19
26
67
-41
24
12 Randers FC 31
5 - 8 -18
27
60
-33
23
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)
Danska 1. deild
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 AC Horsens
29
19 - 6 - 4
50
21
29
63
2 Sønderjyske E29
18 - 7 - 4
71
30
41
61
3 Frem
29
17 - 8 - 4
61
26
35
59
4 Køge
29
15 - 8 - 6
63
34
29
53
5 HIK
29
12 - 10- 7
54
37
17
46
6 Vejle
29
13 - 7 - 9
57
50
7
46
7 Skjold
29
14 - 4 -11
44
43
1
46
8 Fremad Am.
29
11 - 10- 8
48
38
10
43
9 Fredericia
29
10 - 8 -11
47
46
1
38
10 AB
29
10 - 5 -14
48
50
-2
35
11 NFA
29
9 - 6 -14
47
58
-11
33
12 Ølstykke
29
8 - 5 -16
35
64
-29
29
13 Brønshøj
29
7 - 7 -15
44
64
-20
28
14 Dalum
29
8 - 3 -18
46
77
-31
27
15 Næstved
29
6 - 2 -21
29
68
-39
20
16 B 93
29
3 - 8 -18
39
77
-38
17
Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen Jón Rói Jacobsen,
Jónas þór Næs (Frem), Andrew av Fløtum (Fremad
Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens)
Danska 2. deild
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Kolding FC
29
22 - 0 - 7
60
29
31
66
2 Brabrand
29
18 - 4 - 7
57
29
28
58
3 Holbæk
29
16 - 7 - 6
61
35
26
55
4 Lyngby
28
17 - 3 - 8
64
30
34
54
5 Glostrup
28
16 - 4 - 8
60
40
20
52
6 Slagelse
29
13 - 9 - 7
52
34
18
48
7 Næsby
29
13 - 5 -11
43
35
8
44
8 Jetsmark
29
11 - 7 -11
52
49
3
40
9 Aarhus Frem. 29
11 - 5 -13
45
40
5
38
10 B 1913
29
9 - 9 -11
41
47
-6
36
11 B 1909
29
8 - 8 -13
28
44
-16
32
12 FC Roskilde 29
10 - 1 -18
33
63
-30
31
13 Hjørring
29
7 - 9 -13
37
57
-20
30
14 Kalundborg 29
6 - 6 -17
38
60
-22
24
15 Holstebro
29
6 - 4 -19
32
65
-33
22
16 Værløse
29
6 - 3 -20
27
73
-46
21
Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby),
John Petersen (Holstebro)
Tapið í oyggjunum
sunnudagin var tað
triðja á rað hjá Rógva
Jacobsen og liðfeløg-
unum, sum eftir
fimm umfør eru langt
frá fremsta plássinum
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Tað gongur einki serligt hjá
KR, sum hevur Rógva Jac-
obsen á liðnum. Fimta um-
farið var á skránni sunnu-
dagin. KR spældi í oyggj-
unum ímóti ÍBV, og tað var
soltið hjá Rógva Jacobsen,
nú hann fyrstu ferð var í
Vestmannaoyggjunum.
ÍBV hevði ikki vunnið í
fýra teimum fyrstu umfør-
unum. KR hevði ikki vunn-
ið í oyggjunum í átta ár.
Hesa ferð var tað ÍBV, sum
vann. ÍBV var frammanfyri
2-0, áðrenn teir gjørdu
sjálvmál og fingu ein mann
vístan av vøllinum.
Á odda í Landsbanka-
deildini eru FH og Valur,
sum eftir fimm tey fyrstu
umførini bæði hava fult
stigatal. Tey eru harvið
níggju stig frammanfyri
KR, sum hevur tapt tríggjar
tær síðstu ferðirnar.
Hesa ferð vann FH 3-1 á
útivølli ímóti þrótti, meðan
Valur var í Keflavík, har
teir smurdu heimaliðið av
5-1. Fylkir, sum er á triðja
plássinum við níggju stig-
um, vann 2-1 á heimavølli
ímóti Grindavík. Saman
við Fylkir hava Fram og ÍA,
sum vóru partar av mál-
leysum javnleiki, sjey stig.
Hans Fróði í essinum
Í næstbestu deildini eru
Breiðablik og Hans Fróði
Hansen komin væl frá
fyrstu umførunum. Hesa
ferð var Breiðablik á Ólafs-
firði og spældi ímóti Vík-
ingi, og tað hilnaðist væl.
Breiðablik vann 3-0, eftir at
tað í steðginum hevði verið
málleyst.
Hans Fróði Hansen var
kosin dagsins maður. Hann
var í miðverjuni, og hann
átti sín stóra lut í, at Breiða-
blik fekk hol á, tá ið tað
restaðu sjey minuttir. Eftir
skotroynd frá Hans Fróða
varð ein av monnunum hjá
Víkingi rikin av vøllinum,
eftir at hann á mállinjuni
hevði nýtt hondina at verja
við. Breiðablik umsetti
brotssparkið til mál, og
síðstu minuttirnar skoraðu
teir tvær ferðir afturat.
Tað gongur illa hjá KR