Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 111 - 15. juni 2005 fvl tíðindaskriv Felagið Føroysk Verkætlan- arleiðsla (FVL) hevur nú skipað nevnd og er farið undir at gera virkisætlan fyri tiltøk, ið felagið ætlar at fyriskipa í summar og í heyst. Í nývaldu nevndini sita Árni Jakobsen, formaður, Suni Christiansen, næstfor- maður, Kári Dal-Christian- sen, skrivari, Sigurd L. Lamhauge og Regin W. Dalsgard. Ætlanin er m.a. at skipa fyri vitjanarferðum til nak- rar av teimum verkætlanun- um sum eru í gongd í Før- oyum í løtuni og fáa frá- greiðing um hesar, her dentur verður lagdur á leiðsluliga partin av verk- ætlanini. Endamál við hes- um vitjanum er at víðka kunnleikan um hugtakið verkætlanarleiðslu. Vónin er eisini at tílík tiltøk kunnu menna eitt kontaktnet mill- um limirnar, soleiðis at teir kunnu heysta av royndum hjá hvørjum øðrum og harvið mennast. Ætlanin er at hava fyrsta tiltakið áðr- enn summarfrítíðina. Felagið er økisfelag undir danska felagnum Dansk Projektledelse (DPL), og er ætlanin hjá føroyska fel- agnum eisini at kunna um tiltøk, sum limir kunnu lut- taka í uttanlands, umframt at kunna um møguleikan at gerast IPMA-sertifiseraður, sum alttjóða viðurkendur verkætlanarleiðari; eitt samstarv, ið DPL hevur við altjóða felagsskapin IPMA (International Project Management Association). Í næstum verður boða frá virkisætlanini hjá felagnum harundir »á veg heim fund- um« og virkisvitjanum. Nevndin afturvald Á matstovuni Gallarí Jinx í Havn hava tey gjørt eitt roykfrítt øki. Tað er tann parturin í gamla blómuhandlinum hjá Trónd Hansen á Áarvegnum í Havn sum er niðan fyri trappuna, sum er roykfríur til kl 22 á kvøldi. Mána- og týsdagin var Bárður Nielsen, lands- stýrismaður í fíggjar- málum, vertur fyri danska vinnu- og bú- skaparráðharran og umboð fyri Tjóðbankan og Fíggjareftirlitið. Talan er um árligan fund, sum partarnir hava sínamillum, og fyri fyrstu ferð var hes- in fundur í ár hildin í Føroyum. Ein partur av fundar- virkseminum snúi seg um ætlanir at seta eina langa røð av kunngerð- um í gildi í Føroyum. Talan er um lógir innan fíggjarheimin, sum hig- artil hava verið danskar burturav, men har løgtingið í ár hevur samtykt at seta føroysk- ar kunngerðir í verk. -jm MBF og Smyril Line hava gjørt avtalu um samstarv. Hendan inniber, at rørslutarnað fáa serprís á kømurunum til rørslutarnað SAMSTARV tíðindaskriv Tað var eitt stórt framstig fyri føroysk rørðslutarnaði, tá nýggja Norrøna kom til landið. Norrøna er útgjørd við 6 serkømørum fyri rørðslutarnað, og hetta ger, at rørslutarnað hava eins góðar møguleikar at ferðast við Norrønu sum øll onnur. Øll 6 serkømør hava útsýni og hentleikar ið gera, at tey eru bólkað í dýrastu kamars kategori. Tessvegna kunnu rørðslutarnað, ið vegna teirra rørðslubrek einans hava møguleika at búleik- ast í serkømørunum, einans velja bestu og dýrastu kam- ars kategori. Nú hava MBF og Smyril Line gjørt avtalu um at fólk, ið ikki hava møgu- leika fyri at búleikast á van- ligu kømurunum, men hava fyri neyðini at brúka køm- urini fyri rørslutarnað, fáa hesi fyri serprís. MBF og Smyril Line eru samd um týdningin av, at rørðslutarn- að hava eins góðar møgu- leikar og øll onnur, og hett- ar umfatar eisini atgongd til ferðing. Tað er á hesum grundarlagi, at avtalan er gjørd. NEVNDARVAL www.industry.fo Fríggjadagin 10. juni hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag aðalfund. Á aðalfundinum stóðu tríggir av nevndar- limunum fyri vali: Bergur Poulsen, Kristoffur Laksá og Leivur Michelsen. Allir vóru afturvaldir og nevndin er sostatt óbroytt. Hinir nevndarlimirnir eru: Jóhan Páll Joensen, Jón Daniel- sen, Magni Arge og Gud- mund Mortensen. Nevndin hevur skipa seg við Jóhan Páll Joensen sum formanni og Kristoffur Laksá sum næstformanni. Á aðalfundinum var árs- frágreiðing felagsins løgd fram. Henda viðger samfel- agsgongdina, gongdina innan vinnuna og virksemi hjá felagnum. Í formansfrá- søgnini var m.a. hetta drig- ið fram um gongdina í bú- skapi Føroya: Frá mitt í 90’inum til í 2002 høvdu vit blíðan bú- skaparligan byr. So byrjaði at venda, og í 2003 og ser- liga í 2004 hevur verið afturgongd í búskapinum. Arbeiðsloysið er uml. 4%, og tað er vaksandi, hóast tað enn er lutfalsliga lágt. Afturgongdin er ser- liga eyðsýnd í framleiðslu- vinnunum. Har fullu lønar- útgjaldingarnar við 9 % í 2004 í mun til undanfarna árið. Í privatu handils- og tænastuvinnunum svarar hækkingin í lønarútgjald- ingunum nøkulunda til hækkingina í sáttmálasats- unum. Hinvegin var vøkst- ur innan tað almenna. Har vuksu lønarútgjaldingarnar við 7 %, sum er fitt meira enn vøksturin í sáttmála- lønunum. Síðani 1999 hevur verið sera stórur lønarvøkstur, og hetta hevur ávirka út- reiðslustøðið munandi, og vit hava trupulleikar við kappingarførinum. Støðan seinasta árið er, at støðugt fleiri fyritøkur í fram- leiðsluvinnunum verða riknar við halli. Í 2004 høvdu Føroyar eitt hall á handilsjavnanum og væntandi verður hallið í 2005 størri. Sjálvt um før- oyski búskapurin ikki bein- leiðis er í nøkrum vanda, so er hall á fíggjarlógini, sam- stundis sum virkini innan útflutningsvinnuna eisini koyra við halli. Almenna tjaki er tó ikki so dapurskygt sum fyri hálvum til einum ári síðani. Kanska tí nakrir glottar eru at hóma: Alivinnan kann aftur byrja at framleiða, útlitini sýnast bjartari fyri aktiviteti innan olju. Ella kanska hava vit bara vant okkum við, at vit aftur eru í einum aldudali. Tað sum órógvar Føroya Arbeiðsgevarafelag er tó tað, at afturgongdin sein- astu árini ikki bara skyldast konjunkturbroytingar í okkara nærumhvørvi. Afturgongdin skyldast í størri mun bygnaðar-broyt- ingar í altjóða búskapi og handli. Altjóðageringin merkist av álvara. Kapp- ingin er munandi harðna, og framleiðsla flytur hagar, sum bíligast er at fram- leiða. Prísurin á okkara vørum verður framyvir fyri munandi trýsti, bæði orsaka av bíligari framleiðslu, og av tí at vørurnar nú kappast við fiskasløg úr øllum heiminum. Neyðugt er, eftir okkara tykki, at nógv størri dynamikkur kemur í før- oyskt vinnulív, um vit skulu hava framburð og búskap- arvøkstur. Útlendingar síggja møguleikar hjá okkum og gera íløgur, har gongur sjón fyri søgn. Føroysk vinna eigur í nógv størri mun at hyggja út um landoddarnar eftir vinnu- møguleikum. Heimurin endar ikki á tveyhundrað fjórðingum úr landi. Fundaðust um 61 kunngerðir Roykfrítt á Jinx www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Brekað við Norrønu fyri sama prís Klárt til verkætlanarleiðslu Lesið - so eru tit við