mikudagur 15. juni 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 15. juni 2005
5
Nógv
útlendsk
pressa
Kongaliga húskið
kemur ikki einsa-
malt til landið í
komandi viku. Eitt
herðlið við millum
45 og 50 útlendsk-
um tíðindafólkum
hevur nevniliga
eisini biðið um
innivist
HOFF-STOFF
eydna@sosialurin.fo
Tað eru serliga donsku
fjølmiðlarnir, ið hava hug
at fylgja teimum royalu.
Talið av útlendskum tíð-
indafólkum táttar hesu-
ferð í tey fimmti,og tað er
eitt óvanliga høgt tal. Til
samanberingar
kann
nevnast, at seinastu ferð
kongshjúnini
vitjaðu,
vóru bara 12 útlendsk
miðlafólk við.
Eitt blandað lið
Um tað er Mary krún-
prinsessa, ið serliga hevur
stóra áhugan hjá miðlun-
um, er óvist, men stað-
festast kann í øllum før-
um, at tað ikki bert er so-
nevnda »kulørta press-
an«, ið hevur teknað seg
til túrin. »Billed Bladet«,
»Her og Nu« og »Se og
Hør« koma øll til landið
sunnudagin, men eisini
seriøsari miðlar, sum
»Jyllandsposturin«,
»Berlingske«, »TV2« og
»Danmarks Radio« hava
eisini biðið um innivist.
Umframt stóra danska
áhugan, er eisini áhugi
fyri
Føroyavitjanini
í
Týsklandi, haðani ein
týsk sjónvarpsstøð kem-
ur.
Umframt útlendsku
miðlarnar, verða sjálv-
andi eisini nógv umboð
fyri føroysku pressuna
við á ferðini hjá teimum
kongaligu, og løgmans-
skrivstovan hevur givið
lyfti um, at føroysku
miðlarnir eiga helvtina av
plássunum, sum eru sett
av til fjølmiðlar.
Hvussu er og ikki, so er
eingin ivi um, at Føroyar
veruliga verða settar á
dagsskránna í kongarík-
inum,
teir
dagarnar,
kongaligu gestirnir eru
her.
Bú- og starvsfólk á Tjarnargarði:
Vit gleða okkum
Meðan tey eru í Havn-
ini, skulu dronning
Margretha og Prins
Henrik millum annað
á vitjan á Tjarnar-
garði, sum er nýggj-
asta ellisheimið í
Havnini. Og har eru
øll sera spent til
vitjanina
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Vit hava gjørt eina skrá
fyri tann hálva tíman, sum
kongshjúnini vera her, og
borgarstjórin hevur júst
góðkent hana, so jú, man
kann gott siga, at vit hava
fyrireikað okkum væl til
vitjanina, sigur Jórun Ják-
upsdóttir, ið er varaleiðari á
Tjarnargarði.
Sendu innbjóðing
Jórun greiðir frá, at so
skjótt tey frættu, at tey
kongaligu fóru at koma til
Føroya í summar, sendu tey
eitt bræv til ríkisumboðið
og bjóðaðu teimum konga-
ligu niðan at vitja.
– Men vit høvdu hóast alt
ikki væntað, at tey fóru at
taka av, so tað kom sum eitt
stórt yvirraskilsi, tá vit
fingu at vita, at tey fegin
vildu koma, greiðir Jórun
frá.
Hon sigur, at tey síðani
hava hugsað um, hvussu
vitjanin skuldi skipast, og
nú eru allir brikkarnir um at
fella uppá pláss.
– Tey steðga bert ein
hálvan tíma, so tað má
skipast væl, vísir Jórun á.
Fyrst koma drotningin og
prinsurin inn á búðdeildina,
har øll búfólkini sita inni í
felagsrúminum, klár at taka
í hond og heilsa uppá.
Møguliga fer onkur teirra
at siga nøkur orð. Har verð-
ur steðgað í 10 min.
Síðani verður farið yvir á
dagdeildina, har tey serliga
fara at steðga inni í sansi-
rúminum, sum er eitt nýtt
rúm fyri minnisveik, ið set-
ir sansirnar í gongd við tón-
leiki, ljóði og einum mass-
agustóli. Á dagdeildini fer
Karl Hansen, sum plagar at
vera á dagdeildini, at lesa
eina yrking upp. Her verður
eisini steðga í 10 min.
At enda verður farið inn í
fysioterapirúmið, har okk-
urt lætt ábit verður at fáa.
Her eru somuleiðis 10 min.
settir av, og so fer regent-
parið víðari.
Tey gomlu eru spent
Spurd, um tey gomlu vita
hvat skal henda, svarar
Jórun, at tað gera tey væl.
– Vit merkja týðiliga,
hvussu spent tey eru, og tey
vita væl hvat skal henda,
staðfestir Jórun.
Hon sigur, at tey konga-
ligu veruliga er nakað, sum
tey eldru hava áhuga fyri.
– Tað vísir seg, at tað altíð
er gott at tosa við tey eldru
um tey kongaligu. Eisini eft-
ir, at tey eru byrjað at gerast
gloymsk og ikki longur
minnast so væl. Um tey
einki annað vita at práta um,
so kann man altíð nevna
okkurt um kongshúsið, tí
tað gevur bonus hvørjaferð,
sigur Jórun smílandi.
Hon sigur, at øll eru
spent at hitta drotningina.
Men summi gleða seg tó
meiri enn onnur.
– Ein kona á dagdeildini
hevur einaferð havt vitjan av
drotning Ingrid. Tey búðu í
Vestmanna tá Ingrid og
Frederik komaa vitjan har.
Sambandið var ikki so gott
tá, at man slapp fram og
aftur, sum í dag. So drotning
Ingrid og Frederik prinsur
fóru inn til hesa konuna at
snollað seg eitt sindur. Hon
er tískil eisini ógvuliga
spent at síggja Margrethu
nú, greiðir Jórun frá.
Hon sigur, at øll fara at
pynta seg og gera eitt sind-
ur eyka burturúr. Tey, sum
hava frí tann dagin, ætla
sær øll at koma framvið
allíkavæl.
– Tað er ikki hvønn dag,
at man sær so fína vitjan,
sigur Jórun at enda.
Tá kongsparið kemur,
hevur Jórun ábyrgdina av at
fylgjast við Hendriki prinsi.
Eitt av búfólkunum á
Tjarnargarði er Esm-
ar Jacobsen úr Gøtu.
Hann heldur, at hóast
tey ikki tosa so nógv
um tað sínamillum,
so er drotningavitjan-
in nakað, sum øll
búfólkini hugsa um
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Jú, eitt sindur spentur at
hitta drotningina, tað eri eg,
svarar Esmar Jacobsen, tá
hann verður spurdur um
hann gleðir seg til konga-
ligu vitjanina.
– Eg havi sæð hana eina-
ferð fyrr. Tað var tá Ingrid
og Frederik vóru her á
vitjan og prinsessurnar
vóru smágentur, greiðir
Esmar frá.
Esmar heldur, at tað er
gott, at tey kongaligu royna
at koma út at vitja fólk.
– Tað er so sjáldan, at tey
hava tíð at koma á vitjan, so
tað er gott, sigur hann.
Og Esmar ætlar at pynta
seg til vitjanina.
- p
5Tá
drotningin
kemur at heilsa uppá, má
man royna at vera so
toliligur, heldur hann.
Esmar Jacobsen á Tjarnargarði:
– Øll hugsa um
vitjanina
– Vit fyrireika okkum sera
væl, tí vit fáa jú fína vitjan.
Og vit eru øll øgiliga spent,
sigur Jórun Jákupsdóttir, ið
er varaleiðari á Tjarnargarði