Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 111 - 15. juni 2005 Á útoyggj at gera samfelagstænastu - Hví ikki senda fólk, sum skulu inn at sita fyri rúsdrekkakoyr- ing, út á onkra útoygg at gera samfelagstæn- astu í staðin? Tey høvdu verið ein stór hjálp hjá okkum, sam- stundis sum tey fingu nakað meiningsfult at fara upp til, heldur Tummas Frank Joensen úr Skúvoy ÚTOYGGJAR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Bárður Lydersen Nú Útoyggjastevna var um vikuskiftið, komu nógv áhugaverd hugskot fram, um hvat kundi verið gjørt á útoyggjunum til gleði og gagn fyri bæði útoyggja- fólk og fólk á meginlandin- um. Fólk vóru á einum máli um, at við eitt sindur av nýhugsan ber mangt til, sum vit bara ikki hava givið okkum far um fyrr Samfelagstænasta Tummas Frank Joensen úr Skúvoy er ein av teimum, sum er sannførdur um, at hugflog og áræði eru bestu amboðini til at skapa ar- beiðspláss og betri livium- støður hjá teimum, sum bú- leikast á útoyggj. Og nógv av tí, sum kundi verið gjørt, hevði eisini komið restini av føroyska samfelagnum til góðar. - Hví ikki til dømis senda tey, sum skulu inn at sita fyri rúsdrekkakoyring, út á onkra útoyggj at gera samfelags- tænastu? Eg skuldi fegin tikið ímóti teimum, tí í Skú- voy er meir enn ríkiligt hjá teimum at fara í holt við, sig- ur Tummas Frank. Sum dømi um slíkt arbeiði nevnir hann rásirnar í berginum, sum treingja til ábøtur, skera upp haga og velta, grava veitir, hegna og mangt annað. Tað er neyvan nakar ivi um, at ein slík skipan uppá nógvar mátar hevði verið ein fyrimunur fyri sam- felagið. Samfelagstænasta er ólønt arbeiði, sum tann dømdi verður settur at gera í síni frítíð. Tað merkir so- statt, at hann ikki verður noyddur at forsøma sítt egna arbeiðið eins og tey, ið fara inn at sita. Hartil verður tann dømdi framvegis búgv- andi heima hjá sær sjálvum saman við familjuni. - Fólk, sum eru dømd fyri rúsdrekkakoyring, eru jú ikki vandamiklir brotsmenn ella vánalig menniskju. Tey hava bara traðka við síðuna av, og tað er rættiliga iva- samt, hvussu nógv tað hjálpir at tveita tey í geglið. Tað mátti verið munandi meir meiningsfult at ganga úti í náttúruni og gera okk- urt til nyttu enn at sita í Jónas Bronksgøtu, og gløða inn í ein gráan vegg, sigur Tummas Frank avgjørdur. Hann heldur avgjørt, at hetta er eitt hugskot, sum Politiið ella Kriminalforsorg- in átti at kanna nærri. Í teim- um londum, har tað er meir vanligt at døma fólk til sam- felagstænastu, bendir alt nevniliga á, at hesi fólkini fella lættari inn í samfelagið aftur enn tey, ið hava sitið í fongsli. Lívsvirði Tummas Frank leggur áher- ðslu á, at hugskotið við sam- felagstænastu ikki snýr seg um, at útoyggjafólk skulu fáa stórarbeiði gjørd fyri onki, men heldur um at seta nakað í verk, sum øll kunnu hava gleði av. Hetta kundi so eisini verið við til, at onnur enn bara útoyggjafólk fáa innlit í, hvussu tað er at liva og búgva á eini útoyggj. - Tað er jú ein orsøk fyri, at summi av okkum vilja vera búgvandi herúti. Tað snýr seg um lívsvirði, um at eiga seg sjálvan og síggja síni børn vaksa upp tætt at náttúruni og læra tey at virð- ismeta tað, hon gevur. Tað hevði verið so lætt bara at flutt til Havnar, men tað eru also ikki øll, sum halda tað vera líka lokkandi at sita í einum fínum húsum uppi í Hoyvík við eini skuld uppá 1 1/2 milliónir og ikki hava tíð at liva, sigur Tummas Frank Joensen. - Fólk, sum eru dømd fyri rúsdrekkakoyring, áttu at fingið møguleika at gjørt samfelagstænastu á eini útoyggj, heldur enn at verða tveitt í geglið, heldur Tummas Frank Joensen úr Skúvoy Nevndin í Útoyggja- felagnum varð aftur- vald og umboðsráðið staðfest á aðalfundin- um hjá felagnum, sum var hildin á Út- oyggjastevnuni úti í Svínoy leygardagin AÐALFUNDUR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Bárður Lydersen Seinastu fýra árini hevur aðalfundurin hjá Útoyggja- felagnum verið hildin á árligu Útoyggjastevnuni. Í ár var aðalfundurin sostatt hildin úti í Svínoy á Út- oyggjastevnuni leygardag- in, har millum annað val av formanni og nevnd var á skránni. "Ein framtíð á útoyggj" Í formannsfrágreiðingini fjaldi Óla jákup úr Dímum ikki út yvir, at arbeiðið hjá Útoyggjafelagnum onkuntíð minti mest um vælgerðandi arbeiði, sum mest varð gjørt av idealistiskum orsøkum. Hann vildi tí ynskt, at hetta arbeiðið kundi komið upp á eitt meir professionelt støði, men enn er tað ikki eydnast at fáa neyðuga peningin settan av á fíggjarlógini. Kortini fegnaðist hann um, at alt nú bendir á, at felagið í størri mun verður hoyrt á rætta stað, og at tað í heila tiki gongur betri at sam- skifta við politikarar og mynduleikar um útoyggja- mál. Aftaná formannsfrágrei- ðingina legði Olga Biskopstø fram menningar- ætlanina "Ein framtíð á út- oyggj". Ætlanin leggur í høvuðsheitum upp til, at útoyggjafolk standa saman um at finna styrkir og veik- leikar í fólkagrundarlagn- um og harvið fáa eina real- istiska mynd av, hvat eitt øki kann fara undir at fyriskipa á vinnuøkinum. Verkætlanin "Mentanar- søgulig landsløg" er ein annar aðaltáttur í framtíðar- ætlanunum hjá Útoyggja- felagnum. Hetta átakið verður skipað sum eitt slag av skúla ella útbúgving inn- an gamalt hondverk, sið- søgu og mentan, bæði við atlitið til ferðavinnuna og næmingar og lærlingar á miðnámsútbúgvingum. Í nýggjastu Glóðini, sum kom út í sambandi við Útoyggjastevnuna, er mill- um annað ein nágreinilig frágreiðing um menningar- ætlanina "Ein framtíð á útoyggj" Nevndin afturvald Á aðalfundinum var øll nevndin í felagnum aftur- vald við Óla Jákupi úr Dím- um sum formanni, Olgu Biskopstø sum skrivara og Esbern í Eyðansstovu sum nevndarlimi. Eisini var umboðsráðið hjá felagnum staðfest á fundinum. Umboðsráðið er hægsti myndugleiki felagsins mill- um aðalfundirnar, og er mannað av einum umboði úr hvørjari bygd/oyggj. Umboðsráðið setur út í kortið og leggur tær stóru linjurnar fyri felagið við støðið í tí, sum fólki í hvørjari einstakari oyggj ynskir. Tað eru bygdadeild- irnar hjá Útoyggjafelagn- um, ið velja hvør sítt um- boð í umboðsráðið, sum í løtuni er mannað soleiðis: Signhild Joensen, Trølla- nes, formaður, Harry Jen- sen, Skúvoy, næstformaður, Óli á Geilini, Svínoy , skrivari, Laura í Frammi- stovu, Kirkja og Hattarvík, Poulina Eliasen, Syðradal- ur, Fríða Isaksen, Húsar, Ragna Glerfoss, Mikladal- ur, Katrina Johannesen, Mykines, Bjørn Patursson, Koltur, Sanna Silvurstein, Hestur og Jógvan Jón Pet- ersen, Stóra Dímun. Útoyggjafelagið havt aðalfund Øll nevndin í Útoyggjafelagnum var afturvald á aðalfundinum úti í Svínoy leygardagin