Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 15. juni 2005 7 Fríggjagdurin gjørdist dagur í viku hjá 68 ára gamla Árna Klein Olsen úr Vestmanna. Hann telist annars ikki millum teirra, sum van- liga spæla við í Gekk- inum í Sjónvarpinum, men nú vinningurin var komin upp á 160.000 kr., helt hann seg tað sama kunna royna. Og væl gekst, má sig- ast. Tá full pláta skuldi fáast, var Árni tann fyrsti at fáa øll tølini, og so var bara at ringja inn. Hesum slapp dótturin tó at standa fyri, og hon hevði eina hepna hond, tá hjólið skuldi snarast. Í aðru royndini smoygdi vísarin seg á gula leypin, har stóri Gekkurin krógvaði seg, og so var frøin stór. Spurdur hvat hann ætlar at nýta peningin til sigur Árni við Sjónvarpið, at hetta er eitt loyndarmál, sum hann enn hevur fyri seg sjálvan. - Mitt í farnu viku sá eg eina lýsing í sjónvarpin- um, har verturin segði at Gekkurin var komin uppá 160.000 kr. Hugsaði tá, at vinni eg, so veit eg fyri vist, hvat peningurin skal nýtast til. Men hvat, tað havi eg ikki fortalt fyri nøkrum enn! Í Sjónvarpinum verður annars sagt, at hetta er størsti gekkavinningurin í góð trý ár. Tann 12. apríl 2002 fór ein spælari av- stað við 220.000 kr. Størsti vinningurin nakr- antíð fór í 1998, tá Gekk- urin var komin upp á 350.000 kr. -jm Semja í fíggjarheiminum Týsmorgunin undirskriv- aðu Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovunum í Føroyum, Starvsfólkafel- agið hjá Føroysku Spari- kassum og Finansfor- bundet nýggjan tvey ára sáttmáli. Samanlagt, so merkir sáttmálin eina lønarhækk- an upp á 3%, og er hon soleiðis á sama støði, sum tær semjur, ið eru gjørdar á arbeiðsmarknaðinum higartil í ár. Býtið í semjuni er so- leiðis, at samlaði lønar- vøksturin er 1,85%. Eitt prosent við gildi frá 1. mai í ár, og 0,85% 1. mai næsta ár. Hartil hava starvsfólk- ini fingið tveir sáttmála- frídagar afturat, umframt at ymsa tillagingar eru gjørdar í sáttmálanum. Hesar broytingar eru tó ikki nærri útgreinaðar í tíðindaskrivinum, sum er sent fjølmiðlunum. -jm 160.000 kr. í gekkinum Í summar sleppa fýra før- oyskir seyðahundar - og eigarar teirra - við til EM- kapping, sum verður hildin í Danmark. Enn er ikki gjørt av, hvørjir teir fýra føroysku hundarnir verða, men lítið er at ivast í, at Absalon Hansen hevur góðan møgu- leika at fáa fleiri av sínum hundum við. Næst seinasta vikuskifti vóru hundarnir hjá Absalon í øllum førum í serflokki, tá seyðahundakapping varð hildin í Mykinesi. Kappingin var í bólki trý, sum er tann bólkurin, har bestu hundarnir í landinum kappast, og í alt tóku 16 hundar lut í kappingini. Kappingin varð nakað øðrvísi skipað enn vant, tí hesaferð skuldu hundarnir reka seyðin 550 metrar í mun til teir 300 metrarnar, sum vanliga verða nýttir í slíkum kappingum. Og sum vera man, so gjørdi hetta ikki uppgávuna hjá hund- unum lættari. Úrslitið av kappingini varð, at Absalon átti tríggj- ar teir bestu hundarnar. Bestu var Jim. Mirk varð nummar tvey og Tanja varð nummar trý í kappingini. -jm Til EM við seyðahundum Lítið er at ivast í, at nøkur av teimum fýra føroysku EM-plássunum fara til Absalon Hansen og hansara hundar Mynd: Jens Kristian Vang Styrkja norðurlendskt samstarv Dukkumentar væl vitjað í Berlin Mikudagin savnast um hálvt hundrað politikarar úr útnorðuri og ES-londum á Hotel Føroyum Endamálið við fundinum er fyrst og fremst at kort- leggja teir trupulleikar, sum eru millum ES og londini í útnorðuri á fiskivinnupol- itiska økinum. Í tíðindaskrivi, sum er sent fjølmiðlunum, sigur formaðurin í Útnorður- ráðnum, Birgir Ármanns- son, at endamaliði er at staðfesta tey felags øki, sum londini í útnorðuri kunnu semjast um. Hetta skal so síðani nýtast sum fundament í samráðingum og samskifti við umheimin. Herundir - og ikki minst - eisini ES. Hvørki Føroyar, Grøn- land ella Ísland eru í dag limir í ES, og á fiskivinnu- økinum hava londini enn ikki funnið eina felags ætlan - strategi - mótvegis ES. Heldur ikki hóast ES- avgerðir á fiskivinnuøkin- um í stóran mun hava og fáa ávirkan á hesi lond. Í august mánaði í fjør var niðurstøðan hjá Útnorður- ráðnum, at miðjast skal ímóti, at londini tosa við einari rødd mótvegis um- heiminum, soleiðis at tey á hendan hátt betri kunnu verja egin áhugamál. Og tað verður so millum annað hetta, sum verður á skránni á fundinum í Føroyum. Millum fyrilestrarhaldar- arnar verður Harry Koster, sum er ovastur fyri deildini fyri bilateralar avtalu í ES innan fiskivinnu. Rögn- valdur Hannesson, fiski- vinnuøkonur og professari við norska Handilsháskúl- an. Ásmund Kristoffersen, stórtingslimur og formaður í umhvørvis- og náttúru- verndarmálum í Norður- landaráðnum. Kjartan Hoy- dal fyri the North Eas At- lantic Fisheries Commision og Ásmundur Guðjónsson, sum er fiskiveiðuráðgevi hjá norðurlendska ráðharraráðnum. -jm Fyrst í juni mánaði høvdu Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir eina framsýning í Berlin. Tær sýndu animatiónina Dukkumentar fram, eins og tær løgdu stóran dent á at kunna um Føroyar. Tær høvdu hópin av tilfari um Færoyar við sær, sum tær høvdu fingið frá føroyskum ferðaskrivstovum. Marianna Mørkøre sigur, at tær vóru stak væl nøgdar við sýningina, sum var sera væl vitjað. Framsýningin var í Zalonk Zutteronk, sum er eitt av kendastu in- støðunum í Berlin. Nú fara tær til London, har tær eisini fara at sýna fram. Eftir tað, fara tær undir at fyrireika eina serliga ólavsøkufrasýning. Eys