mikudagur 15. juni 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 111 - 15. juni 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Republikanar í iva
Fleiri politikarar í republikanska flokkinum í USA eru
farnir at krevja, at USA skal taka sínar hermenn úr Ir-
ak, tí alt ov nógvir amerikanskir hermenn eru falnir har.
Um vikuskiftið fór talið á falnum amerikonskum
hermonnum í Irak upp um 1.700, og tað er meiri, enn
summir floksfelagar hjá George W. Bush, forseta
kunnu góðtaka. Ein teirra er Walter Jones. Hann er
limur verjunevndini hjá í Umboðsmannatinginum og
valdur í statinum North Carolina. Hann heldur, at tað er
trupult hjá USA at rættvísgera álopið á Irak, og at nú er
stundin komin til at taka hermenninar heimaftur.
Ein annar republikanari, senatorurin Lindsey Gra-
ham, segði við sjónvarpið CBS mánadagin, at upp-
reisturin í Irak heldur fram, og at amerikanska her-
leiðslan hevur stórliga undirmett mótstøðuna. Bæði
Walter Jones og Lindsey Graham siga, at herleiðslan
var als ikki fyrireikað uppá, hvat kundi henda í Irak
aftan á sjálvt kríggið ímóti Saddam Hussein.
Pan Fish meiri vert
Norska alifyritøkan Pan Fish er vorðin munandi meiri
verd, eftir at tann kendi reiðarin John Fredriksen keypti
næstan helmingin av fyritøkuni herfyri. Hann hevur
annars boðað frá, at hann ætlar sær eisini at seta pengar
í onnur alifeløg.
Pan Fish hevur verið í stórum trupulleikum seinastu
árini, men bankarnir hava kortini forðað fyri, at fyri-
tøkan endaði sum trotabúgv. Fyri nøkrum vikum síðani
bleiv fyritøkan endurfíggjað, og síðani er virðið á
partabrøvunum meiri enn tvífaldað, skrivar Sunnmørs-
posten.
Tað eru ikki bara partabrøvini í Pan Fish, sum eru
meiri verd nú, enn tey hava verið. Eitt nú hækkaði
virðið á partabrøvunum í fyritøkuni Fjord Seafood sjey
prosent seinasta fríggjadag, og hjá Domstein var
hækkingin næstan fimm prosent tann sama dagin.
Telefon til forsetan
Indonesiski forsetin, Susilo Bambang Yudhoyono,
hugsaði seg neyvan nóg væl um, tá hann seinasta leyg-
ardag almannakunngjørdi nummarið á sínari fartelefon
og bað fólk ringja, um tey høvdu okkurt at kæra seg um.
Hann fekk úr at gera, tí ikki færri ennn 3.000 fólk
ringdu til hansara fyri at kæra sína neyð og mangt og
hvat. Mong ringdu eisini til telefonfelagið og kærdu
seg um, at tey sluppu ikki framat, men tað var ikki so
løgið. Tað er heldur ikki greitt, um forsetin yvirhøvur
svaraði.
Susilo Bambang Yudhoyono, sum er fyrrverandi
generalur, varð valdur til forseta í Indonesia í fjør, og
hann hevur lagt stóran dent á at fáa samband við tað
vanliga fólkið. Hetta tykist hava eydnast honum, tí
herfyri vísti ein kanning, at 92 prosent av teimum
spurdu vóru væl nøgd við forsetan.
Til hús í serbili
Tá norðmenn og sviar seinasta fríggjadag tóku ta
nýggju Svinesund-brúnna í nýtslu, leyp ein maður upp
á hjálmin á bilinum, sum tær báðar krúnprinsessurnar,
Mette Marit og Victoria, vóru í.
Tað eydnaðist vaktarmonnunum at taka mannin nið-
ur av bilinum, men svenska trygdartænastan ætlaði í
hvussu er at tryggja sær, at einki skuldi henda Victoriu,
tá hon kom aftur til Stockholm. Tí hevði trygdartænast-
an sent ein serbygdan Mercedes E út í Arlanda-flog-
havnina eftir krúnprinsessuni, tá honm kom heimaftur.
Svenskir fjølmiðlar skriva, at hesin bilurin er serliga
sterkt bygdur, og at hann harafturat hevur ymsa trygd-
arútgerð, sum aðrir bilar av hesum slagnum ikki hava.
Kunningarstjórin hjá Mercedes Benz í Svøríki,
Sverker Dahl, vil ikki siga annað, enn at bilurin verjir
tey ferðandi ímóti nógvum.
Higartil í ár hava sjó-
rænarar lopið á fimm
norsk handilsskip í
asiatiskum sjógvi
SJÓRÁN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fleiri væntaðu, at flóðaldan
í Landssynningsasia annan
jóladag hevði gjørt enda á
virkseminum hjá sjórænar-
unum, men so er ikki. Teir
fimm mánaðarnar, sum eru
farnir av hesum árinum,
hava fimm norsk handils-
skip verið fyri sjórænar-
álopi, og tað sama er hent
skipum úr fleiri øðrum
londum.
Tað er eitt sindur ymiskt,
hvussu álvarssom sjóræn-
araálopini eru. Í fleiri før-
um sleppa sjórænararnir
ætlanini, tá teir síggja, at
manningin er á varðhaldi,
men í øðrum førum leypa
teir á við skotvápnum og
knívum. Í fjør doyðu meiri
enn 30 sjómenn í slíkum
álopum. Tá vórðu meiri enn
350 sjórænaraálop skrásett.
Í seinastuni hava londini í
Landssynningsasia
lagt
størri dent á at fyribyrgja
sjóráni. Tann vandamesta
farleiðin er Malakka-sund-
ið, sum er ein av lívsæðr-
unum hjá farmasiglingar-
vinnuni, tí umleið ein fjórð-
ingur av øllum heimshandl-
inum gongur tann vegin.
Eitt nú fáa japanar 80 pro-
sent av sínari olju ígjøgnum
sundið, og tað hevur fingið
japonsku myndugleikarnar
at herða bardagan ímóti
sjórænarunum.
Men trupulleikar eru við
at fáa londini at samstarva.
Fleiri lond hava boðið sær
til at hjálpa til í bardagan-
um ímóti sjótænarunum,
men stjórin i norska reið-
arafelagnum, Arild Weg-
ener, sigur við Aftenposten,
at Indonesia og Malaysia
rokna Malakka-sundið sum
teirra sjóøki, og tey vilja tí
ikki góðtaka, at onnur lond
hava eftirlit við ferðsluni
har.
Tað drúgva rættar-
málið ímóti Michael
Jackson verður ver-
andi partur av um-
dømi hansara.
JACKSON-MÁLIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Alt var á gosi uttan fyri
rættarhølið, tá tað frættist,
at nevningarnir høvdu frí-
kent poppkongin Michael
Jackson fyri ákærurnar um
kynsliga misnýtslu og fyri
at skonkt ungdómi sterkt.
Summi grótu, onnur takk-
aðu hvør øðrum, meðan
uppaftur onnur takkaðu
nevningunum. Onkur hevði
tikið eitt búður við hvítum
dúgvum við sær, og tær
vórðu sleptar á flog, tá úr-
slitið kom.
Michael Jackson kundi
tískil fara heim til Never-
land sum ein fríur maður,
men eygleiðarar siga, at
rættarmálið verður altíð
knýtt at umdømi hansara.
Tí verður hann ongantíð
tann sami aftur, siga teir.
Maðurin, sum førdi sak-
ina ímóti Michael Jackson,
Tom Sneddon, segði aftan á
úrskurðin, at endamálið við
rættarmálinum var ikki at
gera seg inn á Michael Jack-
son ella umdømi hansara.
-Vit hava bara gjørt tað,
sum vit hildu vera rætt, og
vit gjørdu okkara besta.
Meiri er ikki at siga um tað,
segði Tom Sneddon aftan á
úrskurðin.
Hetta er annars ikki fyrstu
ferð, at Michael Jackson er
lagdur undir ónærisliga
framferð ímóti børnum og
ungum. Í 1994 rindaði hann
ávikavist tjúgu og tvær
milliónir dollarar í endur-
gjaldi í tveimum málum um
tað sama.
Sjórænarar gera um seg
Hann verður ongantíð
tann sami aftur
Michael Jackson á veg frá rættarhølinum, eftir at nevningarnir høvdu fríkent hann