mikudagur 15. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 15. juni 2005
9
Hátíðarhald var í
Hoyvíkshaganum
mánadagin, tá
útstykkingin
Hoyvíkshagi Suður
var avhendað
Tórshavnar býráð.
Talan er um Føroya
størstu útstykking, og
væntast kann, at
umleið 700 fólk fara
at búleikast har
ÚTSTYKKING
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Magnus Gunnarsson
Mánadagin 13. juni 2005
var hátíðarhald í Hoyvíks-
haganum í samband við at
størsta útstykkingin í Før-
oyum nakrantíð, Hoyvíks-
hagi Suður, var avhendað
Tórshavnar býráð.
Í einum arbeiðsskúri á
vegamótinum
Rólants-
gøta/Karlamagnusarbreyt
skrivaði borgarstjórin Heð-
in Mortensen undir av-
hendingarskjalið.
Síðan flutti formaðurin í
byggi- og býarskipanar-
nevndini Jógvan Arge fram
røðu. Hann segði m.a. at
alsamt vaksandi trýstið á at
fáa bústaðir í høvuðsstaðn-
um førdi við sær, at Tórs-
havnar kommuna fyri um-
leið trimum árum síðani fór
undir at planleggja arbeiðið
at gera størstu útstykking í
Føroyum nakrantíð í Hoy-
víkshaganum. Farið var
undir anleggsarbeiðið fyrst
í 2003. Útstykkingin Hoy-
víkshagi Suður er ein fram-
søkin ætlan. Hann nevndi
eisini at í útstykkingini eru
møguleikar fyri 175 bú-
støðum – av teimum verða
40 samanbygd hús. Vega-
longdin í sjálvari útstykk-
ingini er 2,5 km, gongu-
breytirnar eru 4,8 km,
gøturnar 630 metrar, par-
keringsplássini 140 í tali og
til alt hetta eru brúktir
50.000 rúmmetrar av as-
falti. At enda takkaði Jógv-
an øllum teimum, sum hava
staðið fyri arbeiðinum.
Eftir tað klipti býráðsfor-
maðurin snórin, og fyrsti
bilur koyrdi inn á útstykk-
ingina.
Væntast kann, at umleið
700 fólk fara at búleikast á
hesum øki. Arbeiðið er
gjørt í samtaki millum
byggifeløgini p/f Byggitek
og J&K Petersen Contrac-
tors. Undirarbeiðstakarar
hava t.d. verið Fjarhita-fel-
agið, SEV og Føroya Tele.
Ráðgevararnar hava verið
sp/f Verkfrøðingastovuna
og p/f Sofus M. Jakobsen.
Vagn Nielsen hevur havt
byggiharraleiðsluna
um
hendi.
Føroya størsta útstykking liðug
Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Jógvan Arge, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, sum klipti snórin
Heðin Mortensen, borgarstjóri, skrivar undir avhendingarskjalið saman við Ragnhild Petersen,
frá J&K Petersen Contractors, og Tummas Sørensen frá p/f Byggitek
Nevndin í eigarafelagnum Hoyvíkshagi Suður, f.v.: Rúni Leitisstein, formaður, Árni Rasmussen,
næstformaður, Ása Andreassen, skrivari, og Andreas Mouritsen, kassameistari. Petur Olsen,
nevndarlimur, vantar á myndini.
Fyrsti bilurin, ein Toyota Avensis við nevndarlimunum í eigarafelagnum, koyrir inn á útstykk-
ingina, eftir at snórurun varð kliptur