mikudagur 15. juni 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 111 - 15. juni 2005
Í dag verður fyrsta føroyska felagið skrásett á føroyska
virðisbrævamarknaðinum undir tí íslendska virðis-
brævamarkaðinum.
Vit vilja hervið ynskja Atlantic Petroleum tillukku við
merkisverda degnum, og verður tað spennandi at síggja,
hvussu fer at hildnast hjá hesum felagi á virðisbræva-
marknaðinum, sum fyrsta skrásetta føryska felag á
virðisbrævamrknaði Føroya.
Tað verður spennandi at síggja, hvussu føroyingar fara at
taka virðisbrævamarknaðin til sín. Íløgumentanin í
Føroyum hevur í tí farna verið merkt av, at fólk sita á
sínum partabrøvum, heldur enn at keypa og selja í stóran
stíl. Seinnu árini hava t.d. Framtaksgrunnurin, Notio og
Tryggingarfelagið merkt tær stóru partabrævatransaktión-
irnar mangan við tilhoyrandi partaeigaraavtalum, so ikki
kann sigast, at vanligi føroyingurin sum íleggjari hevur
havt nógv incitament til at gera íløgur seinnu árini. Eitt
undantak til hetta kann tó verða júst Atlantic Petroleum, ið
nú verður skrásett á virðisbrævamarknaðinum. Hetta felag
er nevniliga merkt av nógvum smáum partaeigarum fyri-
uttan teir stóru stovnarnar av felagnum.
Virðisbrævamarknaðurin kann síggjast sum eitt eks-
periment, sum nú tíbetur verður útført við einum privatum
felagi, heldur enn einum almennum. Verður útfallið gott,
so kunnu vit føroyingar frøðast um tað, og Atlantic
Petroleum fer í søguna sum eitt undangongufelag, hvat tað
ivaleyst er undir øllum umstøðum.
Vit hava her á hesum stað verið skeptisk viðvíkjandi ein-
um føroyskum virðisbrævamarknaði. Ein av orsøkunum
er talið av transaktiónum, ið neyvan kann gerast serliga
stórt, og eitt annað er, hvussu man fer at fáast við at ansa
eftir insidara problematikkinum, har betri vitan enn
marknaðurin, sokallað insidara vitan, kann verða
grundarlag undir insidarahandlum. Eitt annað, ið kann
tykjast ivasamt er, hvørt tað er snilt at knýta seg uppí tann
íslendska marknaðin. Tað er eingin loyna, at íslendski bú-
skapurin er ekspanderaður nógv seinnu árini, og at lán-
tøkan hevur verið ovurhonds stór, soleiðis at samlað uttan-
landa skuldin pr íbúgva í Íslandi er hægr enn hon
nakrantíð hevur verið í Føroyum. Hvussu vard eru vit, um
Íslendski búskapurin fær eitt bakkast? Kann hetta ávirka
føroysku feløgini, ið verða skrásett undir íslendska parta-
brævamarknaðinum? Finnbogi Ísakson hevði fyri ikki so
langari tíð síðani eina grein um íslendska búskapin í Ting-
helluni, og gav henda greinin nógv at hugsa um.
Hvussu er og ikki, so vil ein virðisbrævamarkanður gera,
at føroyingar fara at fylgja betur við vinnuni og kanska
eisini íslendska búskapinum. Sigurð Poulsen stjóri á
Virðisbrævamarknaði Føroya roknaði við, at virðisbræva-
marknaðurin fer at gera, at fjølmiðlar fara at fokusera
meir á vinnumál. Vit ætla so ikki at lata okkara part liggja
eftir, og tí hava vit eisini byrjað vinnusíður í blaðnum og
vilja gera meir burturúr hesum í framtíðini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fyrsta felagið skrásett
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
3. Bert Ísraelfólk fingu Móselóg -
ikki føroyingar
Ebbedinna Jacobsen,
Kollafirði
Tað er ein stór misskiljing
tá ið summi fólk halda at
vit skulu halda Móselóg og
boðini, um vit skulu vinna
tokka
hjá
Gudi.
Hesi
skriftorðini vísa okkum, at
bert Ísrael fekk Móselóg:
"Harrin hevur útvalt sær
Jákup, Ísrael til ogn sína."
(Sálmi 135,4)
"Harrin hevur kunngjørt
Jákupi (Ísrael) orð sítt,
Ísrael
boð Síni og lógir
sínar; tað hevur hann ikki
gjørt við nakra aðra tjóð;
lógir Hansara kenna tær
ikki". (Sálmi 147)
Bert Ísrael fekk Móselóg.
Heldur ikki fekk nøkur
onnur tjóð uttan Ísrael tey
tíggju boðini, heldur ikki
føroyingar. Tað er ivasamt
um føroyingar vóru til tá.
Við hesum verður ikki sagt,
at innihaldið í Móselóg ikki
er gott. Demokratisku rætt-
arsamfeløgini í europa og
serstakliga í norðurlondum,
eru í høvuðsheitum bygd á
meginreglurnar í teim tíggju
boðunum og Móselóg. Men
frá ævigari glatan frelsa
hesar meginreglur ikki.
Fólk í onkrum trúarbólki
halda seg dýrka Gud við at
halda lógboð, sum Gud, við
Jesusi Kristi, hevur tikið
burtur fyri 2000 árum
síðani.
Kristus er endi
lógarinnar
Nú meiri enn 2000 ár eftir,
at Jesu fullgjørdi alt, tá ið
hann doyði, sum lógin
kravdi av okkum, so halda
mong menniskju fram-
vegis, at tey dýrka Gud við
at halda Móselóg. Paulus,
sum sjálvur var lóglærdur
jødi, men varð frelstur við
trúgv á Jesus Kristus, sigur
við sigursælari visssu og
sannføring:
"Kristus er endi lógar-
innar, hvørjum tí til rætt-
vísi, sum trýr." (Róm-
brævið 10,4)
Kristus tók burtur boð-
lógina og alt sum hoyrdi til
lógina. So fræls eiga vit at
kenna okkum. Er hetta ikki
stórt og vælsignað?
Kristus gjørdi tað
einsamallur
Einki menniskja hjálpti til
við at útvega okkum frið
við Gud, tí menniskjað
kann einki gera her. Kristus
gjørdi alt einsamallur.
"Hann (Kristus) kom og
kunngjørdi tykkum frið,
sum langt burtur vóru, og
teimum frið, sum nær vóru.
Tí við Honum hava vit -
báðir partar - í einum Anda
atgongd til Faðirin. Tí eru
tit ikki longur fremmand og
útlendingar; nei, tit eru
samborgarar hinna heilagra
og húsfólk Guds, tit, sum
uppbygd eru á grundvølli
ápostlanna og profetanna -
og hornsteinurin er Kristus
Jesus sjálvur. Í Honum
verður allur bygningurin
samanbundin og veksur til
heilagt tempul í Harranum.
Í Honum verða eisini tit
bygd upp við hinum til bú-
stað Guds í Andanum."
(Efesusbrævið 2,17-22)
Kristus útinti alt
verkið á Golgatá
Hetta gjørdi frelsarin á
krossinum fyri meiri enn
2000 árum síðani. Men
blind eru menniskju, tá tey
trúgva at tey dýrka Gud og
verða frelst við at halda
Móselógina, sum ongantíð
er givin øðrum enn jødun-
um.
Jesus útinti verkið einsa-
mallur, meðan hann hekk
har í svárari pínu og strídd-
ist samstundis við helvitis
maktir, til hann rópti: "Tað
er fullgjørt!". Signaður veri
hann! Hann eigur alla tøkk
og alla æru frá øllum Guds
børnum
gjøgnum
alla
ævina!
Eingin roykur – eingin grind
Martin Kúrberg
Eg kundi hugsað mær at
spurt Fyribyrgingarráðið
um tey ikki síggja rús-
drekka og rúsevnistrupul-
leikan í hesum landi fyri
berum royki, ella tey hava
givið upp at røkja tann
partin av sínum virksemi,
sum eitur upplýsing um
vandan av rúsdrekka og
rúsevnismisnýtslu. Grund-
in til at eg spyrji um hetta er
at Fyribyrgingarráðið nokk
er tað einasta amboðið,
sum fær eina líkinda játtan
frá landinum til hetta ar-
beiðið og sýnist tað sum
pengarnir fara upp í royk.
Alt gott um bylgjuna, sum
gongur ímóti royking um
allan heim. Hon hevur vind
í seglunum og nokk er tað
nemmasta hjá Fyribyrging-
arráðnum at dansa við
hesum trendi. Men tað eru
bólkar í samfelagnum so
sum foreldur, makar, børn
og onnur, sum liva hvønn
dag við sviðanum av at
onkur av teirra kæru kom
út í misnýtslu. Og hvat við
ungdóminum? Jú, har verð-
ur eitt arbeiði gjørt av fel-
agsskapum, men tað verður
alla tíðina merkt av nøkr-
um, sum alla tíðina verður
brúkt í hesum landi í dag
sum
ein
undanførsla:
Manglandi játtan á økinum.
Hyggið at sindraðum fam-
iljum. Hyggið at mynstrin-
um hjá misnýtarum, teir
verða yngri og yngri.
Hyggið at innleggingum á
Landssjúkrahúsinum og á
viðgerðarstovum, tær verða
fleiri og fleiri. Og tað
stendur ikki Prince, men
neyð og elendigheit av rús-
drekka og rúsevnum á
rygginum á hesum brotnu
menniskjum. Og tá so tann
sunni lívsstílurin veruliga
skal í fokus, so síggja vit
Pál Weihe og Hans P. Strøm
í joggingdrakt við einum
súrepli í hondini í »Degi og
viku«. Eg vil bert minna
tykkum á, at hóast tann
bólkurin, eg her havi nevnt,
kann vera tungur at fáast
við, so eru tað hóast alt
nøkur, sum trúgva upp á at
tað hjálpir at upplýsa um
vandan við rúsdrekka og
rúsevnistrupulleikum. Tit
eiga eisini at gera tykkara
skyldu yvir fyri hesum
bólki.