mikudagur 15. juni 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 15. juni 2005
11
VIÐMERKINGAR
Ongan stoltleika
Óluva Húsgarð
Í Havn, hin 28. mai 2005
Í Dimmalætting hin 26. mai
stendur »Opið bræv til løg-
mann« frá Musikklærara-
felag Føroya, ið mótmælir,
at hægsti myndugleiki í
Føroyum brúkar útlendskar
tónleikarar at umboða al-
mennu Føroyar á almennu
kongaligu
vitjanini
í
summar.
Takki Musikklærarafel-
agnum fyri, at tað letur við
seg koma, og at tað mó-
tmælir.
At embætisfólk á løg-
mansskrivstovuni ikki duga
á at skyna, at soleiðis ber
mentað fólk seg ikki at,
kemst av, at tvey ættarlið
hava livað og virkað undir
heimastýrislógini, har grein
11, 1. stk. er líka fúlt, sum
tiltikna grein 7 í lógini um
barnaskúlan.
Í grein 11, 1. stk. í heima-
stýrislógini stendur: »Før-
oyskt verður viðurkent
sum
høvuðsmál,
men
danskt skal lærast væl og
virðiliga, og danskt kann
eins væl og føroyskt nýt-
ast í almennum viður-
skiftum«.
Heimastýrisflokkarnir,
sum samtyktu hesar reglur,
vágaðu sær ikki at nýta tær,
meðan teir sótu í lands-
stýrinum frá 1948-1950, frá
1958-1962 og frá 1966-
1970.
Í 1970 kom eitt nýtt ætt-
arlið upp í føroyskan polit-
ikk. Hetta ættarlið hevði
livað í gleðirúsi í »glaðu
60-unum« í Danmark og
fekk nú fótin inn um ting-
gátta og landsfyrisitingina
við einum sterkum lands-
kassa. Hesir vóru »verðins-
menn« og ikki sum »før-
oysku heimføðingarnir«,
sum høvdu bygt lands-
kassan upp, og sum rindaðu
hvørjum sítt! Teir, ið komu
aftaná hesar, og sum komu
í
fullveldislandsstýrið
2000-2004, settu útlend-
ingar, sum ikki duga før-
oyskt, í landsins hægstu
sessir fyri almenna før-
oyska løn eftir útlendskum
taksti, og settu hesar fram-
um okkara egnu við hægstu
útbúgving.
Hetta hevði ikki gingið í
Danmark!!
Sitandi landsstýri talar
um nýggjan sáttmála, sum
gevur
líkarætt
millum
londini Danmark-Føroyar.
Líkarættur er ongin, so
longi sum grein 11, 1. stk. í
»Lov
om
Færøernes
Hjemmestyre« er í gildi, og
hana tykjast menn ikki vera
førir fyri at taka av!
At útlendskir tónleikarar
nú fara at umboða almennu
Føroyar á almennu konga-
ligu vitjanini er bert ein av-
leggari av heimastýris-
lógini.
FELAGIÐ NEYSTIÐ
Nú er regattaðin av fyri
hesu fer og ynskir Neysti
við hesum orðum at takka
teim, ið hava uppiborið
eina slíka.
Sum vanligt luttóku før-
oyingar í rógvingini og var
tað ein stór gleði, at vísa
dønum og øðrum uttan fyri
føðilandi, hvat kappróður
er, tá hann er best.
Ein tíðindakvinna var har
og spurgdi "hvussu ber tað
til at føroyingar duga so
væl at rógva?". Svara varð
"tað er tí, at ein føroyingur
er føddur við ár í hond" -
sigast skal, at henda tíð-
indakvinna var við barn- tá
hon hoyrdi svarið, suffaði
hon og segði "godt jeg ikke
skal føde er færing ham",
hartil varð svara " -slap af
færinger er selvfølgelig
født ved kejsersnit".
Aftaná eitt fríggjakvøld
við Guðrun á skránni og
eina væleydnaða ferniser-
ing leygardag á miðdegi,
hvar ikki minnst husakórið
setti dám á løtuna, setti
Lars Lykke Rasmussen inn-
anríkismálaraðharrin stevn-
una. Hann kundi ikki hava
føroysku frúuna við - sum
hann tók til "nogen skal jo
passe arbejdet". Ein væl-
fyrireika røða varð hildin.
Sera "atletisk" kom hann
runt um loysingarspurning-
in, hann samanlíknaði við
kjalavatni aftan á ein bát, tá
báturin rør endar kjalar-
vatni, og er sum ein eind
aftur. Soleiðis eisini við
felagsskapunum
millum
Føroyar og Danmark, vit
kunnu ikki liva sum fráskilt
hjún, fyri tað kann einkar-
rætturin vera, sum hann er.
Neystið bjóðaði turra
grind, spik og turran fisk og
sást tað skilliga, at ráharrin
dámdi alt sera væl- tað
skuldi kanska bara mangla,
tá hann er føroyskt giftur.
Kappróðurin, sum ikki
hevur tann stórleika, sum
vit kenna fra òlavsøku
heima, var lokalt útvarp-
aður, og var tað Magni
Arge stjóri, sum stóð fyri
hesum. Kanska var rógv-
ingin ikki sum á ólavsøku,
men tit skulu vita, at
útvarpingin stóð ikki aftan
fyri olavsøkuni heima, tað
var einastandandi, og skal
Magni hava stóra takk. Ikki
eydnaðust okkum at takka
honum, sum hann hevði
uppiborðið, hann skuldi
skunda sær víðari út í stóru
verð, sum ein lambamaður
einaferð segði undir einari
millumlending i Bretlandi
"I am a business man from
Lamba".
Kappróðurin var skjótt
avrikaður, og vunnu havn-
armenn tað rógving teir
skuldu. Tað norðurlanda
róðurin, men grønlendingar
mundi tikið allir á bóli, bert
ein føroyskur vilji og
treiskheit gjørdi, at sigurin
var føroyskur.
Vit í neystinum taka
húgvuna av fyri manningini
á 10 mannafarinum Tvørá-
bátinum, fyri fyrstu ferð
smurdu teir 10 mannafarið
hjá neystinum av, tann
báturin er tann Vágbingur,
sum í 1980 varð føroya-
meistari, tillukku til vinnar-
arnar, hvar tó fleiri teirra
hava fingið lærdom við at
rógva við Vagbingi.
Um kvøldi spældi Frænd-
ir fyri fullum telti og vóru
tað góðir tímar fyri teim,
sum dansaðu og sungu við.
At enda enn einaferð
stora takk fyri góðan stuðul
heimanifrá, vit mugu eisini
nevna ta traditión, sum okk-
ara kæru gestir frá Havn
hava innført. Kl. 19 møtast
vit øll í teirru smáttum, og
har hava teir so fyrireika
mat, sum upplivast má - tí
eingin kann siga fra tí.
Nú hava vit frið eina tíð,
men 29 juli er ólavsøka á
Bryggjuni, tá verður aftur
nakað at fara til.
Country- og dansi-
tónleikur við West & Blus
í Ítróttarhøllini á Hálsi
Leygarkvøldið 18.
juni spælir vælum-
tókti country- og
dansibólkurin West
& Blus í Ítróttar-
høllini á Hálsi
DANSUR
Tíðindaskriv
Bólkurin West & Blus
varð stovnaður í 1993 í
Esbjerg, men kortini eru
tríggir av manningini før-
oyingar, meðan fjórði
limurin er dani.
Teir, ið manna bólkin,
eru Hallur Joensen, ið
annars er beiggi Noel
Joensen, ið nógv munnu
kenna sum oddamann í
Countrybólkinum
úr
Klaksvík;
systursonur
Hall,
Rúni
Heinesen,
somuleiðis úr Klaksvík;
Eiler Østerø av Skipanesi;
og Jens Kristian Nielsen,
ið er dani. Teir eru allir
búsitandi í Danmark.
Steel-guitarin sum er
dani, fekk ikki stundir at
koma til Føroyar, og í
hansara stað er komin
tann vælkendi steel-guit-
arin Milson Zachariassen,
sum øll tónleikaáhugað í
Føroyum kenna.
Allir høvdu spælt tón-
leik áðrenn teir hittust í
West & Blus
Hallur Joensen hevði
verið nógv á palli, áðrenn
hann í áttatiárunum flutti
til Danmarkar, eitt nú við
Frændum,
Haiko
og
Vágsheygafrensunum.
Eisini hevur hann vunnið
kappingina Ársins song-
rødd, eins og hann gjørd-
ist nr. 2 í tónleikakapping,
sum danska blaðið SE &
Hør skipaði fyri.
Men eisini hinir limir-
nir høvdu roynt seg áðr-
enn. Í 70’árunum spældi
Eiler Østerø í bólkinum
Cosmus Factory, sum helt
til í Runavík, meðan Rúni
Heinesen, sum yngri,
spældi saman við ymisk-
um ungum í Klaksvík.
Stílurin var mest Heavy
og Gospel.
Danin Jens Kristian
Nielsen hevur spælt tón-
leik í nógv ár. Hann byrj-
aði við at spæla harmon-
iku, men skjótt gjørdist tað
trummurnar, sum honum
dámdi best. Hann hevur í
nógv ár spælt til tað, sum
danir rópa "suppe, steg og
is" veitslur.
Spæla til nógv tiltøk
í Danmark
West & Blus spælir á
nógvum Countrytiltøkum
í Danmark. Eisini eru teir
væl umtóktir á teimum
føroysku veitslunum hjá
føroyingafeløgunum
í
Danmark eins og teir
eisini spæla til brúdleyp,
føðingardagar, býfestir og
ítróttarstevnur. Í 2006 er
teir bidnir at spæla til eina
landsstevnu, sum DGI
(Danske Gymnastik- og
Idrætsforeninger) heldur í
Haderslev frá 29. juni til
2. juli. Á landsstevnuni
verður luttikið í 20 ym-
iskum greinum og pláss
er fyri umleið 23.000
íðkarum.
West & Blus spældu
bæði á Norðoyarstevnu í
fjør eins og teir eisini
vóru á Norðoyastevnu-
pallinum í ár. Og leygar-
kvøldið
fáa
Country
áhugað høvi at svinga til
frálíka country- og dansi-
tónleikin hjá West & Blus
í ítróttarhøllini á Hálsi.
Atlantic Airways regatta 2005
Bólkurin TRISFO,
sum er samansettur
av tónleikarum úr
Føroyum og Íslandi,
byrjaði fyri trimum
árum síðani, og hava
teir fleiri ferðir verið
á konsertferð í
Norðurlondum
KONSERT
Tíðindaskriv
Sigurður Flosason hevur
síðan fyrst í áttati-árunum
verði mest brúkti saxofon-
leikarin í Íslandi og er hann
at finna á óteljandi ís-
lendskum innspælingum,
umframt at hann hevur
givið nógvar fløgur út í
egnum navni.
Sigurður er ein tónleikari
sum ferðast innan nógv
tónleikasløg, og hevur hann
tí ein sera víttfevnandi stíl
at byggja sítt spæl á. Hetta
kemur teimum tilgóðar í
TRISFO, har tónleikurin er
nógv merktur av hvørjum
einkultum tónleikara.
Kjartan Valdemarsson er
eisini
ein
av
teimum
fremstu tónleikarunum í Ís-
landi, og hevur hann eisini
verið at finna í mongum
íslendskum bólkum, bæði
innan rock og jazz. Fyri-
uttan at verða ein dugna-
ligur
klaverspælari,
er
Kjartan eisini kendur fyri
sínar tilrættleggjingar fyri
orkestur. Seinast hava vit
her í Føroyum á konsert í
Norðurlandahúsinum,
hoyrt tilrættaleggjingarnar
hann hevði gjørt til Eivør
Pálsdóttir og íslendska
KASA-hópin,.
Edvard Nyholm Debess
hevur nú í áravís verðið ein
av teim føroysku tónleikar-
unum sum hava lita okkum
tónleikalívið.
Hetta hevur hann í stóran
mun gjørt við sínum kontra-
basspæli, men hevur hann
eisini lagt tilrættis fleiri
minniríkar konsertir og
tónleikatiltøk. Fyriuttan at
hava spælt við flestu før-
oysku tónleikarum, hevur
Edvard eisini spælt saman
við mongum útlendskum
tónleikarum, bæði her og úti
í heimi.
TRISFO er ein av norðu-
rlendsku
samstarvunum
hann er við í.
TRISFO spælir tríggjar
konsertir á Summartónum í
ár, og kunnu fólk vænta sær
fjølbroyttan jazztónleik, har
samanspælið millum teir
tríggjar er tað sum berir
tónleikin..
Bólkurin TRISFO hevur
fingið sera góð viðmæli har
hann hevur spælt, og fara
teir eisini at spæla inn fløgu
meðan teir eru í Føroyum.
Manningin er:
Sigurður Flosason, saxofon
Kjartan Valdemarsson,
klaver
Edvard Nyholm Debess,
kontrabass.
Konsertirnar verða í :
REX, Tórshavn
Hóskvøld 16.06,
kl.21.00
Klæmintsgjógv
(Norðlýsið)
Fríggjadag 17.06,
kl. 17.00 - 23.00
Havnar Kirkju
Leygardag 18.06,
kl.11.30
Konsertir við TRISFO