Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 111 - 15. juni 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara høgt elskaði Elias Joensen Tórshavn ættaður úr Froðba andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 13. juni 74 ára gamal. Farið verður úr kapellinum heim í Ebenezer mikukvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Ebenezer hósdagin 16. juni kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Maria og Lina Tey,ið vilja minnast Elias kunnu lata eina peningagávu til Epileptikarafelag Føroya,konto í Føroya Sparikassa. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at Hans Clementsen Vanliga nevndur Hans í Andarisi, ættaður av Sandi, búsitandi á Seyðisfirði andaðist 13. juni 85 ára gamal. Jarðarferðin verður leygardagin 18. juni á Seyðisfirði. Vegna tey avvarðandi Jói og Bubbi við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum vístu samkenslu og hjálpsemi tá góði maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Harry Jacobsen Tórshavn, ættaður úr Sandavági andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur og kransar og takk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Lonni, Anders, Gunn og Osvald svigarbørn og abbabørn Dagurin 15. juni. Valdemarsdagur. Danski kongurin Valdemar Sigur vann í orrustuni við Reval í Estlandi 1219. Søgnin sigur, at tá illa stóð til, fell reyður dúkur við hvítum krossi niður av himni. 15. juni í 1912 varð kunngjørt, at hesin dagurin skuldi vera almennur danskur flaggdagur til minnis um sigurin við Reval. Navnið Valdemar er eftir russiska Vladimir, ið merkir mikil í sínum veldi. Dagurin eitur eisini Vitus, til minnis um ein 12 ára gamlan drong, sum saman við fleiri øðrum varð tikin av døgum í Róm umleið ár 300. Dagurin er annars merkisdagur í Noregs søgu. Á vitusarmessu ár 1184 vann Sverri úr Kirkjubø sigur í sjóbardaganum við Fimreiti í Sogn og gjørdist einakongur í Noregi. Hildur Patursson í Havn hevur lokið meistaraprógv í námsfrøði (Master of Edu- cation) á Kennaraháskóla Islands. Fríggjadagin 10. juni hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag aðalfund. Á aðalfundinum stóðu tríggir av nevndar- limunum fyri vali: Bergur Poulsen, Kristoffur Laksá og Leivur Michelsen. Allir vóru afturvaldir og nevndin er sostatt óbroytt. Hinir nevndarlimirnir eru: Jóhan Páll Joensen, Jón Daniel- sen, Magni Aarge og Gud- mund Mortensen. Nevndin hevur skipa seg við Jóhan Páll Joensen sum formanni og Kristoffur Laksá sum næstformanni. www.industry.fo 7.b í Tórshavnar Komm- unuskúla hevur í hesum døgum vitjan av einum 7. flokki frá Krogård Skole í Greve kommunu - millum Keypmannhavn og Køge. Tilsamans 22 børn eru í danska ferðalagnum. Børnini komu til Føroya seinasta týsdag og fara avstað aftur fríggjadagin. Tey hava verið eina viku í Norðoyggjum og búðu í skótahúsunum í Klaksvík. Sunnudagin komu tey til Havnar, har tey búgva privat. Tey hava vitjað í Nólsoy, í gomlu Havnini, og hósdagin skulu tey undir Vestmannabjørgini. Í september í ár fer 7.b námsferð til Fraklands, og tá er ætlanin, at tey eisini skulu vitja 7. flokk í Kro- gård Skole í 5 dagar og búgva privat. Flokkslærarin hjá donsku børnunum, Helle Houkjær, sigur, at túrurin í Føroyum er ein stór uppliving, bæði fólkið og náttúran. Við at búgva hjá privatfólki hava tey nógvar vinir í Føroyum. Danskur skúlaflokkur vitjar 7.b Føroyskur og danskur 7. flokkur í Vágsbotni týsdagin. 7.b í Tórshavnar Kommunuskúla og ein 7. flokkur frá Krogård Skole í Greve kommunu. Tilsamans 45 skúlabørn Mynd: Jens Kristian Vang Prógv: Hildur Patursson Master of Education Jóhan Páll Joensen heldur fram sum formaður