Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 15. juni 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Elias Joensen, Tórshavn, ættaður úr Froðba, andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin, 74 ára gamal. Farið verður úr Landssjúkrahús- kapellinum heim í Ebenezer miku- kvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður hósdagin klokkan 14. Tey, ið vilja minn- ast Elias kunnu lata Epileptikarafelag Føroya eina pen- ingagávu, konto í Føroya Sparikassa. Hans Clementsen, vanliga nevndur Hans í Andarisa, ættaður av Sandi, búsitandi á Seyðis- firði, andaðist 13. juni, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður úr kirkjuni á Seyðis- firði leygardagin 18. juni. Kelda: Útvarp Føroya Andlát og jarðarferðir Í hesum døgum verður summarskeið hildið í Føroyum. Skeiðsluttakararnir eru studentar, ið lesa norðurlendsk mál og norðurlendskar bókmentir í Norður- londum. Hesa ferð eru 20 studentar á skeiðinum, sum byrj- aði 1. juni og endar 24. juni Summarskeið Tað er Norðurlendska ráð- harraráðið, ið fíggjar skeið- ið. Líknandi skeið verða eisini hildin í øðrum Norð- urlondum, har føroyskir studentar kunnu vera við. Endamálið við hesum skeiðunum er at kunna um tey norðurlendsku málini og læra um bókmentirnar og mentanina í teimum ymsu londunum. Ofta fáa nakrir av hesum studentunum so stóran áhuga fyri føroyskum, at teir koma aftur seinni og búgva tá ofta eitt longri tíð- arskeið í Føroyum og læra seg betur føroyskt. Og tá hesi fólkini fáa starv á uni- versitetunum, eru tey før fyri at hava skeið í føroysk- um. At tað eru fólk, sum hava førleika at undirvísa í føroyskum uttan fyri land- oddarnar, hevur sjálvandi sera stóran týdning fyri kunnleikan um føroyskt mál uttanlands. Hesa ferð koma student- arnir úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Ís- landi. Seinni í ár verður eitt altjóða skeið í føroyskum fyri fólk uttan fyri Norður- lond. Og tað tykist at vera stórur áhugi millum útlend- ingar fyri at læra seg før- oyskt og at fáa innlit í før- oyskar bókmentir og ment- an yvirhøvur, siga tey á Føroyamálsdeildini á Fróð- skaparsetri Føroya. So fitt tey eru, nú gullbrúdleypsdag tey feira. Fimmti ár saman, ja við gleði og gaman, seks børn bleiv tað til, fýra gentur fyrst. ha So tveir bassar, tað vóru knassar…ha Takk fyri lívið sum tit okkum góvu. Vóni ikki vit vóru ov strævin. Takk fyri ógloymandi túrar úti á Marknagili. Uppi á Kleynisvarða niðan á Syðradalsskarð ella úti í Havnardal. At svimja vit tíðliga lærdu. Alt tykkum at takka sum við okkum vóru. Góða mamma og babba hjartaliga tillukku Gud signi tykkum. Á gullbrúdleypsdegnum hjá Petrinu og Frank Norðurlendskt summarskeið á Føroyamálsdeildini Norðurlendsku studentarnir á summarskeiði á Føroyamálsdeildini. Aftara rað f.v.: Jógvan í Lon Jacobsen, skeiðleiðari, Arve Berntzen, Guðmundur Björgvin Svafarsson, Kendra Willson, Anne Toija, Gunilla Björkander, Anna Ulfhielm, Katja Rothsten, Jaana Kettunen, Marianne Gärdesmed, Anne-Louise Ottosen, Ásta Kristín Benediktsdóttir, Karin Borell, Jorunn Ådnøy. Fremra rað f.v.: Marlene Petersen, Lena K. Skaalbones, Maarit Fredlund, Harriet Eriksson, Noora Räsänen Else Berit Molde og Jenny Holmén. Mynd: Jens Kristian Vang Børnini i