mikudagur 15. juni 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 • mikudagur • 15. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Kyndil
styrkir
kvinnu-
liðið
Í Kyndli ætla tey, at
kvinnuliðið hjá
felagnum skal bíta
meiri frá sær
komandi kapping-
arár, enn hvat liðið
gjørdi í fjør
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Kyndil endaði næstaft-
ast í Sunset-kappingini
farna kappingarár, og
mangan løgdu tær grøn-
klæddu rygg til lemj-
andi ósigrar. Soleiðis
skal ikki verða komandi
kappingarár, og tí hevur
liðið nú leitað sær styrk.
Lina aftur í Havn
Størsti
styrkurin,
ið
Kyndil higartil hevur
ognað sær undan kom-
andi kappingarári, er
ivaleyst sterki bakkurin
Lina
Andriulyte,
ið
farna
kappingarár
spældi í Søljuni, men
sum áður eisini hevur
spælt við Neistanum í
Havn. Eingin ivi er um,
at Lina er ein góður
styrkur fyri eitthvørt lið
í landinum, og við henni
á liðnum hevur Kyndil
økt munandi um skot-
styrkina.
Harafturat fer Jórun
Ludvig aftur til barn-
dómsfelagið, eftir at hon
hevur verið í útlegd í
bæði VÍF í Vestmanna
og í Neistanum. Jórun er
ógvuliga royndur spæl-
ari, og tað er eingin
loyna, at Kyndlamann-
ingin annars er rættuliga
ung, og tí kann tað hava
stóran týdning at fáa ein
so royndan spælara sum
Jórun við á liðið.
Sum skilst er tað ikki
óhugsandi, at liðið fær
fleiri styrkir, men enn er
einki greitt hesum við-
víkjandi. Venjari hjá
Ky n d l a k v i n n u n u m
verður eins og í fjør
Geir Wardum.
KÍ-Skála:
Klaksvíkingar eru sperdir
Manningin er so mik-
ið lítil, at tað er neyð-
ugt at hava unglingar
og dreinir á beinkin-
um, tá ið farið verður
út á Skála, har teir
manningarliga eru
væl fyri
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar eru ikki væl
fyri undan ferðini út á
Skála í kvøld. Dysturin er í
skipanini framskundaður
frá vikuskiftinum, tí Skála
stendur á gáttuni til fyrstu
altjóða uppgávuna nakran-
tíð. Teir skulu spæla í In-
tertoto.
Eitt er, at KÍ ikki hevur
fingið stig burturúr tveim-
um teimum seinastu roynd-
unum, sum hava verið
ímóti EB/Streymi og GÍ.
Eitt annað er, at manning-
arliga grundarlagið er lítið.
Veteranarnir Allan Joensen
og Eyðun Klakstein eru
skaddir. Ein annar veteran-
ur, Jan Andreassen, er leik-
bannaður eftir reyða kortið
ímóti GÍ.
Á beinkinum ímóti GÍ
vóru bara blaðungir spælar-
ar. Tað kann væl vera, at
onkur teirra fer at fáa
møguleikan
frá
fyrsta
bríksli í kvøld. Kanska
verður tað Tórður Lervig.
Ein møguleiki at fylla holið
í miðverjuni eftir Jan
Andreassen er at flyta Ova
Nysted aftur. Síðani Odd-
bjørn
Joensen
gjørdist
venjari, hevur Ovi verður í
álopinum, men tað hevur
knípt við málskjótingini.
Erling Fles hevði verið
upplagdur
avloysari
í
fremstu røð, men hann er
ikki tøkur orsaka av lær-
skaða, og Julian Samuel-
sen, sum hevur roynst væl
løturnar, hann hevur fingið
á vøllinum, er heldur ikki
tøkur.
Á Skála iðra teir seg um,
at tað ikki eydnaðist at fáa
øll stigini í Fuglafirði. Fyrr
í ár hava teir fingið øll
stigini ímóti KÍ. Teir vunnu
2-0 í Klaksvík í fjórða um-
farinum.
Manningarliga er Skála
so væl fyri, sum tað ber til.
Sunnudagin helt rumenski
Jenel Bárði Danielsen utt-
anfyri teir fyrstu ellivu.
Pauli G. Hansen var ikki
við í Fuglafirði. Skaðin í
lærkrikanum, sum hevur
argað seinastu árini, tá ið
nógv hevur verið á skránni,
hevur vitjað aftur. Sunnu-
dagin spældi Pauli tó allar
90 minuttirnar við 3. deild-
arliðnum, sum vann 5-1 á
heimavølli ímóti B68, og
hann verður í hópinum í
kvøld.
Dysturin á Skála verður
klokkan 19, og tað verður
Páll Augustinussen, sum
skal døma.
Í fjórða umfarinum í ár vann Skála tryggan 2-0 sigur í Klaksvík
Svimjifelagið FLOT
bjóðar til svimjing
um Skálafjørðin tann
3. juli 2005. Ætlanin
er at svimja um sjálva
gáttina til Skálafjørð-
in, av Strondum yvir
á Toftir. Nágreiniliga
rutan er ikki avgjørd
enn; men tað verður
ein teinur á millum
600 og 1400 metrar,
alt eftir hvar vit byrja
og enda.
TÍÐINDASKRIV
Allir luttakarar mugu út-
vega sær froskmannabúna
at svimja í. Vátdrakt er
best; men tað er eisini loyvt
at
nýta
turrdrakt,
um
svimjarin tá eisini nýtir
bjargingarvest. Svimjarin
eigur at royna draktina hjá
sær, áðrenn tiltakið.
Ætlað sum
heilsutiltak
FLOT átekur sær at skaffa
fylgibátar og aðrar umstøð-
ur runt svimjingina; tvs.
sovorðið sum flutningur av
Toftum yvir til startin á
Strondum, skiftiumstøður
har og á Toftum, neyðhjálp,
matur og drekka á Toftum,
o.t.
Tiltakið er ikki ætlað at
verða ein kapping sum so,
men heldur eitt heilsutiltak
ella roysni til okkum øll at
royna. Men tó so verða
heiðursmerki givin trimum
teimum bestu monnunum
og kvinnunum. Og øll sum
leggja frá landi, fáa eina T-
shirt sum prógv um, at tey
royndu teinin.
Áhugaði
kunnu
lesa
meira á heimasíðu okkara -
http://flot.info - ella ringja
til Rók í Jákupsstovu, á tlf
219754. Á heimasíðuni er
m.a. ein stutt 'tónleika-
video' frá seinastu Skála-
fjarðarsvimjing
Ingi skal
venja
Neistan
Nú er greitt, at Ingi Olsen
fer at halda fram sum
venjari hjá besta kvinnu-
liðnum hjá Neistanum.
Ingi tók við venjarasess-
inum
eftir
Flemming
Raben seint í farna kapp-
ingarári, og nú eru part-
arnir komnir ásamt um at
leingja samstarvið, so tað
eisini er galdandi fyri
hetta kappingarárið, ið
liggur fyri framman.
tn
Svimja um Skálafjørðin