mikudagur 15. juni 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Danska oljufelagið
Mærsk Olie og Gas er
av álvara farið at vísa
økinum millum Før-
oyar og Bretland
áhuga. Tað eru eini 8
ár síðani, at felagið,
sum var við í fyrstu
kanningunum við
Føroyar, gjørdi av
heilt at taka seg úr
økinum. Nú er vent í
holuni. Felagið hevur
keypt seg inn í eitt
leitiloyvi í bretskum
øki, sum liggur beint
uppat føroyska mark-
inum. Við øðrum orð-
um stendur stóra
danska oljufelagið á
gáttini til Føroyaøkið.
Hetta kann gera, at
felagið verður partur
av oljuleiting við Før-
oyar eisini í framtíð-
ini.
OLJULEITING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Danska oljufelagið Mærsk
Olie og Gas hevur nú gjørt
av at venda eygunum móti
Atlantsmótinum aftur. Fel-
agið hevur júst keypt seg
inn í eitt leitiloyvi í bretsk-
um øki, sum liggur beint
upp at føroyska markinum.
Talan er um loyvi nr. 213/5
og 214/1, sum liggur mið-
skeiðis millum Føroyar og
Hetland. Loyvið varð latið
til oljurisan Chevron í
2001. Mærsk hevur keypt
25% av loyvinum. Chevron
eigur 65% og tey írestandi
eigur Talisman Energy.
Chevron er fyristøðufelag.
Anders Würtzen, pressu-
talsmaður hjá Mærsk Olie
og Gas sigur við Vinnusíð-
urnar hjá Sosialinum, at teir
eru sera fegnir um at hava
fingið samstarv í lag við
Chevron í bretskum øki.
Frammanundan er Mærsk
partur av oljuvinnu í syðra
partinum av bretska land-
grunninunm. –Vit eru sera
fegnir um at hava fingið
møguleika
at
arbeiða
saman
við
Chevron
í
bretskum øki sigur Mærsk-
talsmaðurin. Frammandan
er tætt samstarv millum
feløgini í donskum øki.
Hetta var upprunaliga við
Texaco, sum nú er partur av
Chevron.
Tað er Maersk Oil (UK)
Limited, sum nú er vorðin
partur av oljuleitingini á
Atlantsmótinum. Hetta er
eitt dótturfelag hjá Mærsk
Olie og Gas AS. Ætlanin er
nú, at felagið saman við
Chevron og Talisman skal
fara undir at gera 2D seis-
mik í økinum seinni í ár.
Ætlanin er at meta um tað
sokallaða Capercaillie pro-
spektið, sum liggur í loyv-
isøkinum. Mærsk sigur, at
verða úrslitini av hesum
positiv, so kann blíva talan
um eina leitiboring í 2006
ella 2007.
Capercaillie prospektið
liggur á 1.500 metra dýpi,
umleið 200 kilometrar úr
Føroyum og sama tein úr
Hetlandi. Hetta er annars
fyrstu ferð, at Mærsk er við
í leiting eftir olju og gassi
vestan fyri Hetland.
Við í fyrireikingum
við Føroyar
Miðskeiðis í 90árunum, tá
farið varð undir fyrireik-
ingarnar til eina leiting á
føroyska landgrunninum,
var Mærsk Olie og Gas eitt
av mongu útlendsku feløg-
unum, sum vístu føroyska
økinum ans. Tað var við í
samtøkum saman við fleiri
øðrum oljufeløgum, sum tó
so við og við vórðu upp-
keypt av stórum oljufeløg-
um. Harvið stóð Mærsk
nærum einsamalt og tók
seg eftir eina tíð heilt úr
Føroyaøkinum.
Tað má sigast at vera
einki minni enn ein lítil
kollvelting, at Mærsk nú er
farið at gera íløgur í leiting
á Atlantsmótinum. Felagið,
sum oftani verður mett bara
at gera íløgur í sera trygg-
um økjum og mest á landi,
eitt nú í Afrika, Miðeystri
og enn longri úti í heimi,
hevur eftir øllum at døma
broytt strategi, nú tað hevur
keypt ikki minni enn 25%
av einum loyvi, sum liggur
nærsagt úti á "preriuni", í
ongamannalandi, har eingi
olju- ella gassfund eru
gjørd áður. Lovyið liggur
væl norðari enn Rosebank-
keldan, sum varð funnin í
fjør.
Higartil hevur Chevron
átt 90% av loyvinum men
hevur so roynt at selt burtur
av. Eitt nú varð boðið øðr-
um feløgunum í fjør at
keypa seg inn í loyvið. Tá
var eingin áhugi, men nú
hevur so danska felagið
keypt ein fjórðing av loyv-
inum. Keldur í oljuvinnuni
siga við Sosialin, at tá
Mærsk fer inn í eitt heilt
nýtt øki, har tað ikki hevur
verið fyrr, og talan er um
farvatn, har dýpið er 1500
metrar, so sigur hetta nakað
um, at danska felagið má
hava rættiliga góðar vónir
til eitt møguligt fund. Tað
kann vera at Rosebank
fundið longur syðri hevur
sannført danska felagið um,
at tað eru møguleikar at
gera fund her eisini.
Fyri Føroyar er hetta sera
áhugavert, tí loyvið liggur
heilt uppat markinum. Ann-
ar av blokkunum er skorin í
helvt av miðlinjuni millum
Føroyar og Bretland. So eitt
møguligt fund her um leiðir
fær beinanvegin oljukøn at
hugsa um møguleikan at
gera fund, sum liggja tvørt-
ur um markið.
Tað er eisini áhugavert at
bíta merki í, at í fjør hendi
júst tað sama. Tá beyð
Chevron øðrum oljufeløg-
unum at farma inn tvs.
keypa part av tí loyvinum,
sum seinni vísti seg at vera
eitt oljufund, Rosebank. Tá
vóru feløg sum Statoil og
Dong so framskygd, at tey
keyptu partar av loyvinum.
Nú er tað so Mærsk, sum
keypur seg inn í eitt annað
Chevronloyvi, ið eisini
liggur upp at markinum.
Tað er neyvan skeivt at
gera ta niðurstøðu, at eftir
mong rakár í oljuleiting á
Atlantsmótinum, eru nú
tekin til eina sera spennandi
og miðvísa leiting. Fleiri
brunnar eru á tekniborð-
unum, brunnar, sum kunnu
vera við til at lata dyr upp
til føroysku undirgrundina
eisini.
Danskur oljurisi leitar norðureftir:
Mærsk á gáttini
til Føroyaøkið
Tvey umboð fyri Mærsk Olie
og Gas vórðu við til
samkomuna, sum føroyska
viðskiftastovan í London
skipaði fyri herfyri. Her
práta Joe Darby og Niels
Sørensen frá Faroe Petroleum
við tey bæði Mærskfólkini.
Um teir tosa um framtíðar
samstarv á Føroyaøkinum
sigur søgan tó einki um. Men
hví ikki, nú Mærsk er vorðin
nýggjur aktørur á
Atlantsmótinum í loyvi hjá
Chevron beint við markið!
Mynd Jan Müller
Kortið vísir leitiloyvini, har Mærsk hevur keypt 25%, heilt har norðuri og heilt út til
føroyska markið. Hetta er fyrstu ferð at Mærsk er við í leiting á bretska landgrunninum
millum Hetland og Føroyar. Mærsk er annars virkið í syðra partinum av bretska
landgrunninum. Kelda: Mærsk Olie og Gas.