mikudagur 15. juni 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 111 - 15. juni 2005
Um SeWave
og Wavegen
ALDUORKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í 2002 gjørdu oljufelagið,
ENI, el-felagið SEV og
Wavegen, sum telist mill-
um fremstu alduorkufeløg
í heiminum, eina for-
kanning um bygging av
einum alduorkuverki í
Føroyum. Arbeiðið, sum
gjørt varð, tók støðið í
a l d u o r k u v e r k i n u m ,
LIMPET á Islay í Skot-
landi, og legði upp til
nærri kanningar av møgu-
leikunum at spreingja eitt
verk inn í bergið.
Wavegen og SEV av-
gjørdu eftir hesar kann-
ingar at fara víðari við
verkætlanini og stovnaðu
eitt partafelag, har hvør
av pørtunum áttu 50%.
Hetta felag fekk navnið,
SeWave.
Høvuðsendamálið hjá
SeWave er at menna og
byggja eitt alduorkuverk
við tunli á hóskandi staði
í Føroyum.
Felagið hevur annars til
endamáls
at
granska,
menna og framleiða aldu-
orku, herundir at byggja
og reka eitt orkuverk og
annars fáast við virksemi,
sum á ein ella annan hátt
hevur við alduorku at
gera.
Á tíðindafundi í síðstu
viku legði SeWave fram
tað, sum komið er burtur
úr fyrsta umfari í til-
gongdini
móti
einum
tunnils alduorkuverki í
Føroyum, sum skal veita
orku til føroyska elkervið.
Arbeiðið í SeWave hev-
ur verið skipað við einum
stýrisbólki, einum pro-
jektleiðslubólki og einum
projektarbeiðsbólki. Før-
oysku feløgini, Lands-
byggifelagið (LBF) og
Data Quality (DQ) hava
verið týðandi samstarvs-
felagir.
Skjøtil varð settur á
arbeiði fram ímóti einum
alduorkuverki í oktober
2003, og modellroyndir,
staðkanningar og annað í
sambandi við ætlanina
varð liðugt nú í vár.
Wavegen
Men hvat er so Wavegen,
sum saman við SEV eigur
partafelagið
aftanfyri
SeWave?
Sum vit nevndu, er
Wavegen millum fremstu
alduorkufeløg í heimin-
um, og hetta er fyrsta fel-
ag, sum hevur megnað at
menna og byggja eitt
landafast alduorkuverk í
Islay í Skotlandi, sum
hevur
fingið
navnið,
LIMPET. Støðin varð
bygd í ár 2000 og er 500
kW. Wavegen hevur eisini
sniðgjørt, framleitt og
veitt eina 400 kW luft-
turbinu til eitt verk í
Azorunum. Hetta er so-
nevnda PICO-verkætlan-
in, sum hon verður rópt.
Tunnilsalduorkuverkið
er eitt sonevnt OWC verk,
har aldan kemur inn í eitt
"kamar" og virkar sum
eitt stempul. Ein luftturb-
ina verður sett við endan
av kamarinum, sum so
brúkar lufttrýstið at fram-
leiða streym við. Turbinan
er bygd soleiðis, at tá ið
hon er sett í gongd, verður
hon drivin við lufttrýstin-
um – bæði, tá ið tað trýstir
og sýgur.
Wavegen hevur soleiðis
royndir við einum aldu-
orkuverki, sum nú hevur
koyrt í nøkur ár, eins og
felagið hevur amboð til at
menna
vitanina
um,
hvussu alduorka kann
gagnnýtast. Eitt nú hevur
felagið modellbrunn og
amboð til royndirnar.
Ólavur Gregersen er stjóri í
SeWave
Mynd: Jens Kr. Vang
SeWave ætlar nú at
fara undir at byggja
alduorkuverk í Føroy-
um. Mett verður, at
samlaði kostnaðurin
fyri eina útbygging
við Nípuna í Vág-
oynni er umleið 31
miljónir krónur við
eini framleiðslu á 1
miljón kWh um árið.
Átta eindir, ið kunnu
framleiða tilsamans 8
miljónir kWh um ár-
ið, verða mettar at
kosta 93 miljónir
krónur. Mátingar,
rakstur, umsiting og
aðrar útreiðslur tað
fyrsta árið kosta um-
leið 9 miljónir krónur.
- Tað tekur umleið eitt
ár at projektera og fáa
øll loyvi til vega, og
mett verður, at sjálv
byggitíðin tekur um-
leið eitt ár, sigur Se-
Wave í samandrátti
um tunnils alduorku-
verk í Føroyum
ALDUORKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Burtur úr tí arbeiði, sum
higartil er gjørt fram ímóti
einum alduorkuverki í Før-
oyum, er ein samandráttur
skrivaður, sum vit fara at
tríva í.
Tekniskt er einki til hind-
urs fyri at byggja eitt tunn-
ils alduorkuverk í Føroy-
um, og í frágreiðingini
verður víst á, hvussu eitt
royndarverk kann byggjast
við Nípuna í Vágoynni.
Eitt tunnils alduorkuverk
gevur fleiri fyrimunir í mun
til aðrar landfastar aldu-
orkuskipanir. Hesir fyri-
munir fevna um, 1) at bygt
verður á landi og ikki úti í
briminum og 2) at skipanin
hvørki sæst ella hoyrist.
Víst verður á, at nógva
alduorkan, kenda jarðfrøð-
in og fleiri ára royndir við
tunnilsarbeiði í Føroyum
gera oyggjarnar væl egnað-
ar til útbygging av hesi
nýggju tøknini, sum eisini
kann nýtast í altjóða høpi
við røttu staðbundnu eyð-
kennunum,
sum
tikið
verður til.
Kostnaðurin av tunnils-
gerð er væl kendur, og
Wavegen hevur royndir í
samband við turbinur. Tí
eru metingarnar av tekn-
isku møguleikunum og
kostnaðinum samanumtik-
ið rættiliga álítandi.
Spurningurin um, hvussu
nógva orku til ber at vinna
Alduumhvørvið í Føroyum:
Eitt av teimum o
Mynd av Nípuni. Reyði sirkulin vísir, hvar vatnorkuverkið skal verða inni í berginum