Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 15. juni 2005 17 burtur úr alduni, er kann- aður við fysiskum modell- royndum. Alduumhvørvið Lagt verður aftrat, at aldu- umhvørvið í Føroyum er eitt av teimum orkuríkastu í heiminum. Metta alduork- an við Nípuna er 27 kilo Watt fyri hvønn metur aldukamb. Við Nípuna er atdjúpt, umleið 20 metrar. Bergið hevur eina henta jarðfrøði til tunnilsendamálið. Staðið verður soleiðis mett at vera hóskandi til endamálið við eini royndarætlan, og verk- ið kann eisini útbyggjast til at hýsa átta turbinum. Mett verður, at samlaði kostnaðurin fyri eina út- bygging við 1 MW turbinu við Nípuna er umleið 31 miljónir krónur við eini framleiðslu á 1 miljón kilo Watt tímar (kWh) um árið. Átta eindir, ið kunnu fram- leiða tilsamans 8 miljónir kWh um árið, verða mettar at kosta umleið 93 miljónir krónur. Roknað verður við, at mátingar, rakstur, umsit- ing og aðrar útreiðslur tað fyrsta árið kosta umleið 9 miljónir krónur. Í samandráttinum verður mett, at tað tekur umleið eitt ár at projektera og fáa øll loyvi til vega, og somu- leiðis verður mett, at sjálv byggitíðin tekur umleið eitt ár. Eitt ofta nýtt mát fyri kostnaðin av einum slíkum verki er íløgukostnaðurin í krónum fyri hvørt kWh/ ár. Fyri eina eind við Nípuna er hetta tal 31 kr./kWh/ ár, men við átta eindum mink- ar talið niður í 12 kr./kWh/ ár. Marginalkostnaðurin fyri eina eind við Nípuna er 8 kr./kWh/ ár. Møguleikarnir fyri ábót- um, sum síggjast fyri framman, verður sagt í samandráttinum, eru: • Lægri turbinukostnaður • Effektivari turbina • Færri avmarkingar til staðbundnu eyðkennini Sagt verður, at næsta stig í verkætlanini er at detail- projektera tunnil og turbinu og at gera neyvari metingar av alduorkuni á staðnum. Truplasti parturin Truplasti parturin av bygg- ingini verður tað síðsta skotið út móti sjónum, eins og sonevnda OWC-kam- arið skal spreingjast vanda- liga. Haraftrat verður mett, at trýstið frá turbinuni, tá ið verkið koyrir, helst verður so stórt, at ikki verður inni- verandi hjá fólki í tunlin- um, eins og hetta trýstið kann ávirka úrtøkuna. Víst verður á, at uppskot til loysnir hava verið við- gjørd. Dygdin á elveitingini frá verkinum skal viðgerast nærri, men verandi elkervið megnar at taka ímóti el- framleiðslu frá einari eind. Umhvørvisárin hava eisini verið viðgjørd við atliti at lendinum, ljóðárin- um, fuglalívi og bygging. Í endanum av saman- dráttinum verður mælt til at fara undir næsta stig í verk- ætlanini, sum er projektering og bygging av tunnils alduorkuverki við Nípuna á Vágoynni við tilhoyrandi kanningum. rkuríkastu í heiminum Yvirlitsmynd við projekteraða vegnum í lendinum Herfyri skipaði SeWave fyri tíðindafundi, har framløga var um føroyskt alduorkuverk Mynd Jens Kr. Vang