Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Skrásetingin av Atlantic Petroleum kann gerast byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið við føroyskari upparing í virðisbrøv, vónar Sigurd Poulsen, stjóri á Virðisbræva- marknað Føroya VIRÐISBRÆVA- MARKNAÐUR Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Tá stjórin fyri Virðisbræva- marknað Føroya, Sigurd Poulsen, sum ikki er kendur fyri at brúka óneyðuga sterk orð, kallar tann 15. juni ein »merkisdag«, so liggur nógv aftanfyri. Endiliga fær Virðisbræva- marknaðurin eitt veruligt høvi at náa út við sínum boðskapi til føroyingar um at seta pening í føroysk virðisbrøv. Atlantic Petrole- um við sínum 3,000 før- oysku partaeigarum hevur víst vegin, og vit hava fing- ið okkara fyrsta partafelag skrásett á VMF. Í sambandi við at Atlan- tic Petroleum – sum fyrsta felag nakrantíð við før- oyskum kapitali sum grundarlag – nú er skrásett á virðsbrævamarknað, skipaði Atlantic Petroleum skrásetingar dagin, miku- dagin tann 15. juni, fyri einari serligari móttøku. Kjartan Hoydal, nevndar- formaður í Atlantic Petrole- um, beyð vælkomin; Jóannes Eidesgaard løg- maður talaði um føroyskt vinnulív, oljuvinnu og virð- isbrævamarknaðin við atliti til menningarætlan Lands- stýrisins; Wilhelm Peter- sen, stjóri í Atlantic Petro- leum, greiddi frá hví felag- ið er vorðið skrásett; Sigurð Poulsen, stjóri í VMF og Landsbanka Føroya, greiddi frá um Virðis- brævamarknað Føroya sum ein mennandi møguleika hjá føroyskum fyritøkum; Thorður Friðjónsson, stjóri fyri ICEX, segði frá um ICEX og týdning tess fyri menningina av íslendska vinnulívinum og búskap- inum sum heild; Petur Holm, stjóri fyri Kaupthing Føroyar, greiddi frá verk- ætlanini við skrásetingini av Atlantic Petroleum. »Hetta er eini merkisdag- ur,« segði Sigurd Poulsen, tá vit hittu hann á máli beint áðrenn móttøkuna fyri at spyrja hvat hann fór at tosa um. »Vit hava síðan november 2003 havt fýra lánsbræva seriur noteraðar á VMF, men nú fingu vit á fyrsta sinni eitt partafelag skrásett. Atlantic Petroleum hevði við árslok 2004 eitt virði upp á 196 milliónir; nú verður spennandi at síggja hvussu skrásetingin á Virðisbrævamarknaðin- um fer at ávirka virðið á felagnum.« Meðan meginparturin av íleggjarunum aftan fyri lánsbræva røðirnar sum eru skrásettar á VMF er út- lendskir sokallaðir instituti- onellir íleggjarar, so er øðvísi við Atlantic Petrole- um og væntandi eisini við øðrum føroyskum partafel- øgum sum eftirhondini kunnu hugsast at verða skrásett á marknaðinum. »Atlantic Petroleum er eitt gott dømi um felag við einum breiðum, føroyskum eigaraskara,« segði Sigurd Poulsen. »Væntandi verður tað fyri tað mesta føroyskir íleggjarar sum koma at vísa føroyskum feløgum áhuga, hóast tað mest er útlend- ingar sum gera íløgur í tey lánsbrøv vit hava skrásett. Íleggjarar krevja varierað útboð men hyggja vit at Íslandi so ber til at gera ein fungerand lítland marknað sum tann føroyska, serliga tá vit kunnu brúka ta íslendsku skipanina sum grundarlag. Vit kunnu fáa góðan likviditet í ein før- oyskan partabrævamarknað um fleiri fyritøkur gera sum Atlantic Petroleum. Við at lata seg skráseta fáa parta- feløg likviditet og lættari atgongd til útlendskan kapital; við at fylgja teim- um strongu krøvunum um upplýsing við meira, fáa hesar fyritøkur ein bygnað sum kann styrkja tær í altjóða høpi.« Í sínari ‘business plan’ sum VMF gjørdi í juni 2003, varð sett sum mál at í 2007 skuldu finnast 9 partafeløg skrásett á mark- naðinum, 5 lánsbræva røðir og 2 íløgufeløg (mutual fonds); tað samlaða noter- aða virðið skuldi mótsvara 30 procent av tí føroysku brutto tjóðar úrtøkuni. »Hyggja vit eftir status ídag so sæst at vit eru umleið eitt ár afturúr tá tað snýr seg um partafeløg; viðvíkjandi lánsbrøvum liggja vit trý ár framman fyri ætlanina; hvat viðvíkur íløgufeløgum so tykist tað torførari at fáa tey skrásett. Hyggja vit at tí samlaða skrásetta virðinum, so ligg- ur tað ídag um eini 20 prosent av BTÚ og tað má sigast at vera lutfalsliga lágt.« Málsetningurin var eisini at fáa 3-4 meklarar knýttar at marknaðinum í 2007; her er støðan rímiliga góð. »Vit hava sum er tveir meklarar sum eru limir í skipanini hjá marknaðin- um; teir eru Kaupthing og Føroya Sparikassi,« segði Sigurd Poulsen. »Eg vóni og rokni eisini við at í øll- um førum ein kemur aftur- at.« Ein annar táttur sum kann koma at viga nógv fyri VMF er føroysk eftir- lønar uppsparing. »Vit rokna við at við einum vøkstri upp á einar 600 milliónir um árið, sum er møguligur um arbeiðs- marknaðurin kann semjast um hetta, so verður tann samlaða skrásetta upp- hæddin einar 10 milli- ardir,« segði Sigurd Poul- sen. 18 Nr. 111 - 15. juni 2005 Fyrst skrásetta felagið kann gerast startskotið til at VMF kemur á flog