mikudagur 15. juni 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 15. juni 2005
19
Nýggi nevndarfor-
maðurin í Smyril Line
er bjartskygdur um
støðuna hjá felagnum.
Thomas Magnussen
roknar við, at í 2006
sæst veruliga úrslitið
av teimum tiltøkum,
sum leiðslan á Smyril
Line hevur sett í verk
seinastu mánaðirnar
SMYRIL LINE
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Stór reyð tøl ræða ikki
Thomas Magnussen.
Maðurin, sum seinnu ár-
ini serliga hevur verið í
andglettinum í sambandi
við lønarsamráðingar hjá tí
almenna, hevur nú tikið við
einari stórari uppgávu í
føroyskum vinnulívi.
Hann er blivin nevndar-
formaður í Smyril Line,
sum hevur verið í tungum
sjógvi seinastu tvey árini.
Fíggjarstøðan hjá Smyril
Line hevur ikki verið góð,
og tá ið Thomas Magnus-
sen í farnu viku varð valdur
í nevndina hjá felagnum,
kundi leiðslan samstundis
leggja ein roknskap fram,
sum vísti eitt hall á 24
milliónir í 2004 – hallið er
samanlagt 59 milliónir fyri
seinastu tvey árini.
– Nýggi stjórin og nýggja
nevndin í Smyril Line
kunnu ikki skapa nakað
undur, men tað ber til at
venda gongdini, hóast tað
tekur tíð, sigur Thomas
Magnussen.
Juristur hjá tí
almenna
42 ára gamli Thomas
Magnussen tók í 1991 løg-
frøðiligt embætisprógv frá
Københavns Universitet.
Hann hevði í lestrartíðini
arbeitt í danska Fiskimála-
ráðnum sum studentar-
hjálp, og hann varð eina tíð
knýttur at forlagnum Weil-
bach & Co., sum ger »Fisk-
eriårbogen«.
Í
1991
fór Thomas
Magnussen í starv hjá tí al-
menna. Hann gjørdist full-
trúði í fyrisitingini, og har
arbeiddi hann fram til
1997. Í tvey ár var hann tó
burtur frá, tí hann var fyri-
bils settur stóri á Strand-
faraskipum Landsins.
Í 1997 gjørdist hann
deildarstjóri á lønardeildini í
Fíggjarmálaráðnum,
og
hann hevði ábyrgdina av øll-
um lønarmálum hjá land-
inum – millum annað sátt-
málasamráðingar og ráð-
geving um starvsfólkmál.
Nú er Thomas Magnus-
sen leiðari fyri Skeiðsdepil-
in á Føroya Handilsskúla í
Havn.
Fyrimunir og vansar
við útskifting
Thomas Magnussen var á
aðalfundinum hjá Smyril
Line í farnu viku valdur í
nevndina hjá felagnum, og
løtu seinni komu boðini
um, at hann varð nýggjur
nevndarformaður, eftir at
Klæmint
Weihe
hevði
takkað fyri seg í nevndini.
– Hetta er ein stór og
spennandi uppgáva. Smyril
Line er eitt sterkt felag við
dugnaligari leiðslu og góð-
um starvsfólkum, og eg eri
vísur í, at tað ber til at venda
gongdini hjá felagnum,
sigur Thomas Magnussen.
Tríggir av fýra nevndar-
limum vóru skiftir út á
aðalfundinum hjá Smyril
Line hósdagin, og tað eru
bæði fyrimunir og vansar
við eini slíkari útskifting,
heldur nevndarformaðurin.
– Tað er kanska ein fyri-
munur, at tað kemur ein
frísk nevnd við nýggjum
vinklum í felagnum, men
nevndin missir tó eisini
nakað við, at tríggir nevnd-
arlimir fara í senn. Eg vil tó
siga, at royndirnar liggja
eftir í nevndini, tí Jónas
Hallgrímsson hevur verið
næstan frá byrjan, sigur
Thomas Magnussen.
Leiðslan í Smyril Line
hevur longu tikið ítøkilig
stig til at venda gongdini í
felagnum, og nevndarfor-
maðurin roknar við, at hetta
fer at geva úrslit.
– Í ferðavinnuni verður
arbeitt við longum tíðarhori-
sonti, og tí rokni eg við, at
fulla effektin av teimum
stigum, sum leiðslan hevur
tikið, fæst í 2006, og tá rokni
eg eisini við, at gongdin hjá
felagnum er vend, sigur
Thomas Magnssen
Qeb ?ftbbhiv ?rpfkbpp Kbtpibqqbo lc qeb Kloqe >qi^kqf` Obdflk KRRH ë OBVHG>SŒH ë Q∫OPE>SK ë IBOTF@H
ttt+_rpfkbpp^qi^kqf`+`lj
8ig]bYgg7h`Ubh]W
Introducing the Business Atlantic–the biweekly
newsletter of the North Atlantic region.
• The only dedicated news service on the market to
cover the North Atlantic as a region
• International readership–regional and global
perspectives, business intelligence and market insights
www.businessatlantic.com
Nýggi skiparin sær ljós fyri framman
Navn: Thomas Magnussen
Aldur: 42 ár
Hjúnarstøða: Sambúgvandi, trý børn
Útbúgving: Løgfrøðingur
Starv: Leiðari á Skeiðsdeplinum
Starvsroyndir: Deildarstjóri á Lønardeildini hjá
Fíggjarmálaráðnum, stjóri á Strandafaraskipum
Landsins, fulltrúði í fyrisitingini, v.m.
FAKTA
Nýggja
nevndin
Tríggir av fýra nevndar-
limum í Smyril Line vóru
skiftir út á aðalfundinum
í farnu viku. Klæmint
Weihe, nevndarformaður,
Jens Kári Vilhelm og
Morgan Goodlad tóku
ikki við afturvali. Nýggja
nevndin sær tí soleiðis út:
Thomas Magnussen,
formaður
Sandy Cluness
Edvard Heen
Jónas Hallgrímsson
Stjóri er Jan Walle
Úrslitið hjá Smyril Line í
2004 var eitt hall á 24
milliónir krónur
– Hetta er ein stór og spennandi uppgáva. Smyril Line er eitt
sterkt felag við dugnaligari leiðslu og góðum starvsfólkum, og
eg eri vísur í, at tað ber til at venda gongdini hjá felagnum,
sigur Thomas Magnussen, nýggjur nevndarformaður í Smyril
Line
Mynd: Jens Kristian Vang