mikudagur 15. juni 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 111 - 15. juni 2005
Men nú kemur hann,
lovar Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
ÚTRÓÐUR
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Útróðrarmenn
eru
nú
rættiliga ótolnir eftir at
politikararnir halda síni
lyfti.
– Í fleiri ár hava politik-
ararnir lovað okkum, sum
hava útróðrarbátar undir 15
tons, at vit eisini skulu
sleppa at rógva út sunnu-
dag, sigur Mannbjørn Sol-
munde, útróðrarmaður á
Tvøroyri.
Men tað sær ikki út til at
tað blívur til nakað.
Støðan er tann, at útróðr-
armenn við bátum undir 15
tons, hava ikki loyvi at
rógva út sunnudag.
– Tú kanst sparka bólt og
tú kanst selja rundstykki
sunnudagar. Tú kanst eisini
fiska akkurát, sum tú vilt
sunnudag - bara báturin er
størri enn 15 tons.
Mannbjørn
Solmunde
sigur, at hetta órógvar
útróðrarmenn í ólukkumát.
Hann nevnir Norðhavið í
ár, sum eitt dømi.
– Tað vísti seg, at sjey av
átta sunnudøgum, vit vóru
á Norðhavinum, var fínasta
veður. Tá var tað svárt at
noyðast at ganga og mala
ímillum húsini á Eiði,
heldur enn at sleppa til
útróðrar, serliga tá ið tað
annars viðraði ógvuliga
illa, sigur hann.
– Tað vóru nógvur bátar,
sum ikki høvdu meiri enn
átta dagar tilsamans alla
Norðahavstíðina, so tað er
skilligt, hvussu illa tað kom
við, at vit máttu liggja
bundnir í fínasta veðri, bara
tí at tað var sunnudagur.
Nú kemur hann
Men nú verður tað, at
útróðrarbátar undir 15 tons
eisini sleppa at rógva út
sunnudagar.
Tað lovar Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum.
Hann sigur, at forboðið
ímóti at fiska sunnudag,
stendur í eini umfatandi
kunngerð um fiskiskapin á
landleiðini.
Ætlanin er at broyta alla
kunngerðina og í tí sam-
bandi verður bannið ímóti
at fiska sunnudag, tikið av.
Landsstýrismaðurin sigur,
at kunngerðin er komin
ígjøgnum alla mylnuna og
hon hevur eisini verið fyri í
landssýrinum.
– Innanfyri 14 dagar, ella
so verður hon klár at lýsa
og so verður loyvt hjá
øllum at fiska sunnudag,
sigur Bjørn Kalsø.
Fiskavirking í Suð-
uroy er farin undir
eitt tiltak sum kann
gerast bjargingin hjá
útróðrinum
ÚTRÓÐRARFISKUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta verður bjargingin
hjá útróðrarflotanum.
Mannbjørn Solmunde á
Tvøroyri er ein av teimum
mongu útróðrarmonnun-
um, sum eru avbera fegnir
um eitt nýtt tiltak hjá
Fiskavirking í Suðuroy.
Fiskavirking í Suðuroy
hevur nú tikið stig til at
taka ímóti ókruvdum út-
róðrarfiski.
Tað merkir, at útróðrar-
menninir skulu bara blóðga
fiskin niður í rennandi ís-
vatn, so verður hann av-
reiddur ókruvdur.
Tað eru bæði Fiskavirk-
ing í Vági og Fiskavirking á
Tvøroyri, sum nú taka
ímóti ókruvdum útróðrar-
fiski.
Tá ið fiskurin so er av-
reiddur, verður hann kruvd-
ur á landi.
Hetta er ein nýggj leið í
føroyskari fiskivinnu, sum
Fiskavirking nú er farin í
holt við í samráð við út-
róðrarmenninar.
So vitt vit vita, eru onkrar
royndir gjørdar við at taka
ímóti ókruvdum toski, men
tað er dottið niðurfyri aftur.
Við upsa er hetta neyvan
roynt áður.
Hinvegin hava íslending-
ar tikið ímóti ókruvdum
fiski í fleiri ár við góðum
úrsliti.
Betri fisk og betri prís
– Hetta er ein roynd, sum
tænir fleiri endamálum,
siga
Petur
Johannesen,
virkisleiðari hjá Fiskavirk-
ing í Vági og Bjarni Han-
sen, virkisleiðari hjá Fiska-
virking á Tvøroyri.
Teir siga at í fyrsta lagi er
hetta ein roynd at fáa fiskin
so feskan og góðan á land
sum gjørligt.
– Hetta er ein roynd at
gagnnýta tann spillfeska
útróðrarfiskin betur og at
fáa ein serligan prís fyri
hann.
– Tað skuldi so aftur av-
speglast bæði í prísinum og
á avreiðingarprísinum.
Fiskavirking hevur roynt
hesa skipanina í nakrar
dagar.
– Tað er týðiligt, at fisk-
urin er sera góður, sum út-
róðrarbátarnir koma við og
okkara avbjóðing verður nú
at fáa ein góðan prís fyri
fiskin á marknaðinum, siga
virkisleiðarnir í Vági og á
Tvøroyri.
Allur fiskurin til
høldar
Men
kemur
fiskurin
ókruvdur á land, ber eisini
til at fáa allan fiskin til
høldar. Sostatt ber til at
taka bæði livur og annan
innvøl, umframt rogn, sil,
sum síðani kunnu avreiðast
víðari.
Fyribils hevur Fiskavirk-
ing í Suðuroy bara tikið
livrina frá, sum síðani er
seld til livravirkið á Eiði.
Men tey vænta at hitt kem-
ur seinni.
Fiskavirking hevur fingið
eitt serligt kryvjingarborð,
har tað ber til at skilja livur,
rogn, sil, sundmagar, garn-
ar og annað.
Í løtuni er bara ikki so
nógv livur í fiskinum. Tað
er ikki meiri enn 1,8%-2%
av livur í fiskinum í dag,
har tað átti at verið eini 8%
um hesa tíðina. Men tá ið
livurin er best, kemur hon
upp á 10%.
Tað tað er so lítil livur í
fiskinum nú, taka teir sum
eitt tekin um, at fiskurin
fær ov lítið at eta.
Teir báðir virkisleiðar-
arnir siga, at enn hevur lítil
toskur verið at fáa, so tað er
mest upsa, sum teir hava
tikið ímóti ókruvdum.
Bjargar
útróðrarflotanum
Mannbjørn Solmunde, út-
róðrarmaður fegnast stór-
liga um hetta tiltakið hjá
Fiskavirking. – Hetta er
eitt, sum útróðrarmenn
hava bíðað eftir í fleiri ár og
hetta kann vera tað, sum
bjargar okkum, sigur hann.
– Hetta er einasti glotti,
útróðrarmenn hava fyri
stavn, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tað hevur
stóran tydning at sleppa
undan at kryvja umborð.
– Er nógv at fáa, ber oft-
ani illa til at kryvja undan.
So mugu bátarnir leggja
mitt um dagin at kryvja til
langt út á kvøldið ístaðin
fyri at fiska.
– Nú kemur fiskurin
beinanvegin niður í ísvatn
hagar hann verður blóðgað-
ur og so fær hann frið. Og
tað sigur seg sjálvt, at tann
fiskurin er ikki líka góður,
sum tann, ið kann avreiðast
beinanvegin.
– Kann hesin fiskurin so
harafturat seljast sum ein
heilt serlig vøra, skal tað
nokk eisini, síggjast aftur í
prísinum sum frálíður.
Fáa meiri burturúr
Men
nú
útróðrarmenn
sleppa undan at kryvja um-
borð, kunnu útróðrarbát-
arnir klára seg við færri
monnum.
Við
teimum
smæstu bátunum er bara
ein maður við, men við
teimum, sum eru eitt sindur
størri, kunnu teir nú vera
ein ella tveir mans við og
sostatt fáa eina hampuliga
úrtøku, serliga tá ið prísurin
er lágur.
Tá ið teir skuldu kryvja
umborð, máttu teir kanska
vera fýra mans umborð og
tá bleiv so lítið í part.
– Sostatt er hetta ein
skipan, sum skuldi kunna
komið
bæði
útróðrar-
monnum og virkinum til
góðar, siga bæði virkisleið-
ararnir á Fiskavirking og
útóðrarmaðurin.
– Hevði tað eisini bøtt
um
møguleikarnar
hjá
livravirkinum á Eiði at
fingið rávøru, var vinn-
ingurin tvífaldur.
– Hetta er eitt tiltak, vit
halda at vit eru noydd til.
Tað nyttar ikki bara at
gremja seg um kappingina
frá kineserum. Hon hvørv-
ur ikki, hvussu vit so
grenja, tí er tað neyðugt at
vit sjálvi gera okkurt,
leggja teir afturat.
Útróðrarmenn í Suðuroy sleppa
nú undan a kryvja fiskin umborð
Hava bíðað í fleiri ár eftir sunnudegnum
– Tað er nógv fyri at noyðast ganga og mala ímillum húsini
ístaðin fyri at sleppa til arbeiðis, tá ið øll onnur kunnu arbeiða,
sigur Mannbjørn Solmunde, útróðrarmaður
Nýggjar tíðiri føroyskari fiskivinnu. Her standa menn hjá Fiskavirking á Tvøroyri og kryvja upsa
frá útróðrarbátum.Teir, sum hyggja at, eru, frá vinstru, Mannbjørn Solmunde, útróðrarmaður,
Bjarni Hansen, virskileiðari á Fiskavirking á Tvøroyri og Petur Johannesen, virkisleiðari hjá
Fiskavirking í Vági. Kryvjararnir báðir eru Michael Borgardal, v.m. og Sonni Petersen