Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 111 - 15. juni 2005 OLJUUMBOÐ Jan Müller jan@sosialurin.fo Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, sum hevur fingið tillutað leitiloyvi á føroyska landgrunninum, Chevron, hevur sett Halgir Winther Poulsen, sakførara at umboða felagið í Føroy- um. Chevron fekk tillutað leitiloyvi í 12. útbjóðing og skal sambart føroyskum reglum kjósa sær eitt um- boð í Føroyum. Tað hevur so eisini verið vanligt, at fyristøðufelag eisini letur upp skrivstovu í Føroyum. Petur Joensen, løgfrøð- ingur í Oljufyrisitingini sigur, at Chevron hevur ikki ynskt at lata upp egna skrivstovu í fyrstu atløgu. Adressan hjá Chevron er tí fyribils Fr. Petersensgøta 9, Tórshavn. Eysturríksa oljufelagið OMV, sum var við í 2. útbjóðing og fekk tillutað loyvi saman við Chevron og øðrum feløgum, skal eisini velja sær umboð í Føroyum, tó at felagið sum ikki er fyrsitøðufelag ikki nýtist at hava skrivstovu her. Petur Joensen frá Olju- fyristingii sigur, at teir hava givið felagnum eitt sindur longri skotbráð enn reglur- nar siga at fáa hetta í rætt lag. Tað hevur verið rættiliga ymiskt, hvussu feløgini, sum hava fingið leitiloyvi og serstakliga hava fingið lutin sum fyristøðufeløg, hava viljað livað upp til før- oyska luttøku í oljutil- gongdini. Feløg sum Ame- rada Hess og Statoil og BP, sum fingu leitiloyvi í 2000 og sum bundu seg til at bora brunnar, fingu sær egin umboð og skrivstovur í Føroyum. ENI, sum eisini hevði leitiloyvi valdi at lata upp skrivstovu men ikki at seta umboðmann burturav at standa fyri skrivstovuni. Í staðin var Ingi Højgaard sakførari settur at taka sær av teirra málum. Og tað ger hann framvegis. Hyggja vit eftir hinum feløgunum, sum eru virkin í leitingini við Føroyar, so eru hetta umboðini hjá fel- øgunum: Ben Arabo er stjóri hjá Amerada Hess, Niels Winther Poulsen um- boðar BG, Rúni Hansen er stjóri hjá Statoil, Tórmóður Djurhuus var umboð hjá Enterprise, sum tó varð keypt upp av Shell í fjør, Christian Ándreassen er umboð fyri Petro Canada, Hjarnar Djurhuus er stjóri hjá BP, Hákun Djurhuus umboðar Shell, Johan Mortensen Anadarko, Høgni Mohr Geysir og nú Halgir W. Poulsen Chevron. Petur Joensen sigur, at tað einasta, sum krevst sambart loyvinum, er, at felagið skal hava umboð í Føroyum. Men tá tað kemur hartil at fara undir at bora og hetta setir krøv til m.a. trygdina, tá er tað eisini eitt krav føroyskari siðu, at eitt fyristøðufelag veruliga hevur fótin fastan í Føroyum. Tað merkir oft- ast, at skrivstova verður latin upp. Chevron er í tí støðu, at hóast tað er fyristøðufelag, so hevur tað ikki bundið seg til at bora nakran brunn enn, tí tíansheldur at lata uppskrivostvu í Føroyum í løtuni. Hvat hendir seinni er so ein annar spurningur. Londini rundan um okk- um hava ymsar reglar og krøv í so máta. Danmark hevur krøv til fyristøðu- feløg men ikki til onnur oljufelag, ið eru virkin har. Noreg hevur nógv strangari reglur. Har skulu øll feløg, sum arbeiða í norskum øki, hava skrivstovu og eitt minstatal av fólki. Hetta eisini fyri at tvinga feløgini til at hava norskt innihald eisini. Stóra amerikanska oljufelagið Chevron hevur sett Halgir W. Poulsen, advokat at umboða seg í Føroyum Halgir W. Poulsen umboð fyri Chevron AÐALFUNDUR Jan Müller jan@sosialurin.fo Nú um dagarnar var aðal- fundur í Oljutinginum. Mangt áhugavert varð á skránni, eitt nú fyrilestrar um orku. Greitt varð frá tilgongdini hjá SEV sein- astu mongu árini og hvat framtíðin hevur at bjóða. Eisini varð greitt frá eini verkætlan, sum hevur til endamál at fara undir at menna alduorkuverk í Føroyum. Nevndarval var eisini. Nývald vórðu Regin Hammer og Louisa Fjalls- bak. Hinir nevndarlim- irnir eru: Tummas Pauli Mýri, Súsanna Sørensen og Pauli Einarsson. Næsta tiltakið hjá Oljutinginum er árliga heysttingið í september. STØRV Jan Müller jan@sosialurin.fo Vinnumálaráðið søkir í hesum døgum eftir stjóra til samanlagda stovnin Jarð- førðissavnið/Oljufyrisiting- ina. Hetta verður gjørt nú hesi báðir stovnar skulu leggjast saman í ein stovn. Arbeiðsøkið hjá stjór- anum verður at fyrisita kol- vetnisleiting á føroyskum øki, at kortleggja, savna og varðveita jarðfrøðiligt tilfar umframt at granska, ráð- geva og kunna um jarð- frøðilig evni og viðurskifti, standa fyri og luttaka í vís- indaligum kanningarar- beiði av týdningi fyri markseting og fyri gagn- ýtslu av ráevnum og loks- ins at leggja til rættis umsiting av orkumálum, herundir at tilevna uppskot til komandi orkupolitikk og el-veitingarlóg. Í dag situr Sigurð í Jákupsstovu sum stjóri fyri báðar stovnarnar. Hann varð settur sum avloysari fyri Martin Heinesen, táverandi stjóra á Jarðfrøðissavninum, tá hesin fór í farloyvi til annað starv. Hetta var fyri eitt 2 ára skeið, sum nú gongur út. Tá val varð útskrivað í fjør og Oljumálaráðið varð niðurlagt við nýggju sam- gonguni fór Herálvur Joen- sen, táverandi stjóri í Olju- málaráðnum í Fiskimála- ráðið og varð heitt á Sigurð í Jákupsstovu um at taka sær av Oljufyristingini eis- ini, tvs. saman við starv- inum á Jarðfrøðinssavn- inum. Tá varð so eisini farið at tosa um at leggja stovnar- nar saman í ein stovn. Nú er tað so komið hartil, at stovnarnir verða lagdir saman og skal tí ein stjóri røkja hesar báðar saman- løgdu stovnarnar i fram- tíðini. Nýggj andlit í Oljutinginum. Regin Hammer og Louisa Fjallsbak eru nýggir nevndarlimir í Oljutinginum. Tummas Pauli Mýri (hm.) Oljutingið nýggja nevnd Stjóri setast fyri Jarðfrøðissavn og Oljufyrisiting Sigurð í Jákupsstovu, sum hevur havt leiðsluna á Jarðfrøðissavninum og Oljufyrisitingini í eina tíð. Nú verða hesir báðir stovnar so lagdir saman og stjórastarv lýst leyst.