Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Frá at hava verið eitt niðurprioriterað leiti- øki í heimshøpi er nú vent í holuni. Atlants- mótið og harvið eisini Føroyaøkið hevur veruliga fingið fasta- tøkur í oljufeløgini, sum fara at bora ikki færri enn 10 brunnar komandi tvey árini OLJULEITING Jan Müller Atlantsmótið og harvið eis- ini Føroyaøkið hevur fingið rættiligan vind í segluni, síðani eitt stórt oljufund varð gjørt við markið í fjør. Altjóða oljufeløg vísa støð- ugt størri áhuga fyri øki- num, og hóast tað er sera dýrt at leiga boripallar, so bendir einki á, at feløgini halda seg aftur at bora her um okkara leiðir. Sambart upplýsingum, sum VINNUSÍÐURNAR hjá Sosialinum hava fingið uppspurt, so er møguleiki fyri, at tað verða boraðir einir 10 leitibrunnar í 2006 og 2007. Av teimum ein lítil helvt á føroyska landgrunn- inum. Fýra brunnar eru eftir at bora frá 1. Útbjóðing og skulu teir borast í seinasta lagi 2006. Tað ljóðar, at samráðingar um at flyta hesar brunnarnar inn á onnur øki enn teir vóru ætlaðir frá fyrstan tíð, eru komnar rættiliga langt, so ein loysn fæst í summar ella í heyst. Tað skilst, at BP, sum hevur pliktað seg til at bora tveir brunnar, er í samráðingum við Anadarko um at bora ein brunn á basaltinum í 9 ára loyvinum hjá hesum felag- num. Av tí at ein brunnur á basaltinum verður so nógv dýrari, verður mett skila- gott at leggja tveir brunnar saman til ein basaltbrunn. Sama tykist henda við brunnunum hjá Amerada Hess og Statoil. Eftir øllum at døma verða hesir brunn- ar fluttir til. 9 ára loyvið hjá Statoil og verða lagdir sam- an til ein sonevndan basalt- brunn. Tvs. at vit í kom- andi ári fáa tveir brunnar boraðar á øki við nógvum basalti. Hetta kann geva oljuvinnu og myndug- leikum týðandi upplýsingar um jarðfrøðina undir basaltinum og vónandi eisini enda við veruligum oljufundum. Aftrat hesum brunnum verður so tosað um at bora brunnar heilt úti við mark- ið. Her er tað Chevron, sum sagt frá, at tað kann koma uppá tal at bora í 2006 ella 07 í einum øki, sum liggur beint upp at Rosebank- fundinum, sum felagið gjørdi í bretskum øki í fjør. Tað skilst so eisini, at arbeitt verður við at finna boripall at bora einar tríggjar avmarkingarbrunn- ar rundanum um Rose- bankfundið. Og nú frætta vit so,at Chevron og Mærsk umhugsa at bora ein leiti- brunn longur norðari við markið. Aftrat hesum kann nevnast, at Amerada Hess situr á Cambofundinum, eisini á bretskum øki nær við markið. Lítið hevur verið at hoyra um hetta fundið, men tað skilst, at her er talan um eitt stórt fund. So her kunnu vit helst eisini rokna við nýggjum brunnum í næstu framtíð. Bæði Dong og Chevron eru við í hesum loyinum, og skilst, at tey fegin síggja, at farið verður víðari við hesum fundinum. Eisini skal nevnast, at Faroe Petroleum hevur upp- lýst, at tað er ikki óhugs- andi, at tað fer at seta borin í føroysku undirgrundina í næsta ár ella skjótt aftaná tað. Hetta eru so bara nøkur av boðunum uppá, hvat vit kunnu vænta á Atlantsmót- inum av borivirksemi kom- andi tvey árini. Nr. 111 - 15. juni 2005 23 UMBOÐ Jan Müller jan@sosialurin.fo -Vit hava fingið áheitan frá Chevron at umboða felagið í Føroyum og hava tikið av hesi áheitan og fara at gera okkara heima- arbeiði so væl vit eru mentir sigur Halgir W. Poulsen, eftir at hann biðin um at taka sær av uppgávum hjá Chevron í Føroyum. Halgir er ikki ein og hvør í oljuhøpi. Hann er kanska ein av teimum føroyingunum, sum hevur verið mest við í allari oljutilgongdini her heima, frá tí at vit fóru undir samráðingar við danir um yvirtøku av undirgrundini, víðari til samráðingarnar við bretar um ásetan av marki og loksins hevur hann verið við í arbeiðinum at skipa eitt lógar- regulverk fyri eini oljuvinnu. Skriv- stovan í Fr. Petersensgøtu hevur so eisini royndir við at taka sær av áhugamál- unum hjá skiftandi olju- feløgum, sum eru komin og farin og har nøkur í dag hava fingið sínar egnu skrivstovur og fólk. Áheitanin frá Chevron er tikin til eftirtektar og hetta er so eisini bara ein nátturligur partur av okk- ara arbeiði sigur Halgir W. Poulsen. Hann vísir á, at roknast kann við at felagið sum frálíður og tá tað fer at bora á land- grunninum fær sær sína egna skrivstovu og síni egnu fólk. Halgir W. Poulsen dylur ikki fyri at oljutilgongdin hevur áhuga hjá øllum føroy- ingum. –Vónandi verður tað ikki ov leingi, til oljan verður funnin. Tað vóna øll. Vit hava brúk fyri nógvum pengum í Føroy- um, nú vit eisini skulu til at menna okkara egnu uttanríkistænastu. Føroyski Chevronumboðsmaðurin: -Vónandi finna vit olju Samráðingarnar millum oljufeløgini og Oljufyrisit- ingina um at fáa eina skila- góða loysn við írestandi fýra brunnunum frá 1. Rundu eru komnir væl áleiðis. Her tosar Sigurð í Jákupstovu, stjóri á Oljufyrisitingini við føroyska BP stjóranm Hjarnar Djurhuus, á eini samkomu í London. Aftan- fyri Wilhelm Petersen stjóri í Atlants Kolvetni og Líggjas í Bø, nevndarformaður í Tjaldur. Mynd Jan Müller Nógv virksemi á Atlantsmótinum næstu árini: Oljufeløg fara at bora einar 10 brunnar