mikudagur 15. juni 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 111 - 15. juni 2005
FØROYABANKI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eyðfinn Magnussen starv-
ast á Fróðskaparsetri Før-
oya og er útbúgvin biolog-
ur.
Heitið á fyrilestrinum,
sum hann helt í Nóatúni,
var: "Føroyabanki – eitt
vakstrarparadís hjá fiski",
og fyrilesturin byggir á tær
kanningar, sum hann hevur
gjørt á Føroyabanka.
Eyðfinn samanbar eitt nú
vøksturin hjá fiski, sum
livir á Bankanum í mun til,
hvussu hesi fiskasløgini
veksa aðrastaðni.
- Rákið er soleiðis háttað,
at sjógvurin í stóran mun
heldur seg inni á Bankan-
um. Á hendan hátt er Før-
oyabanki ein sjálvstøðugt
vistfrøðilig skipan, har um-
hvørvið hevur sett síni
serstøku eyðkenni á fleiri
fiskasløg og aðrar livandi
verur á Bankanum.
"Bankatoskurin"
Eyðfinn vísti á, at kendasta
av hesum er helst "banka-
toskurin", sum hann verður
róptur.
- Tað hevur leingi verið
kent, at toskurin á Føroya-
banka veksur óføra skjótt –
ja, so skjótt, at hann telist
millum skjótast vaksandi
toskasløgini í heiminum.
Hann reisti eisini spurn-
ingin, hví toskurin á Føroya-
banka veksur so skjótt? Er
tað okkurt serligt við banka-
toskinum, ella er tað um-
hvørvið á Bankanum, sum
skapar tann góða vøksturin?
Hesar áhugaverdu spurning-
ar viðgjørdi Eyðfinn eisini í
sínum fyrilestri.
Eru umstøðurnar
framúr góðar?
Eyðfinn segði, at tað
serliga eru føði og hiti, sum
stýra vøkstrinum hjá fiski,
og somuleiðis hevur tann
"genetiski komponenturin",
sum hann tók til, eisini sín
týdning.
- Jú, heitari sjógvurin er,
og jú meira fiskurin hevur
at eta, tess skjótari veksur
hann. Men eru vakstrar-
umstøðurnar serstaka góðar
á Bankanum, átti hetta tí
eisini at sæst aftur hjá hin-
um
fiskasløgunum,
ið
finnast har.
Til tess at fáa greiðu á
hesum spurningi, hevur
Eyðfinn kannað vøkstur-
in hjá 14 ymiskum fiska-
sløgum á Bankanum og
samanborið við, hvussu
hesi fiskasløgini veksa
aðrastaðni í heiminum.
- Samanberingin fevnir
soleiðis um úrslit frá 62
ymiskum kanningum úr 35
ymiskum økjum. Tey 14
fiskasløgini vórðu býtt
sundur í 2 bólkar: Tey sløg-
ini, sum eru alt sítt lív á
Bankanum og so tey ferð-
andi fiskasløgini, sum bert
ein part av lívinum eru á
Bankanum.
Hann helt fyri, at um tað
er okkurt serstakt við um-
hvørvinum á Bankanum,
kann væntast, at vøksturin
hjá teimum fastbúgvandi
fiskasløgunum skilir seg
burtur úr vøkstrinum hjá
Føroyabanki – eitt vak
Fiskasløgini, sum alt sítt lív eru á Bankanum,
veksa í miðal 27 % skjótari enn aðrastaðni, har
hesi fiskasløgini finnast. Hjá teimum sløgum,
sum ikki hava fast tilhald á sjálvum
Bankanum, er vøksturin væl lægri. Hetta segði
Eyðfinn Magnussen, sum hevur gjørt kann-
ingar á Føroyabanka síðan 1992, í fyrilestri í
Nóatúni í vár