Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 15. juni 2005 25 kstrarparadís hjá fiski líknandi sløgum aðrastaðni, meðan tey ferðandi fiska- sløgini ikki vaksa øðrvísi. - Og tað var júst hetta, sum kanningin vísti. Tey fastbúgvandi fiskasløgini á Bankanum veksa í miðal 27% skjótari enn aðra- staðni, meðan vøksturin hjá teimum ferðandi sløgunum er á sama støði sum aðra- staðni, segði Eyðfinn Magnussen. Dýpið avgerandi Vøksturin er tó tengdur at dýpinum, har fiskurin livir. - Tað er týðiligt, at tað eru tey fiskasløgini, sum liva uppi á sjálvum Bank- anum, sum hava tann besta vøksturin. Djúpari, vit fara, tess seinni veksur fiskurin. Eyðfinn helt, at orsøkin til hetta ivaleyst er, at á størri dýpi gerst sjógvurin kald- ari, og at vit tá heldur ikki longur eru á sjálvum Bankanum. - Sjálvur Føroyabanki strekkir seg út á umleið 200 m. dýpi. Kanningar hava eisini víst, at tað serliga er her, at sjógvurin er støðu- fastur og melur í klingur. Tunga og knurrhani Eyðfinn vísti á, at tað er eisini á tí grunna partinum av Bankanum, at vit finna nógva nebbasild og høggu- slokk. Hesi eru høvuðs- føðin hjá toski og hinum størru fiskasløgunum, sum halda til har og eiga ivaleyst ein stóran part av heiðrin- um fyri góða vøkstrinum, ið vit finna hjá fiskasløg- unum, sum halda til í hesum økinum. Nebbasild og høgguslokkur eru tó ov stór at eta hjá tungu og knurrhana. Hesi bæði fiskasløgini liva vanliga av bustmaðkum og smáum krabbadýrum, og teimum er ikki so nógv til av á Bankanum. - Hetta er helst orsøkin til, at vøksturin hjá tungu og knurrhana ikki skarar framúr á Føroyabanka, segði hann. Í áhugaverda fyrilestrin- um vísti Eyðfinn á, at tá ið vit vita, at tað serliga er føði og hiti, sum stýra vøkstrinum hjá fiski, eru tað helst eisini hesi viður- skifti, sum eiga ein stóran part av heiðrinum fyri góða vøkstrinum á Føroyabanka. - Tað er týðiligt, at tað eru tey fiskasløgini, sum liva uppi á sjálvum Bankanum, sum hava tann besta vøksturin. Djúpari, vit fara, tess seinni veksur fiskurin, segði Eyðfinn Magnussen, biologur, sum hevur gjørt kanningar á Føroyabanka síðan 1992 - Tað hevur leingi verið kent, at toskurin á Føroyabanka veksur óføra skjótt – ja, so skjótt, at hann telist millum skjótast vaksandi toskasløgini í heiminum, segði Eyðfinn Magnussen Mynd: Vilmund Jacobsen