Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 111 - 15. juni 2005 Atlantic Petroleum verður nú sum fyrsta føroyska felag skrá- sett á íslendsk-før- oyska virðisbræva- marknaðinum, og tað heldur Jóannes Eides- gaard vera eitt stórt framstig fyri føroyskt vinnulív VIRÐISBRÆVA- MARKNAÐUR Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo - Hetta er avgjørt eitt markamót fyri føroyingar og fyri føroyskt vinnulív. Tað eru tvær søguligar hendingar í hesum. Fyri tað fyrsta fáa vit ein føroyskan virðisbrævamarknað, sum gevur føroyskum feløgum og fyritøkum møguleika at skráseta seg og blíva virðis- mett. Og vit fáa við At- lantic Petroleum tað fyrsta føroyska felagið, sum skrásetir seg, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, nú Atlantic Petroleum verður skrásett á íslendsk-føroyska virðisbrævamarknaðinum. Ein nýggjur heimur Løgmaður sigur, at hetta er eitt framstig í mun til tað, sum hevur verið galdandi á økinum áður, tí okkara fíggjarheimur hevur verið ógvuliga stirvin. - Hetta er ein fullkomi- liga nýggjur heimur, tá tað snýr seg um at umsita sínar ognir. Tað er nógvur deyður kapitalur í Føroyum, og hesin má gerast aktivur, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Serliga áhugavert júst nú Jóannes Eidesgaard heldur, at hetta framstigið kemur í einum tíðarskeiði, sum er serliga áhugavert. Við ein- ari søguligari lágari rentu átti tað at verið meira áhug- avert fyri føroyskan kapital at sett peningin í virkin feløg, heldur enn at hava peningin standandi á bók, har avkastið er lítið vegna ta lágu rentuna. Tørvur á váðafúsum kapitali - Hetta kemur at fáa stóran týdning fyri føroyskt vinnulív. Trupulleikin er váðafúsur kapitalur. Okk- ara fyritøkur her heima eru ofta lítlar og kapitalveikar í mun til fyritøkur úti í heimi. Virðisbrævamarkn- aðurin er eitt framstig í so máta, sigur løgmaður. Jóannes Eidesgaard sigur, at virðisbrævamarkn- aðurin kemur í tøkum tíma, tí hetta er mátin, sum onnur norðurlendsk lond brúka. Løgmaður: Fullkomiliga nýggjur heimur Bjarni Djurholm: Peningurin hevur ligið deyður - Tað er positivt, at vit fáa gongd á arbeiði við virð- isbrævamarknaðinum, tí vit mugu ásanna, at pen- ingurin í stóran mun hevur ligið deyður, sigur Bjarni Djurholm, landsstýris- maður í vinnumálum. Bjarni Djurholm sigur, at nú verður stóra takið at fáa innarbeitt nakrar arbeiðsgongdir. - Føroyingar eru vanir at seta pengar á bók. Harvið er peningurin deyður. Tað kemur kanska óvart á fólk, men kapitalur manglar ikki í Føroyum. Men vit mugu konstatera, at pen- ingurin í stóran mun hevur ligið deyður, sigur Bjarni Djurholm, landsstýris- maður í vinnumálum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at ein ávís konservatisma hevur valdað í Føroyum hesum viðvíkjandi. - Tað hevur nakað við hugburð at gera, og virð- isbrævamarknaðurin er eitt stig á rættari leið, tí hann er alneyðugur, sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnu- málum. Partapeningurin í partafelagnum At- lantic Petroleum er 74 milliónir krónur, og felagið hevur eitt virði upp á 111 milli- ónir krónur, nú fel- agið verður skrásett á virðisbrævamarknað- inum VIRÐISBRÆVA- MARKNAÐUR Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Í dag verður Atlantic Petroleum, sum føroyskar fyritøkur og privatpersónar fyri tað mesta eiga, skrásett á íslendsk-føroyska virðis- brævamarknaðinum sum fyrsta føroyska felagið. Fel- agið verður skrásett á ís- lendska virðisbrævamarkn- aðinum ICEX. Virðis- brævamarknaður Føroya er partur av ICEX. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur, at skrásetingin fer at víðka munandi um møguleikar- nar fyri vøkstri. Aðalsetn- ingurin hjá Atlantic Petr- oleum er at verða eitt veru- ligt oljufelag, sum luttekur í leiting og framleiðslu av olju. - Skrásetingin fer at geva okkum øktar møguleikar at menna felagið soleiðis, at vit kunnu fylgja løgdu ætlan felagsins um at verða eitt virkið oljufelag, sum luttekur í leiting, útbygging og framleiðslu av olju og- gassi geva eitt gott avkast til íleggjarnar, sigur Wil- helm Petersen, stjóri, í tíðindaskrivi. Lættari at keypa og selja At Atlantic Petroleum verður skrásett á virðis- brævamarknaðinum merkir ítøkiligt, at partabrøv hjá felagnum kunnu keypast og seljast á hesum marknaði. Avleiðingin verður vænt- andi, at tað verður lættari hjá partaeigarum at selja og keypa, samstundis sum partabrøvini verða virðis- mett á virðisbrævamarkn- aðinum. Lættari atgongd til kapital Wilhelm Petersen sigur, at felagið í longri tíð hevur arbeitt við hesi verkætlan. - Nú komið er undir land, verður meir orka løgd í at náa øðrum settum málum, og verður skrásetingin eitt nýtt amboð, ið skal nýtast í hesum sambandi. Skráset- ingin fer millum annað at gera tað smidligari at økja um virksemi felagsins við tað, at atgongd til váðafúsan kapital gerst lættari, sigur Wilhelm Petersen, stjóri. Treytir fylgja við Fyri at verða skrásett á virðisbrævamarknaðinum skal eitt felag, í hesum føri Atlantic Petroleum, lúka ávísum treytum. Týdningarmesti tátturin er, at Atlantic Petroleum skal syrgja fyri, at allir keyparar og seljarar hava somu upplýsingar um felagið. Hetta er fyri at tryggja, at gjøgnumskygni er so gott sum gjørligt, soleiðis at partaeigarar ikki keypa og selja á skeivum grundarlag. Atlantic Petroleum verður sum nevnt skrásett á ICEX í dag, og til ber at kunna seg um prísin á parta- brøvum á heimasíðunum www.icex.is ella www.vmf.fo. Um tú vilt keypa partabrøv í felagnum, skalt tú venda tær til Kaupthing ella før- oysku peningastovnarnar. Virðisbrævamarknaðurin fer at gera arbeiðsgongdir- nar smidligari, og eg vil fegin ynskja Atlantic Petroleum tillukku, nú teir verða fyrsta felag, sum verður skrásett á virðis- brævamarknaðinum, sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum Mynd: Jens Kr. Vang - Mann tosar nógv um at einskilja fyritøkur. Nú hava vit so fingið virðisbrævamarknaðin. Tað at vit seta hol á eina einskiljing av almennum fyritøkum er sera áhugavert í hesum sambandi, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður Mynd: Jens Kr. Vang Atlantic Petroleum væl fyri Skrásetingin fer at gera tað smidligari at økja um virksemi felagsins við tað, at atgongd til váðafúsan kapital gerst lættari, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum Mynd: Jens Kr. Vang