mikudagur 15. juni 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 15. juni 2005
27
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Verður euran tikin av døg-
um? Fara Týskland og Italia
burturúr euro-samarbeið-
inum?
Hetta eru nakrar av teim
heldur álvarsligu evnunum,
sum orðaskiftið nertir við í
hesum europeisku kreppu-
døgum.
Euro-afturgongdin held-
ur fram. Fólkaatkvøðurnar í
Frankaríki og Hollandi,
sum søgdu nei til eina
nýggja ES-grundlóg, skapa
framvegis trupulleikar á tí
politiska økinum. Og óviss-
an um euro’na heldur fram
og setir síni spor í valuta-
handlinum.
Kurvumyndin, sum vísir
handils-lutfallið
millum
euro og dollar, hevur farnu
viku víst framhaldandi
styrking av dollar, og
tilsvarandi afturgongd fyri
euro. Dollarin, sum var í
støðugari afturgongd fram
til nýggjárs, vendi so
brádliga, og stendur í dag á
sterkasta støði í meir enn
níggju mánaðir.
Amerikanska síðan
Støðan í USA er væl meira
stabil enn í Europa í løtuni.
Men fleiri av teim gomlu
búskaparligu problemunum
í USA, sum Vinnusíðurnar
fyrr hava viðgjørt, eru als
ikki loyst enn. Hallið á
handilsjavnanum, tað er
munurin millum inn- og
útfluttar vørur, er enn ovur
stórt. Fyri apríl vaks hallið
við gott 6% til $57 milli-
ardir.
Samlaða hallið fyri 2004
var $618 milliardir, og tað
væntast at blíva uppá meira
enn $700 mia. í ár. Til sam-
anberingar er hallið í USA
uppá gott - 6% av brutto-
framleiðsluni (GDP), með-
an tað er positivt í euro-
økinum, uppá + 0,5%.
Í farnu viku vístu fram-
leiðslutøl í USA eisini ein
fallandi tendens. Fyri 1.
ársfjórðing var vøksturin
undir tað væntaða talið, og
hetta legði eitt vist trýst á
dollaran.
Oljuprísurin liggur støð-
ugt høgt í ár, $50 til $55
fyri tunnuna, meðan prís-
urin í juni í fjør var $35-37.
Í apríl í ár fall oljuprísurin
nakað, og hetta ávirkaði
amerikansku handilstølini
soleiðis, at samlaði prísurin
á innfluttum vørum í USA
fall við 1,3% í apríl.
Ein
onnur
strukturel
grund til at vænta styrktan
dollara framyvir er, at
rentumunurin millum euro-
økið og USA helst økist.
Stjórin ó amerikanska the
Fed, Greenspan, boðar frá
rentuhækking í smáum
stigum. USA-rentan er í
løtuni 3,25%, men í Europa
bert 2,0% og hetta hevur
verið støðið í longri tíð.
Europeiska síðan
Euran líkist í hesum døgum
einum kavabólti, sum er
farin á rull, og eingin dugir
rættiliga at siga, hvar ið
hann endar. Tað kann
møguliga vísa seg, at fólk
hava verið ov íðin at selja
euro, at kursurin er blivin
ov lágur, so at tendensurin
fer at venda aftur. Men hin
vegin eru eisini tekin um
óvissu og ósemju í euro-
samtakinum.
Løtuvinningur í Italia
Italia hevur eina sam-
gongustjórn við tí korrupt-
ións-ákærda
vinnulívs-
manninum
Silvio
Berlusconi
á
odda.
Í
samgonguni er eisini ein
lítil høgrasinnaður loys-
ingarflokkur, Liga Nord,
sum nú sigur, at teir heldur
vilja hava gomlu liruna
aftur.
Ofta er tað so, at stjórnir,
sum hava lítlan stuðul í
fólkinum, royna at finna
sær ein syndabukk. Bú-
skaparliga støðan í Italia er
slett ikki góð. Hon er fak-
tisk so vánalig, at eingilska
blaðið "The Economist"
hevði sergreinir um landið í
mai í ár, har teir kallaðu
Italia fyri "the real sick man
of Europe", tann veruliga
sjúki maðurin í Europa.
Berlusconi dugir at brúka
stór orð, men lítið kontant
er komið burturúr teim fýra
árunum, hann hevur sitið
sum stjórnarleiðari. Tó
hava hansara egnu privatu
fyritøkur og forrætningar
trivist óvanliga væl. hesa
tíðina. Nettup hetta fyri-
brigdi, samanblanding av
privatum og almennum
málum, er kanska eisini
tekin um italsku sjúkuna.
Berlusconi er óskikkaður,
ella "unfit to be prime
minister of Italy," sum The
Economist
tekur
til,
21.5.05.
Tað
merkisverda
er
kanska ikki at justitsrá-
harrin hjá Liga Nord,
Roberto Castelli, sendir
eina sovorðna neyðrakett
upp um eina nýggja liru,
men heldur at Berlusconi
ikki vísir hesum speku-
latiónum aftur.
Týskur longsil eftir
D-mark?
Tað eru ikki nógv, sum taka
italska gramlið í álvara.
Men sakin er ein onnur, tá
politikkarar og búskapar-
frøðingar í Týsklandi, sum
er størsta landið í ES við 80
mill. íbúgvarum, fer at
skifta orð um euro’na. Fer
Týskland burtur úr gjald-
oyrissamtakinum, so koll-
apsar euran beinan vegin.
Eingin týskari við ábyrgd
hevur enn úttalað seg al-
ment um møguleikan. Men
á fundi 25. mai hava fíggj-
arráðharrin Hans Eichel og
adrir topp-búskaparfrøð-
ingar skift orð um málið.
Tað
nevnir
Politiken
10.6.05. Framvegis skrivar
blaðið, at týskir búskapar-
frøðingar
ongatíð
hava
elskað euro’na. Sama er
galdandi fyri týska lands-
bankan, Bundesbank, sum
alla tíð arbeiddi ímóti at fáa
eina nýggja felags valuta-
eind.
Fyrsta januar 1999 bleiv
euran til veruleika. Meira
enn seks ár eru farin, og
týskarar eru enn skept-
ikarar í hesum máli. Týski
búskapurin hevur ikki haft
stórar fyrimunir av euro’ni.
Men tey nýggju londini
hava haft stórar fyrimunir
av lágu rentuni, sum fylgdi
við. Týskland hevur brúkt
nógva orku uppá innlim-
ingina ella sameiningina av
DDR og BRD. Arbeiðs-
loysið er enn himmalhøgt
eystanfyri, eini 20%, með-
an tað í landunum sum
heild er umleið 10%. Bú-
skapurin veksur sera spaku-
liga.
Samstundis hava ES-
londini, sum ikki hava euro
sum gjaldoyra: Svøríki,
Danmark og Bretland lægri
arbeiðsloysi, skjótari vøkst-
ur í framleiðsluni og onnur
positiv tekin um ein sterkan
búskap, sum euro-londini
mangla. Spurningurin er,
um euran einsamøll kann
forklára hesar andsagnir.
Tað tykist ikki vera so.
Heldur er tað, at leiðandi
duettin,
Týskland
og
Frankaríki, hevur verið ov
seinfør við búskaparligum
umleggingum og ábótum.
Henda kreppan,
og hinar
Fyri mongum árum segði
general de Gaulle eisini
"non" og parkeraði Franka-
ríki burturfrá EEC í fleiri
ár. Hin tiltikna eingilska
jarnlady’in Mrs Thatcher
svingaði í 1984 við hond-
taskuni og kravdi at Bret-
land fekk avslátt. Hon vildi
ikki gjalda tað, sum var
avtalað í innlimingarskjal-
inum frá 1973. "I want my
money back," rópti hon, og
fekk sín vilja.
Tað var tá, so sigur søgan
á eingilskum, at táverandi
franski prime ministarin
Chirac venaðist, og segði: "
next time she will demand
my balls." (Michael Seid-
elin í bókini "Den stenede
vej mod unionen", s 131).
Tað danska "nej" til Maast-
richt er eisini kent. Allar
hesar kreppur høvdu ein
fokus, sum flest øll vóru
samd um. Ósemjan millum
lond og leiðarar kundi
lokaliserast.
Patienturin er sjúkur,
men hvat feilar
honum?
Hesaferð er tað klárt, at
patienturin er sjúkur. Men
hvør er diagnosan? Hvar
situr sjúkan. Tað eru lond
og stjórnir ósamd um.
Henda traktat um felags
grundlóg, sum fekk nei úr
Frankaríki og Hollandi, var
sjálvsagt eitt kompromis,
har Blair og Bretland vildu
hava sum minst á tí sosiala
økinum. Hinumegin Erma-
sund søgdu franskmenn
nei, tí traktatin var "angel-
saksisk liberalisma." Hóast
74% av franskmonnum
trúgva, at tað ber til at
samráðast av nýggjum, og
fáa eina meiri sosiala
traktat burturúr, so man
hetta vera ein illusión, ein
hvørvimynd. Hetta vóru
eisini argument, sum ein
partur av franska sosial-
istaflokkinum, sum sveik
flokslinjuna, brúkti sum
agn, fyri at fáa veljararnar
at stemma ’non’.
Fundur við
óvissum úrsliti
Tá stjórnarleiðarar møtast í
Bruxelles nú hósdag og
fríggjadagin, kemur vænt-
andi lítið burturúr. Rati-
fikatións-processin (góð-
kenningin) av traktatini
steðgar í veruleikanum
upp. Ella rættari, hon er
longu uppsteðgað. Eingin
fólkaatkvøða
verður
í
Bretlandi, og heldur ikki í
Danmark í hesum umfari.
Antin semjast leiðararnir
um "time-out" og so má
tíðin vísa, hvat seinni
kemur burturúr. Ella teir
kunnu slett ikki semjast, og
tá man hvørt landið sær
taka sær "time-out". So
skal kanska hugsast og
bíðast til bæði Chirac,
Schröder, Berlusconi og
Blair eru pensioneraðir. Tað
vil siga at ES verður sett
uppá "stand-by" eini 2, 3
ella 4 ár.
Hesaferð er tað klárt, at
patienturin er sjúkur. Men
hvør er diagnosan?
"Spurningurin er, um tey
25 ES-londini kunnu semj-
ast um eina traktat, sum
meira enn hendan ger
øllum til vildar"
"Fer Týskland burtur úr
gjaldoyrissamtakinum, so
kollapsar
euran
beinan
vegin"
Búskapur, Eurokreppa
og politiskt ráðaloysi
Gjaldoyra Miðalkursur
USD
(USA DOLLARS )
616,910
GBP
(PUND STERLING )
1113,450
SEK
(SV. KR. )
80,300
NOK
(N. KR. )
94,810
CHF
(SCHW. FRANCS )
483,850
ISK
(ISL. KR. )
9,403
CAD
(CAN. DOLLARS )
490,680
JPY
(JAP. YEN )
5,64840
AUD
(AUSTR. DOLLARS )
469,180
NZD
(NEW Z. DOLLARS )
434,350
HUF
(UNG FORINTER )
2,981
XDR
(SDR )
901,130
EURO
(EURO )
744,120
kelda: www.sparikassin.fo