hósdagur 16. juni 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 112 - 16. juni 2005
- Tey árini eg havi ver-
ið postboð, havi eg so
ongatíð møtt nøkrum
illum persóni. Aldrin,
sigur postboðið í Hós-
vík, Lis Hansen.
Hennara ruta fevnir
um Hósvík og Hvalvík
og í alt eru 153 húski á
rutuni
POSTFLUTNINGUR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hósvík: Tann eyðkendi blái
bilurin er komin í túnið í
handlinum
hjá
Birgit
Olsen. Út úr bilinum kemur
ein kvinna í tí eyðkenda blá
litinum sum postboðini
hava.
Lis Hansen er stutt
frammanundan byrjað á
rutu síni við havnalagið í
Hósvík, og er nú komin
nakað miðskeiðis í bygd-
ina. Nú skal posturin berast
til handilin hjá "Esmar
Olsen".
Hon gevur postin til
handilskvinnuna Birgit, og
fær frá henni ein kláran
posa við nøkrum ørkum
innií: Eitt tilboðsblað.
Hetta tilboðsblaðið frá
handlinum skal berast út í
øll húski í Hósvík, Hvalvík,
Streymnesi og Saksun, nú
Sundalagsstevnan stendur
fyri framman.
Klokkan er farin at
nærkast 10 og Lis er klár at
fara víðari til næstu húsini í
bygdini.
Tað er ferð á henni og
henni dámar arbeiðið sítt
væl. Fólk eru altíð blíð at
koma til - eisini tá tey fáa
teir eyðkendu rútabræv-
bjálvarnir.
153 húski
Hvønn einasta morgun, tá
onnur fólk júst er komin á
føtur, er Lis Hansen longu
møtt til arbeiðis á posthús-
inum á Oyri saman við hin-
um postboðunum.
Klokkan er ikki nógvar
minuttir yvir 7, tá hon fer í
holt við at skilja postin
sundur til tey 153 húskini á
hennara rutu.
Eftir hetta leggur hon alt
til rættis og fer síðani við
sínum postbili koyrandi
móti Hósvík. Her byrjar
rutan.
Havnaøkið í bygdini er
sunnasta og fyrsta staðið,
har hon skal bera postin út,
og soleiðis gongur tað allan
vegin gjøgnum Hósvík og
norður til Hvalvíkar.
Í Hvalvík byrjar hon við
tey fyrstu húsini í bygdini
og heldur síðani á til tey
norðastu húsini, - tey húsini
hagar markið til Streymnes
gongur. Har steðgar hon, tí
Streymnes hoyrir nevniliga
við til hennara postrutu.
Mest týsdag
At ganga soleiðis við posti
krevur sína tíð, og tíðin, ta
tekur at bera allan postin út,
er eisini ójøvn.
- Tað er minni at gera
mánadagar nú - nei, tað vil
siga, at soleiðis var tað fyrr.
Í dag er tað ikki so.
- Tað vísir seg, at nú
bløðini eru tikin burtur úr
rutunum, so er allir dagar
rættiliga líkir, hvat posti
viðvíkur, sigur hon.
Tysdagur er kortini ein
dagur, har tað kann verða
meiri av posti. Hetta er
orsakað av, at henda dagin
skal ofta postur berast út og
sum skal í hvørt einasta
húski í bygdini.
Og eftir nøkur ár í bransj-
uni kann Lis bara staðfesta,
at fólk altíð eru blíð, tá hon
kemur á gátt - eisini tá
rokningar
eru
millum
postin.
- Tey eru altíð blíð, og tey
geva so ikki mær skuldina
fyri rokningarnar, sigur hon
við einum brosi.
Skal kenna nøvnini
Eitt sum hevur sermerkt
arbeiðið hjá Lis er at hon í
verleikanum er fastur av-
loysari hjá hinum post-
boðunum á Posthúsinum á
Oyri.
Tað hevur so aftur havt
við sær, at hon mangan
hevur skulað brúkt nógva
tíð at seta seg inn í tær
ymisku ruturnar.
- Ja, eg skal minnast til
nógv nøvn - í verleikanum
á hvørjum oldingi ella
nýføðingi.
- Og eg skal eisini
minnast til øll hesi ymisku
partafeløgini, óansæð um
tey hava eitt ordiligt navn
ella bara brúka eina dag-
festing sum navn á felagn-
um, sigur hon.
Hjá henni er tað tí ofta
eitt puslispæl at fáa alt at
ganga upp, - ikki minst tí at
hon jú má skifta millum
fýra ymiskar rutur.
Gøtunøvnini hjálpa
Hesi seinastu árini hava alt
fleiri og fleiri bygdir fingið
sær gøtunøvn. Og hetta er
til stóran lætta hjá postboð-
unum og øðrum við.
Á rutuni, sum hon nú
gongur, eru gøtunøvn í
Hósvík, men enn eru tey so
ikki komin í Hvalvík.
- Tað at tað eru gøtunøvn
og gøtunummur í Hósvík,
ger arbeiðið so nógvar
ferðir lættari.
- Serliga lætt verður tað,
tá gøtan er í samsvari við
rætta navnið, sigur hon og
brosar enn einaferð.
Tað er kortini ikki altíð at
navnsetingin á brøvunum
er eins neyv. Og hetta gevur
tí eisini eyka høvuðbrýggj
hjá postmonnunum.
- Ofta kann eg fáa eitt
bræv har tað stendur eitt
navn skrivað á, men har
hann so býr á einum heilt
øðrum staði.
- Men soleiðis er tað nú
bara einaferð, sigur Lis
Hansen.
– Eg má kenna hvønn olding
og hvønn nýføðing
- Eg skal minnast til nøvnini
á øllum hesum ymisku
partafeløgunum, - eisini á
teimum sum bara hava eina
dagfesting sum navn sítt,
sigur Lis Hansen, postboð í
Hósvík og Hvalvík