Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 16 Á DR2 fríggjakvøldið kl. 20.00 »Og nú. Endiliga. Aftur ein filmur, sum er fullkomuliga øðrvísi enn aðrir, sum heldur ikki eru sum hesin.« Soleiðis ljóðaði tá, tá Monty Python og hansara svøku riddarar trinu á pallin í 1975 Hesin filmurin gjørdist veruliga gjøgnumbrotið hjá Python-dreingjunum á hvíta løriftinum, eftir at teir annars høvdu fingið bæði kritikkarar og fjepparar í sjónvarpssendingum sín- um. Í hesi heldur øðrvísi út- gávuni av einum klassisk- um riddara fara fimm bret- ar og ein amerikumaður á ferð til Camelot. Men Vár- harra sær riddararnar, og hann gevur teimum eina munandi størri uppgávu. Nevnliga at finna heilaga bikarið. Og so gongur tað fyri tað mesta svakliga fyri seg. Millum fangaðar jomfrýr, kokusnøtir, dreparakaninir gandakallar og - ikki minst - riddararnir, sum siga Ni! royna djørvu - allir tó ikki eins djarvir - riddararnir at finna vegin fram, soleiðis at tann av Harranum givna uppgávan kann loysast. Og endin. Ja, hann er kanska meira svakligur enn nakað annað. Filmurin um Python og riddararnar er tikin upp í skotska hálendinum, har riddararnir ferðast á sínum hestum. Ja, ikki reiðiliga hestum, tí í veruleikanum hava teir ongar, og so mugu teir bara spæla, at teir eru á hestbaki, meðan teir buka kokusnøtir móti hvørjari aðrari, so tað ljóðar sum hestar. Nakað, sum kanska eisini undirstrikar hendan heilt serliga formin fyri skemt, sum Python-monn- unum dámar so væl. Fjøldini dámar teir Og eftir øllum at døma, so er hetta eisini nakað, sum hyggjarunum hevur dámt. Og í øllum førum hava flestu limirnir av Monty Python staðið seg væl síð- ani. Michael Palin hava vit sæð ferðast kring knøttin. John Cleese hevði dundr- andi succés í Fawlty Towers og a Fish Called Wanda, meðan Terry Gilliam hevur leikstjórnað filmum sum the Fisher King og Twelve Monkeys. Tað er eisini Gillam, sum hevur leik- stjórnað hesum filminum, men allir limirnir hava verið felags um manu- skriptið. Eisini eru svøku riddar- arnir fyri stuttum slopnir upp í part á Broadway, har Eric Idle hevur sett ein musical upp undir heitin- um, Spamelot. Og at fólki enn dámar hetta, er helst eingin ivi um. Spamelot er nomineraður til ikki færri enn 14 Tony-awards. Mill- um annað fyri besta musi- cal. So er enski meistarakokk- urin aftur. Hesa ferð við eini sendirøð um, hvussu tú gert góðan og bíligan mat Síðani hann trein á skíggjan, hevur Jamie Oliver ment seg tað, sum mest av øllum má kallast ein superstar í køkinum. Nú er hann so aftur, og einki er at ivast í, at nógv er at gleða seg til. Við eitt sindur av hugflogi og einari rúgvu av lekrum og feskum tilhoyri, vísir Jamie nú hvussu lætt tað er at gera einfaldar og góðar rættir. Líkamikið um hetta bara skal vera ein skjótur millummáli, ella um tú fært vinfólk á gátt. Enski meistarakokkurin megnar at fáa øll at munga, meðan hugt verður, og umframt sjálva matgerðina, so síggja vit sjálvandi eis- ini, tá vinirnir støkka inn á gátt at eta. Ta einu ferðina kemur enntá eitt heilt sløkkiliðslið á vitjan. Í fyrsta partinum, sum altso verður komandi hós- kvøld, greiðir Jamie hyggj- arunum frá nøkrum grund- leggjandi reiðskapum og matvørum, sum altíð skulu vera í køkinum. Og so fer hann annars enn einaferð at ganda døgurðamat fram, sum er bæði betri og bílig- ari enn taðs, um vit kunnu keypa liðugt-gjørt í handl- unum. Til dømis, tá hann fer at gera spaghetti við sherrytomat-sós og laks við squash og asparges. Monty Python and the Holy Grail Jamie Oliver – smátt og gott Á TVDanmark hóskvøldið kl. 19.35 Meira enn nakar annar sjónvarpskokkur, so hevur Jamie Oliver ment seg til eina veruliga superstjørnu í køkinum Ein skapningur við trimum høvdum kann vera trupul at sleppa framvið. Men hvat av teimum trimum høvdunum hevur avgerarættin? John Cleese hevur ikki færri enn fýra leiklutir í filminum. Millum annað sum tann óræddi Lancelot, sum roynir at bjarga eini fagrari moy á vegnum