Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. september 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 178 - 16. september 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Skattalætti – ynski ella taktiskt spæl? UPPSKOTIÐ hjá Fólkaflokkinum um at veita før- oyingum ein skattalætta er óivað tað mest sjónliga dømið um, at áralagið í sjálvstýrissamgonguni er ikki tað besta. Tað eru tey, sum halda, at uppskotið hjá Fólkaflokkinum er ein ábending um, at ein partur í Fólkaflokkinum vil ikki longur á fullveldis- kósini, og leggur hetta uppskotið fram fyri at seta kílar í samgonguna. Ella, í øllum førum fyri at fáa fólk at hugsa um nakað annað. LANDSSTÝRISMAÐURIN í fíggjarmálum hevur fleiri ferðir sagt, at búskapurin er í so nógv upp- hitaður, og at tað er ikki ráðiligt at lækka skatt og avgjøld, tí tað merkir, at upp aftur meiri peningur fer í umferð. Avleiðingin av hesum er, at inn- flutningur fer at økjast. Spurningurin eftir arbeiðs- megi fer at vaksa, og tað elvir til lønarglíðing. Skrúvan fer at mala og búskapurin kann gerast ovur upphitaður. Hvat tað merkir, vita allir føroy- ingar, sum enn kenna sviðan. HETTA vóru ringastu avleiðingarnar, sum Karsten Hansen sjálvandi má ávara ímóti. Hinvegin vita vit, at yvirskotið hjá landskassanum er óvanliga stórt, og verður kanska aftur í ár ein hálv milliard krónur. V.ø.o. hevur landskassin ráð til at taka nakað minni inn í skattum og avgjøldum. Fyri hesum talar, at stórur partur av føroysku løn- takarunum hevur so lítið at brúka, umframt tær dagligu útreiðslurnar, at tað eru framvegis ikki ráð til viðlíkahald ella til nýíløgur. Harafturat verður støðan verri, um oljuprísurin og rentan halda fram at tvíspora uppeftir. TALAN er tí um eitt tvíeggjað svørð, men spurn- ingurin er, um Fólkaflokkurin hugsar um tað, tá hann leggur hetta uppskotið fram. Flokkurin hevur talað um skattalætta í 25 ár, men vit hava sjáldan ella ongantíð upplivað nakra skattalækking, tá Fólkaflokkurin hevur sitið í landsins stýri. Hetta hevur Fólkaflokkurin eisini fingið skotið í skógv- arnar, og tí er spurningurin, um uppskotið ikki bara er eitt taktiskt spæl, nú uppskot til fíggjarlóg skal leggjast fram, og nýtt samráðingarumfar stendur fyri durum. KARSTEN Hansen hevur longu sagt, at hetta uppskotið verður ikki tikið við, nú Fíggjarmála- stýrið fer at leggja síðstu hond á fíggjarlógar- uppskotið. Tað merkir kanska tað, at Fólkaflokk- urin sjálvur fer at leggja uppskotið fram, og so er spurningurin, hvat Tjóðveldisflokkurin ger. Tað verður ringt at ganga ímóti landsstýrismanninum, og tað verður helst ikki lætt hjá einum verka- mannaflokki – fyrraverandi? – at atkvøða ímóti einum uppskoti um at lækka skattin. Í øllum førum verður Fólkaflokkurin vinnarin. Men tað gleðiliga er, at andstøðuflokkarnir taka undir við uppskot- inum, og at ein andstøðuflokkur aftur mælir til at taka av oljugjaldið, tí skuldi meiriluti verið fyri einum kærkomnum skatt- og avgjaldslætta. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum hjálptu og sýndu samkenslu, tá kæri pápi, verfaðir, abbi og lang- abbi okkara OLAF E. S. HANSEN í Søldarfirði doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur og gávur til Elim, og tøkk til tykkum, sum fylgdu. Familjunnar vegna Lena, Sjúrður, Tórbjørn, Sonja, Osla og Ólavur ALS hevur higartil vantað formligar ásetingar at umsita Fiskavirkisskipanina eftir. Hetta hevur havt við sær atfinningar bæði frá løgfrøðingum og brúkarum, og tí hevur stýrið fyri ALS nú gjørt av at lýsa eina kunngerð um Fiskavirkisskipanina. Við kunngerðini verður rættartrygdin vard bæði hjá fiskavirkjum og starvsfólki, sum knýtt eru at skipanini Rættartrygdin í hásæti Nú verða skipað viðurskifti galdandi fyri Fiskavirkis- skipanina, sum ALS umsit- ur. Síðani skipanin kom í 1992, hevur ALS vantað eina kunngerð og ein yvir- skipaðan setning at stýra Fiskavirkisskipanini eftir, og hetta hevur verið óhepp- ið. ALS viðgjørdi Fiskavirk- isskipanina í seinasta blaði sínum, Skýráki. Har stóð at lesa, at tað er komið fyri, at stuðul hevur verið útgoldin av órøttum, tí ongar form- ligar og neyvar reglur hava verið um fráboðan og váttan av upplýsingum, sum út- gjald úr skipanini skulu grundast á. Uttan kunngerð og neyvar reglur hevur um- sitingin á ALS verið noydd at roynt sum frægast at áseta fyrisitingarligar manna- gongdir fyri Fiskavirkis- skipanina. Og úrslitið hevur ikki altíð verið nóg gott. Men nú verða viðurskiftini skipað. Stýrið fyri ALS hevur gjørt av at lýsa eina kunn- gerð, sum tryggar rætta nýtslu av Fiskavirkisskip- anini. Kunngerðin gevur ALS møguleika at hava eitt neyvt eftirlit við, at stuðul ikki verður útgoldin av órøttum, umframt at reglur- nar hava ein greiðan boð- skap til brúkararnar um rættindi og skyldur. Kunn- gerðin tekur støði í verandi mannagongdum og í álitin- um, sum varð gjørt í sam- bandi við upprunaligu ALS- lógina. Ein trygd fyri javnari inntøku Ætlanin við Fiskavirkis- skipanini er at tryggja fólki, ið eru knýtt at fiskavirkjum, men sum stundum eru ar- beiðsleys vegna fiskaloysi, eina støðuga og javna inn- tøku. Við hesi skipan hevur verið gjørligt hjá virkjum at hava fólk tøk til arbeiði, hóast virksemi hevur verið óstøðugt. Sum kunnugt er misjavnt, hvussu nógvur fiskur kemur á land, og tí hevur eisini verið ógvuliga misjavnt, hvussu mong hava fingið stuðul um Fiskavirkisskip- anina. Í løtuni eru umleið 1600 fólk knýtt at Fiska- virkisskipanini, harav fáa millum 600 og 700 fólk útgjald frá ALS, tí tey ar- beiða færri enn 32 tímar um vikuna. Talið á fiskavirkj- um, sum knýtt eru at Fiska- virkisskipanini, táttar í tey 50. Nú kunngerð verður lýst fyri Fiskavirkisskipanina, verður greitt ásett, hvørji rættindi og hvørjar skyldur hvíla á Arbeiðsloysisskip- anini, arbeiðsgevarum og teimum, sum móttaka stuð- ul eftir Fiskavirkisskipanini. Stýrið fyri ALS hevur samtykt, at nýggja kunn- gerðin fær gildi frá 25. sep- tember 2000. Fakta um Fiskavirkis- skipanina: * Fiskavirkisskipanin er ein serlig arbeiðsloysistrygging undir ALS, sum er fyri fólk, ið arbeiða á fiskavirkjum. * Skipanin gevur rætt til upp í 32 tryggingartímar um vikuna við stuðli frá ALS. Arbeiðstímarnir hjá tryggingartakarunum verða drignir frá teimum 32 trygg- ingartímunum. * Stuðulin frá ALS verður ásettur eftir inntøkuni teir undanfarnu 12 mánaðirnar, og tryggingartímin gevur í mesta lagi 70 prosent av eini arbeiðaraløn. Krøv til virkini Fyri at kunna vera við í skipanini skal fiskavirkið hava eina góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni til at tilvirka fisk. Har- umframt skal fiskavirkið hava støðugt arbeiði. Hetta merkir, at virkið í einum 12 mánaða skeiði í minsta lagi skal arbeiða í 6 mánaðir. Teir 6 mánaðirnir kunnu vera í fleiri tíðarskeiðum. Tó má hvørt tíðarskeið ikki vera styttri enn 2 mánaðir. Hetta merkir, at um eitt fiskavirki tilvirkar fisk ella fiskaúrdráttir í januar til februar, mai til juni og oktober til november, kann virkið vera við í Fiskavirk- isskipanini hesi tíðarskeið. Talið á starvsfólkum, sum virkið hevur knýtt at Fiska- virkisskipanini, skal setast í mun til framleiðsluorkuna hjá virkinum. Fyri at virkini kunnu koma í skipanina, skulu tey senda Arbeiðs- loysisskipanini eitt serligt umsóknarblað. Tá starvsfólk skulu hava arbeiðsloysstuðul útgoldn- an, skal fiskavirkið vátta ymiskar upplýsingar á ser- ligum FV-korti, sum starvs- fólkini skulu lata Arbeiðs- loysisskipanini. Hesi kunnu fáa ískoyti Fyri at vera í Fiskavirkis- skipanini skulu starvsfólk- ini á einum fiskavirki eisini lúka ávísar treytir. Umframt at hava fast setanarligt til- knýti til eitt fiskavirki, sum er í Fiskavirkisskipanini, skulu tey eisini vera send til hús vegna tíðarbundnan steðg. Dømi um slíkan steðg eru: Tørvandi fesk rávøra, og um virkið er stongt vegna t.d. umvæling- ar (hesar umvælingar mugu tó ikki halda á meira enn 2 vikur). Fólk undir útbúgv- ing, sjálvstøðug vinnurek- andi ella fólk, ið hava setanarligt tilknýti til aðrar arbeiðsgevarar meira enn 10 tímar um vikuna, hava ikki rætt til útgjald eftir Fiskavirkisskipanini. Fyri at fáa ískoytisstuðul- in útgoldnan, skulu starvs- fólkini vera millum 16 og 67 ár, tey skulu, áðrenn tey kunnu fáa útgjald fyrstu ferð, senda Arbeiðsloysis- skipanini umsóknarblað og lata inn eitt serligt skjal í sambandi við hvørt útgjald. Hetta skjal verður kallað eitt FV-kort (=FiskaVirkis kort). Hetta kortið líkist ALS-kortunum, ið tey, sum fáa útgjald eftir vanligu skipanini, lata inn. Tey, sum fáa útgjald eftir Fiskavirkisskipanini, skulu vera tøk fyri fiskavirkið, teir dagar, ið tey fáa útgjald. Arbeiðsloysisstuðul verð- ur útgoldin frá og við 9. arbeiðsloysistíma. Tó verð- ur tann parturin av A-inn- tøkuni í vikuni,, sum er meira enn ein vikuløn sam- bært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, umroknaður til tímar, sum arbeiðsloysisskipanin ikki verður goldin fyri. Um ein persónur ikki er biðin til arbeiðis á virkin- um í 8 vikur á rað, kann hann/hon ikki verða verandi í Fiskavirkisskipanini. Hetta grundað á, at tá ið viðkomandi ikki er biðin til arbeiðis í so langa tíð, verður virkið ikki mett at hava tørv á arbeiðsmegi. Aðrar inntøkur Fólk, sum eru í Fiskavirk- isskipanini, kunnu í ein ávísan mun arbeiða hjá øðrum arbeiðsgevara enn fiskavirkinum, ið tey eru knýtt at. Inntøka frá øðrum arbeiðsgevara skal fráboð- ast Arbeiðsloysisskipanini á FV-kortinum. Fer arbeiðs- tímatalið upp um 10 tímar um vikuna, 8 vikur á rað, verður viðkomandi ikki mettur sum arbeiðsleysur á fiskavirkinum longur og kann tí ikki halda fram í skipanini uttan at lata inn nýggja umsókn. Niðursett arbeiðstíð í Fiskavirkisskipanini Fólk, ið ikki arbeiða fulla tíð á fiskavirkinum, kunnu eisini vera í Fiskavirkisskip- anini. Stuðulin, sum tey fáa, verður lutfalsliga lægri. Eisini virki, sum ikki virka fulla tíð, kunnu vera við í Fiskavirkisskipanini. Um eitt virki bert framleiðir fisk ella fiskaúrdráttir mánadag til mikudag, er fiskavirkið bert í Fiskavirk- isskipanini hesar dagar. Í einum slíkum føri eru starvsfólkini á virkinum bert fevnd av skipanini frá mánadag til og við miku- dag. Kunning um fiskavirkisskipanina Í sambandi við nýggju áset- ingarnar um Fiskavirkis- skipanina hevur Arbeiðs- loysisskipanin gjørt kunn- andi tilfar, sum lýsir Fiska- virkisskipanina. Tilfarið fer at liggja á fiskavirkjum, á posthúsum kring landið og fæst annars við at venda sær til skrivstovuna hjá Ar- beiðsloysisskipanini. Tilfar- ið sæst eisini á heimasíðuni hjá Arbeiðsloysisskipanijni www.als.fo Arbeiðsloysisskipanin skipar harumframt fyri kunnandi fundum fyri fiskavirkjum og umboðum fyri avvarðandi starvsbólk- ar. Nasisman undir lupp STEFAN Í SKORINI Nógv tilboð eru í SMS hendan mikudagin. Handl- arnir lokka við litføgrum plakatum, har tusjprísirnir skyggja eggjandi. Fólk hugna sær við einum ísi utt- an fyri Hornið ella drekka ein kaffimunn í Perluni. Onnur hitta kenningar og standa bara og práta. Hetta er friðartíð, og ongin nýtist at óttast annað enn tað, hann sjálvur kann hava komið seg útí. Men inni á Torginum í SMS er støðan meira álvarslig. Her er framsýning sett upp, sum vitnar um størsta ræðuleika í manna- søguni, nasisman og týn- ingin av jødunum undir seinna heimsbardaga. Næmingarnir í 2.Ð, sum ganga á málsligu deild í Studentaskúlanum í Hoy- dølum, hava seinastu vik- urnar lagt seinastu hond á verkið. Fráðgreiðingarnar eru væl kryddaðar við myndum av øgiligum einaræðisharr- um, niðurundirkomnum jødum í týningarlegunum og vøkrum ungum sprund- um, sum vóru í ungdóms- rørslunum hjá Hitleri. Tey hava megnað at funnið eina javnvág millum tekst og myndir. Føroyingar kenna meira enn týskarar Eitt tað mest forvitnisliga innleggið á framsýningini, sum stendur á torginum í SMS, er ein spurnarkanning millum føroysk skúlabørn. Tey verða spurd, hvat tey kenna til Holocaust ella jødatýningina undir 2. heimsbardaga. Tað er 2.Ð í Hoydølum, sum hevur stað- ið fyri kanningini. 179 næmingar úr seks flokkum í framhaldsdeildini vórðu spurdir. Tveir flokkar úr skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, tveir úr Eystur- skúlanum í Havn og tveir úr Tvøroyrar skúla luttóku í kanningini. Allir 179 næmingarnir svaraðu, at teir høvdu hoyrt um, at jødatýning varð framd. 45 prosent av hesum næmingunum vistu eitt sindur meira um týningina enn bara at hava hoyrt um hana. 27 prosent vistu heilt nógv um, hvat jødatýningin var. Sostatt vistu 72 prosent av føroysku næmingunum í framhaldsdeildini meira enn bara, hvat jødatýningin var, meðan restin í minsta lagi hevði hoyrt um hana. STEFAN Í SKORINI Dansiáhugað kunnu so smátt fara at finna dansi- skógvarnar framaftur eftir eitt langt og gott summar við ongum gamlamanna- dansi. Aftur í á fer Dansifrøi at gera sítt til at slíta gólvið í samkomuhøllini í Studenta- skúlanum í Hoydølum. Tað er nevniliga har, tey vanliga savnast at dansa og hugna uni fer óskert aftur til børn- ini í Hvítarusslandi. Vilja hava fleiri ung Erling Jørgensen er formað- ur í Dansifrøi, og hann eft- irlýsir, at fleiri ung taka av- bjóðingina og fara at dansa. - Í dansi verður næstan hvør vøddi nýttur. Tað er eisini ein sera góður máti at fáa ta neyðugu motiónina, sigur formaðurin. Tann sosiala samveran er eisini ein týdningarmikil lutur í dansifelagnum. Erling Jørgensen heldur, at tað eru ov nógv ung, kanska serliga dreingir, sum ikki tora at dansa uttan at hava fingið sær uppí nevið, og tað er vánaligt. Møgu- leikin er at læra seg dansi- kynstrið hjá Dansifrøi uttan brennivín, so kanska sleppa at genturnar undan at dansa við illa gonguførum dreingjum, sigur Erling Jørgensen. Dansifrøi er limur í DGI, Dansk Gymnastik og Idrætsforbund. Ikki var møguleiki fyri at gerast limur í ÍSF, tí tey skipa ikki fyri kappingum. Dansifrøi er eitt stórt og virkið felag. Eini 400 limir í øllum aldri eru í felagnum. Tað er merkisvert, at øll vistu um, at jødatýningar fóru fram í Týsklandi undir krígnum. Beint við síðuna av úrslitinum av føroysku kanningini hongur úrslitið av eini líknandi kanning, sum er gjørd millum týskar skúlanæmingar í aldrinum 14 til 17 ár. Skakandi er at síggja, at heili 64,4 prosent av týskum næmingum hava ongantíð hoyrt um jødatýningina, sjálvt um hon fór fram í teirra egna landi. Tað er Emnid-stovnurin í Bielefeld, sum stóð fyri kannigini, og hesin stovnur er altjóða viðurkendur, so úrslitið er óivað eftirfarandi. Úrslitið er kunngjørt í týska blaðnum Die Zeit. 86,3 prosent av næming- unum ásanna í kanningini, at tey ongan kunnleika hava Torgið í SMS hevur hesar seinastu dagarnar verið karmur um eina forvitnisliga framsýning um nasismuna. Tað er 2.Ð í Hoydølum, sum hevur sett framsýningina upp, og Sosialurin var á staðnum Ein av næmingunum í 2.Ð er Kristina Sørensen, og hon hevur fingið nógv burturúr at gera hesa framsýningina Mynd: Jens Kr. Vang til holocaust. Í hægri skúl- um stendur eitt sindur betur til. Tó siga 43 prosent av teimum spurdu í hægri skúl- um, at tey ikki vistu, hvat jødatýningin var. Vergessen. Nógvir týsk- arar vilja gloyma jødatýn- ingina heldur enn at tosa opið um hana. Tað er kanska orsøkin til, at vitanin um holocaust er so lítil í Týsklandi. Næmingarnir fingu hugskotið Tað vóru næmingarnir sjálvir, sum fingu hugskotið um at arbeiða við nasismuni í søgutímunum. Síðani varð eisini skotið upp, at tey gjørdu eina framsýning við tilfarinum, tey høvdu savn- að saman um nasismuna. Søgulærarin hjá 2.Ð, Jens Pauli Nolsøe, var beinan- vegin til dystin fús. Hann heldur tað vera gott við øðrvísi undirvísing av og á, og næmingarnir eru óivað samdir við honum í hesum. Størsti parturin av arbeið- num er gjørt fyri summar- frítíðina, tá næmingarnir gingu í 1. flokki. Næming- arnir hava arbeitt saman í smáum bólkum. Hvør bólk- ur hevur tikið sær av einum evni innan nasismuna, og tey eru komin væl frá tí. Allir teir mest týðandi part- arnir eru umtalaðir. Hetta gevur eina góða heildar- mynd av nasismuni og gongdini fram til kríggið. Støða Týsklands aftur til 1870 verður lýst fyri at fáa eina hóming av, hvørjum nasitýskland er sprottið úr. Her verða fleiri evni við- gjørd. Hvønn leiklut hevði ung- dómurin undir stýrinum hjá Hitleri, er ein av spurning- unum, sum svar verður givin uppá á Torginum. Ein sera nágreinilig lýsing verð- ur eisini gjørd av, hvussu sjálv týningin fór fram. Tað er gott at síggja, at evnið eisini verður lýst úr einum føroyskum sjónar- horni. Tey hava leitað gom- ul føroysk bløð fram á Landsbókasavinum. Úr teimum hava tey funnið, hvat tey føroysku bløðini skrivaðu um Hitler og støð- una undan krígnum. Tað eina uppslagið verður kallað Satt ella Ósatt. Hetta eru sjónarmið hjá fólkið, sum ikki eru sannførd um, at jødatýning nakrantíð er framd. Tað var eitt sindur ør- kymlandi at lesa, tí tað var ikki øllum greitt beinanveg- in, at hetta vóru sjónarmið hjá teimum, sum avnokta holocaust. Hetta kundi verið tilskilað. Tað var tó eitt sera hugvekjandi uppslag hóast alt. Ræðandi lesnaður. Námsferðin Framsýningin er ein partur av tí innsavning, sum 2.ð skipar fyri til eina námsferð. Í hesum sambandi hevur flokkurin køkutombola á torginum fríggjadagin og leygardagin til frama fyri námsferðina. Enn er ikki avgjørt, hvat flokkurin legg- ur leiðina, men tað eru óivað eins nógvar meining- ar um tað, sum tað eru næm- ingar í flokkinum. Ísrael hevur verið nevnt, og tað er eisini í samsvari við fram- sýningina at vitja land jødanna. Dansifrøi fer aftur at svinga sær saman. Skipa fyri undirvísing Tað er fyrst og fremst út- lendskan fólkadans, sum tey leggja seg eftir. Hetta verður eisini nevnt gamla- mannadansur í Føroyum. Tað eru mest enskir og skotskir dansir, sum verða dansaðir. Tað er tó ikki bannað at sláa ring og tríva í eitt kvæði av og á. Í ár verða tríggir fastir undirvísarar. Jógvan Martin Mørk og konan Rutt fara at taka sær av trimum liðum. Eitt lið er fyri byrjarar, sum ikki hava hættað sær út á dansigólvið áður. Síðani er eitt lið fyri tey, sum halda seg vera á einum millum- støði. Eisini er eitt lið fyri tey meira vandu. Jógvan Martin og Rutt eru vandir dansilærarar, sum hava verið virknir limir í dansi- felagnum í fleiri ár. Undir- vísingin hjá Jógvan Martini og Rutt verður hvørt hós- kvøld. Sharon Weiss fer eisini at undirvísa einum liði. Tað sermerkta við hennara undirvísing er, at har verður dansað til livandi tónleik, meðan í hinum liðunum verða bond og fløgur nýtt. Kristian Blak og Hilmar Joensen fara at standa fyri tónleikinum. Hetta er eitt blandað lið fyri øll, sum verður hvørt týskvøld, og øll undirvísing hjá Dansi- frøi fer fram í Hoydølum. Kostnaðurin verður 300 krónur fyri ein vetur um- framt limagjaldið á 150 krónur. Fyrsta skeiðið verð- ur nú týsdagin. Ikki bara dansur Dansifrøi skipar tó ikki bara fyri undirvísing í dansi, men eisini øðrum tiltøkum, har dansur tó eisini setir sín dám á. Av og á eru hugna- kvøld um vikuskiftið, og barnadansur verður eisini fyriskipaður. Eitt afturvendandi tiltak er dansistevnan, sum er annaðhvørt ár. Stevnan verður vanliga sera væl vitjað. Skipað verður fyri tveim- um veitslum við borðhaldi og dansi. Umframt tær báð- ar, so er eisini ein størri árs- veitsla í januar, og jólini hava eisini sítt at bjóða børnunum. Umframt vanligu dansi- skeiðini hjá Dansifrøi ferð- ast Anna Kirstin Steinhólm av Tvøroyri kring landið og undirvísir í dansi. Hesi skeiðini hava verið óvanliga væl umtókt. Tað hevur eisini verið vanligt seinastu árini at gera eina uttanlandsferð og fáa samband við dansarar úr øðrum londum. Tey nærm- astu grannalondini eru mest vitjað. Fyri tveimum árum síðani varð leiðin løgd til Hetlands. Somuleiðis eru dansarar úr grannalondun- um komnir hendavegin at dansa. Ein tann mest forvitnis- liga vitjanin var í ár, tá børn úr Hvítarusslandi vóru her og dansaðu. Tað vóru Meg- infelag áhugaleikara Føroya og Dansifrøi, sum høvdu fingið børnini hendavegin. Í tí sambandi hevur dansi- felagið gjørt eitt sjónband, har til ber at síggja fram- førsluna, sum var í Norð- urlandahúsinum fyrr í summar. Yvirskotið av søl- Dansifelagið Dansifrøi er so smátt farið at fyrireika tann 28. veturin við dansi og øðrum tiltøkum fyri fólki í øllum aldri Tey svinga so væl í samkomuhøllini í Hoydølum, og nú verður farið í gongd aftur eftir summarsteðgin við fleiri dansiskeiðum