Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. september 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 178 - 16. september 2000 Nr. 178 - 16. september 2000 3ár 6ár 10 0 . 0 0 0 K M ELLA MÓTI RUSTI P/f Esmar Simonsen Tel. 44 44 05 ¥ Fax 44 46 29 - ein skilagóð avgerð! 168.700,- 99.985,- Júst nú er tann nýggi Nubira Stationcar heimkomin - og teir italsku designararnir hava gjørt tað aftur. Nubira er nú flottari enn nakrantíð. Útsjóndin er ikki tað einasta góða við Nubira. Bilurin er á tremur av hentari útgerð m.a. sentrallás, servostýring, el-rútar, eldrivin/hitaði síðuspegl, tónaðir rútar og við- litaðir kúfangarar. Nubira Stationcar hevur harafturat eitt av størstu viðførisrúmum í mun til aðrar bilar í sama flokki (1.840 litrar við niðurløgdum setrum). Sjálvandi fylgir 3 ára verksmiðjugaranti/100.000 km og 6 ára rustgaranti við Daewoo bilinum. Komið inn á gólvið hjá Esmari Simonsen á Kambsdali og royn Nubira. Nubira Stationcar úr bert 168.700 kr. Nubira Sedan úr bert 158.700 kr. Vælkomin! Matiz er ein fittur og handligur 5-hurða mini MPV við sentrallás, el-rútar og servostýring. Úr 119.985,- Lanos 1,3 ella 1,5. Rúmligur og fjølbroyttur. (í klassa viðToyota Corolla). Úr Luksusbilar við smáum prísum... Nubira Stationcar úr bert Sum sedan úr 158.700,- Heilsan frá víkingunum Heima á Sandi hava fornfrøðingar funnið eitt spenni av sama slag i, sum funnin eru í víkingabústøðum í Norðurnoreg og Íslandi EDVARD JOENSEN Heima á Sandi: Ein ábend- ing um víkingabúseting á Sandi er komin undan kavi í útgrevstrinum á Junkars- fløtti. Eitt sermerkt spenni er millum lutirnar, funnir eru. Á Føroya Fornminnis- savni í Hoyvík sita tey í hesum døgum og reinsa ein spennandi lut, funnin er Heima á Sandi. Eitt runt spenni, sum er hægst á mið- uni framman og holað eitt sindur aftan. Tað endar við einum tøppi og hevur vatn- rætt nálfesti við eyga. Einki er fest í eygað á hesum spenninum, men onnur líknandi spenni, sum funnin eru aðrastaðni, hava ketu hangandi í, har ymsir pýð- islutir eru festir í, sigur Sím- un Arge, fornfrøðingur. Símun Arge sigur, at hann veit ikki heilt vist enn, hvussu hetta skal tulkast. Hetta spennið er av serlig- um slag, sum lítið er kent í sunnara parti av Skandi- navia. Men hinvegin eru tey funnin í Norðurnoreg og eisini í Íslandi. Hetta bendir á, sigur hann, at meira samband kann hava verið fyri norð- an, enn higartil kanska er hildið. Eisini hjá føroying- um. Vit hava vanliga hildið, at okkara handilssamband hevur verið her á Vestur- landinum í Noreg og syðri. Men kanska hevur tað kort- ini verið soleiðis, at føroy- ingar hava verið við í tí samskifti, sum hevur verið millum Ísland og Norður- noreg. Mynstrið í spenninum, sum nú er funnið Heima á Sandi, er greitt eystur- lendskt, sigur Símun Arge, fornfrøðingur. Baltiskt, russiskt ella kanska finskt/ samiskt. Heilt óhugsandi er avgjørt ikki, at samband hevur verið millum norð- búgvarnar har norðuri og samar og finnar. Tað er, sum sagt, í nýggja útgrevstrinum Heima á Sandi, at hetta spennið er funnið. Grivið er í tveimum støðum í bakkanum Heima á Sandi í summar. Tað var soleiðis, at bakkin var farin at loypa í turkinum, sum var í summar. Okkurt forvitn- isligt kom undan, og Forn- minnissavnið gjørdi av at kanna, hvat hetta var. Undir Høgnamørk varð komið fram á toftir, sum enn ikki eru endaliga kann- aðar og staðfestar. Eisini á Junkarsføtti var okkurt forvitnisligt at síggja. Har varð eitt beni lagt opið, og fláirnar kann- aðar einar fýra metrar niður. Funnir vórðu nógvir væl varðveittir lutir. Eitt nú ein rúgva av djóra- fugla- og fiskabeinum. - Og so høvdu vit eisini tað ótrúliga hepni, sum eis- ini skal til, tá vit funnu hetta spennið, sigur Símun Arge. Tað gevur eina rættiliga góða ábending á, at her hev- ur veruliga verið mannabú- staður helst longu í víkinga- øld. EDVARD JOENSEN Fámara: Nakrar dagar fyrst í september varð mjólkin ikki heintað í Fámara. Or- søkin var, at vegurin er so ringur, at tað var mett bein- leiðis hættisligt at lata mjólkarbilin koyra eftir honum. Tað hevur seinastu tvey árini verið klagað um, at vegurin til Fámará er í so ringum standi, at mjólkar- bilurin ikki kann koyra eftir honum. Hann er bæði smal- ur og holutur. Og bæði brekkur og krøpp sving gera hann eisini illa farbaran. Farmadeildin hjá Strand- faraskipum Landsins í Suð- uroy røkir mjólkarflutning- in fyri Mjólkarvirkið Bún- aðarmanna . Strandferðslan hevur fleiri ferðir gjørt Vágs Kommunu, sum varðar av vegnum, varuga við, at flutningurin fór at verða steðgaður, um ikki skil kom á vegin. Tosað hevur hvørja ferð verið aftur til, at hildið er fram enn eina tíð, sigur Heini á Borg, farmaflutn- ingsleiðari hjá Strandfara- skipum Landsins. Men einki munagott hendi, uttan at vegurin bara versnaði. Avgjørt varð so at fáa ein óvildugan persón at gera eina kanning og meting av vegnum. Fólk frá Lands- verkfrøðinginum í Suðuroy kannaði vegin, greiðir Heini á Borg frá. Og tann kann- ingin vísti, at vegurin er í so ringum standi bæði so og so, at har er einki hjá einum tangabili at gera. Millum annað verður sagt í frágreiðingini, sum skrivað varð, at onkustaðni er veg- urin bara 2,6 metrar breiður. Bilurin er 2,5 metrar breið- ur, so har er einki at geva út av. Avgjørt varð so enn eina- ferð at gevast at koyra, og hesaferð varð gjørt álvara av, sigur Heini á Borg, farmaflutningsleiðari hjá Strandfaraskipum Land- sins. Aftur varð samband við Vágs Kommunu, sum vildi hava tíð at viðgera málið. Tað er so enn eina- ferð játtað, sigur Heini á Borg. Hesaferð til mánað- arskiftið komandi. Men so verður ikki koyrt meira, um einki er gjørt við vegin, sigur hann. Og kemur kavi, er so púra knívskorið. Vegurin til Fámara er gamal uppdyrkingarvegur, sum Vágs Kommuna hevur ábyrgdina av at halda. Dánjal Bjarkhamar, for- maður í Teknisku Nevnd hjá Vágs Kommunu, sigur, at teir hava viðgjørt málið og ásannað,a t vegurin er í ringum standi. Tó ikki verri enn so, at við góðum vilja og skynsemi kann koyrast eftir honum, hóast hann ikki er sum ein góður landsveg- ur kortini. Hinvegin vil Vágs Kommuna eisini taka ávís fyrivarni, tí festaraviður- skiftini í Fámara eru eitt sindur ógreið. Tað er nevni- No milk today Vegurin til fjósið í Fámara er so ringur, at ikki verður hildið ráðiligt at lata mjólkarbilin koyra eftir honum. Úrslitið kann gerast, at mjólkin ikki verður heintað liga so, at eingin festari er í Fámara í løtuni. Gamli fest- arin hevur sagt festið frá sær, og eingin er settur aftur, verður upplýst av Jarðar- ráðum. Vágs Kommuna er ikki serliga sinnað at gera nakað stórvegis við vegin, fyrr enn greitt er, um nakað virksemi yvirhøvur verður í Fámara, sigur Dánjal Bjarkhamar. Eftir stendur so, at er eingin avgerð tikin um fest- araviðurskiftini í Fámara áðrenn 1. oktober, verður eingin mjólk heintað úr fjósinum. Verða festaraviðurskiftini og vegurin til Fámara ikki í lagi heilt skjótt, verður mjólkin helst koyrd á sjógv Mynd: Edvard Joensen Hákun Andreasen, v.m., fann prýðislutin. Her er Hákun avmyndaður saman við Símun Arge, fornfrøðingi Mynd: Jens K. Vang Brosjan er 3,5 cm í tvørmát og er ein frísk heilsan úr føroyskari víkingatíð Mynd: Jens K. Vang