hósdagur 16. juni 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 16. juni 2005
19
motivir finnast í hesi lítlu,
vøkru bygdini miðskeiðis á
Streymoynni.
Við stevnuna í bygdini
fyri trimum árum síðani
hevði hann eina listafram-
sýning. Og nú Hósvík aftur
eigur túrin at skipa stevn-
una, ætlar hann sær at gera
sítt til at tey við áhuga fyri
málningum eisini skulu
hava okkurt gott at fara til.
Saman við einum øðrum
listarmanni, Jacobi Fuglø
úr grannabygdini Hvalvík
og einum øðrum aftrat,
skipar hann tí fyri lista-
framsýning í skúlanum um
vikuskiftið.
- Eg havi sjálvur einar 30
málningar, sum eg ætli mær
at framsýna. Eg veit ikki
beint nú, hvussu nógvar
Jacob hevur.
- Men vit miða so eftir at
hava eina fjølbroytta fram-
sýningum við tekningum,
akvarellum og málningum,
sigur Adolf Johannesen,
sum seinastu vikurnar ikki
hevur gjørt stórt annað enn
at mála til framsýningina.
Ótømandi motiv
Adolf hevur sum nevnt altíð
málað, og luttók longu sum
16 ára gamal á eini fram-
sýning á Norðoyastevnu í
heimbýnum Klaksvík.
Hetta hevur hann hildið
fram við líka síðani, og nú
hann og familjan búsettust í
Hósvík hevur hann ikki lagt
pensilin á hyllina. Heldur
tvørturímóti.
- Her í Hósvík eru ótrú-
liga nógv og vøkur motivir
at finna. Her er faktisk
ótømandi við motivum.
- Hugsa bara um ánna,
fossin og alt hitt. Jú, hetta
er eitt gott stað fyri ein
listamálara, sigur Adolf.
Í Klaksvík var hann rætti-
liga ofta úti í Borðoyavík
og málaði.
- Eg havi verið so nógv
harúti og málað, at eg kann
næstan mála Borðoyavík
blundandi,
sigur
hann
skemtandi.
Seldi alt
Tá Adolf seinast hevði
framsýning í Hósvík gekk
ikki long tíð fyrrenn hann
hevði selt allarflestu máln-
ingarnar.
Tá framsýningin var av
hevði hann eisini selt allar
málningar
sínar.
Hóast
hetta ljóðar ótrúligt, so
hevur Adolf eisini eina
frágreiðing um hví so er.
- Mær dámar sera væl at
mála bygdarløg. Og her í
Hósvík
hevur
eingin
higartil gjørt júst hetta, sum
mær dámar so væl.
- Eg havi tí hesaferð
funnið nærum øll motivini
úr bygdini - bátar, hús, gæs
og onnur sermerki fyri
bygdina, sigur hann.
Sjálvur er hann ikki iva
um, at bygdarfólkið fegnast
um hetta. Við hansara
myndum kunnu tey ogna
sær ein málning av nøkrum
av tí, sum tey kenna til og
sum tey soleiðis kunnu
varðveita
á
vegginum
heima í stovuni.
Koltur eitt paradis
Hóast nógv motivir eru at
finna í Hósvík, so dámar
Adolfi eisini sera væl at
fara í onnur støð at mála.
Eitt av hesum støðum er
Koltur, og hagar hevur
hann vitjað fleiri. Hann og
bóndin, Bjørn Patursson
kennast frá fyrrverandi
arbeiðsplássi hansara, og
Adolf hevur tí við jøvnum
millumbil
vitjað
hesar
sjáldsama vøkru oyggina.
- Í Koltri er fantastiskt at
vera. Har kann eg mála í
friði, uttan at verða órógv-
aður av fólki sum vilja
hyggja eftir tí, sum eg geri.
- Tað er einki at taka seg
aftur í at Koltur er eitt satt
paradís fyri listamálarar,
sigur Adolf.
Snøgg hús frá Nor›setur
Vit bjó›a gó› sni›hús, tillaga› eftir tínum ynskjum og tørvi. Tú sparir
tekniarbei›i og fært lægri rentuútrei›slur, tí at byggití›in er styttri.
Húsini fáast lyklaklár ella sum byggisett.
Ring og fá eitt prát um tíni n‡ggju hús.
NOR‹SETUR H⁄S
Hvalvík, tel 422277, www.nordsetur.fo
motivum í Hósvík
At Adolf eisini hevur
kunnað gjørt hósvík-
ingar bilsnar av við-
urskiftum og mot-
ivum í bygdini, sum
tey einki vistu um,
vísir hetta dømið frá
framsýningini við
undanfarnu stevnu
MÁLNINGAR
Snorri Brend
Hósvík: Sum fremmand-
ur í bygdini dámar honum
sera væl at finna fram til
motivir, sum bygdarfólkið
kanska ikki leggur merki
til ella kanska hevur
gloymt.
Ein dagin hann var úti í
slíkum
ørindum
gekk
hann sær fram við ánni í
bygdini. Og har bar hann
eyga við nakað, sum hug-
tók listarligu eygu hans-
ara.
Har mitt í ánni stóð ein
gamal hvørvisteinur, sum
beinanvegin varð festur á
blað í einari tekning.
Tá so framsýningin var
í 2002 undraðu fleiri seg
um, hvagani henda mynd-
in mundi vera. Fleiri
teirra vistu ikki, at hetta
var úr teirra egnu heim-
bygd, tí steinurin kemur
bert til sjóndar í vetrar-
hálvuni, tá grasvøksturin
ikki goymir hann. Um
summarið, tá fólk kanska
í størri mun ganga fram
við hesum staðnum, var
hann ikki at síggja.
Júst við eini slíkari
mynd kann Adolf vera við
til at varðveita nakað av
tí, sum mong fólk ikki
geva sær far um í egnum
umhvørvi.
Fann
hvørvistein