Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 112 - 16. juni 2005 - Vit royna at koyra við somu prísum sum aðrastaðni. Tað haldi eg er orsøkin til at bygdarfólkið fer til handils her hjá "Es- mari Olsen", sigur Birgit Olsen, sum í mars mánaði í fjør yvirtók raksturin av einasta handlinum í bygdini HANDILSLÍV Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hósvík: - Eg ætlaði at fáa 25 vanlig frímerkir - fimm- ein-hálv-frímerkini. Nå, eigur tú ikki so nógv? Sama ger, so taki eg bara sjey- ein-hálv-frímerkir fyri rest. Ein maður er komin inn í einasta handilin í bygdini. Handilin liggur miðskeiðis í bygdini, og hevur í roynd og veru virkað sum slíkur í samfull 82 ár. Tað er tíðliga mánamorg- un, og eitt slíkt tíðspunkt væntar ein neyvan so nógv- ar kundar í einum handli í eini so lítlari bygd. Men her fara og koma fólk alla- tíðina. Tey flestu keypa, men her kemur eisini fólk við ting- um. Postboðið kemur og avgreiðir síni ting, og beint eftir er ein maður frá Vest- Trans á hurðini við viku- bløðunum hesa vikuna. Hóast handilin hevur eitt breitt úrval av vørum, so áttu tey tann dagin ikki akkurát so nógv av teim vanligu frímerkjunum. Men við lagaligheit fekk hesin kundin so tað, hann ynskti sær, hóast tað kost- aði honum eitt sindur eyka í postgjaldi. Handilin virkar eisini sum kiosk, og hevur tí opið til kl. 22 á kvøldi. Hesa løtuna, vit vitjaðu handilin vóru ikki nógvar slíkar vørur seldar, helst tí at børnini vóru í skúla. Kennir kundarnar Hetta er ikki nakar nýggjur matvøruhandil, sum Birgit Olsen nú rekur í Hósvík. Hon er í veruleikanum triðja ættarlið av teim, sum hava átt handilin hjá Esm- ari. Hon hevur sjálv staðið fyri handlinum í eitt gott ár, eftir at hon byrjaði her hin 11. mars í fjør. Og hetta dámar henni bara væl: - Ja, mær dámar væl at standa í handlinum. Tað góða er, at ein kennir allar sínar kundar, sigur Birgit. Hóast hon er einasti handil í Hósvík so keypa fólk ikki einans hjá Birgit. Tey fara eisini aðrar staðir at keypa. Men ein teirra, sum bara keypir vørur sínar í hesum handli er Jytte Davidsen, sum lesast kann meiri um aðrastaðni á síðuni. Sama prís sum aðrir Hóast tað finnast handlar í grannabygdunum, og nógv fólk arbeiðir aðrastaðni, so eru tað kortini nógvir hós- víkingar sum keypa í handlinum. Hví tað er so, hevur Birg- it gjørt sær sína hugsan um: - Vit royna at koyra við somu prísum sum aðra- staðni. Og so eru vit jú í sjálvari bygdini, soleiðis at fólk ikki skulu fara lang- vegis fyri at keypa mat- vørur sínar. - Tað eru sjálvandi mest hósvíkingar, sum keypa her. Men av og á koma eis- ini fólk aðrastaðni frá higar at keypa, sigur hon. Í hesi løtu kemur post- boðið - Lis Hansen - á gátt við posti til Birgit. Við sær út aftur fær hon eitt til- boðsblað, sum skal út í øll húskini í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi og í Saksun. Nýbakað breyð Handilin hjá Birgit er sum aðrir matvøruhandlar av slíkum slagi. Her fáast tí allar vørur sum hoyra til eitt vanligt húsarhald. Tríggjar dagar um vikuna fær hon nýbakað breyð frá bakarínum hjá Gunnleivi í Havn - mánadag, mikudag og fríggjadag. - Tað hevði uttan iva verið betri, um vit fingu nýtt breyð hvønn dag. Men tað eru teir ikki so sinnaðir fyri, helst tí at tað ikki man loysa seg, sigur Birgit. Tær vanligastu kiosk- vørurnar fáast eisini her, og tí eru upplatingartíðirnar eisini soleiðis, at bygdar- fólkið ikki noyðist at fara av bygdini at keypa sigar- ettir, drykkivørur, góðgæti og annað. Handilin er tí opin frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9 til 22. Leygardag er fyrst opið frá 9 til 12 og síðani frá 16 til 22, og sunnudag frá kl. 16 til 22. - Eg kenni allar kundarnar Jytte Davidsen er nærum hvønn dag í handlinum í bygdini. Mánamorgunin var hon eisini til handils, m.a. fyri at keypa okkurt til døgurða henda dagin KUNDI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hósvík: - Eg keypi faktisk allar mínar vørur her. Ein av trúføstu kundun- um í handlinum hjá Birgit er Jytte Davidsen, sum upp- runaliga er úr Suðuroy, men sum hevur búð í Hósvík í mong ár. - Jú, eg eri sera fegin um at vit hava ein handil her í bygdini, sigur hon. Mánamorgunin var hon eisini farin til handils at keypa sær tað, henni manglaði í húsarhaldinum, m.a. døgverðan. Hon fer tó ikki bert til handils. Tað er altíð gott at fáa eitt prát í lag við Birgit ella onkran av kundunum í handlinum. Deiligt at fara til handils Jytta hevur ongan bil, og tí er ein natúrligur spurningur til hana, um hvat hon hevði gjørt, um eingin handil var í bygdini. - So máttu vit bara plága onkran annan at koma við mær onkra aðrastaðni at keypa inn saman við mær. - Nei, tað er deiligt at kunna fara til handils her. Og eri her so at siga hvønn einasta dag, sigur Jytta. Her hjá Birgit fær hon eisini tað mesta av tí, hon hevur brúk fyri. Bankikjøt Henda mánamorgunin var hon farin tíðliga frá húsum og oman í handilin. Á innkeypslista hennara var døgurðin í dag, viku- bløðini sum júst vóru komin inn um hurðina og síðani matur til hundin. - Í dag fari eg at borð- reiða við bankikjøti, sigur Jytta, sum við dialekt síni sigur, at tað eitur bankikjøt og ikki benkikjøt. Hon er eisini fegin um at hava henda handilin í bygd- ini, tí tað er ofta eitt sindur trupult at sleppa av bygdini, tá ein ikki hevur bil. - Hetta er eisini eitt samlingspunkt í bygdini. Her fær ein ofta eitt prát við onnur sum eru og keypa. - Og er eingin annar, so er Birgit altíð góð at tosa við, sigur Jytta. - Altíð gott við einum góðum práti Handilin er eitt samlings- punkt í bygdini. Her fær ein altíð eitt prát, sigur Jytta Davidsen, sum vitjar handilin nærum hvønn dag - Tað eru mest hósvíkingar, sum keypa her. Men ofta koma fólk aðrastaðni frá eisini, sigur Birgit Olsen, sum rekur einasta handilin í Hósvík