hósdagur 16. juni 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 16. juni 2005
21
Stutt tíð er liðin síðani
nýggi barnagarðurin í
Hósvík varð tikin í
nýtslu. Bæði børnini
og
starvsfólkini
trívast her
BARNAGARÐUR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hósvík: "Einaferð var tað
ein drongur, og hann æt
Janus. Hann hevði tenn í
munninum, tað hava vit jú
øll!"
Í nýggja barnagarðinum í
bygdini lata tey seg ikki
órógva av at ein fremm-
andamaður er komin á gátt.
Børnini eru komin í
barnagarðin stutt framman-
undan henda mánamorgun-
in, og spælið er fult í gongd.
Starvsfólkini eru eisini í
gongd við tær dagligu upp-
gávurnar ein slíkan dag.
Úti í køkinum ger eitt
teirra klárt til bakstur av
einumhvørjum slagi. Inni í
eini spælistovuni sita tvey
onnur við hvør sítt borð og
spæla saman við børnunum
- ein leggur puslispæl og ein
onnur spælir við kortum.
Inni í einum horni hevur
Anja savnað saman nøkur
børn. Nú er søga á skránni -
søgan
um
Karius
og
Baktus.
Góðan kost og gott
aldursbýti
Hetta er ein rættiliga nýggj-
ur barnagarður, sum hós-
víkingar hava fingið. Tað er
ikki meiri enn hálvurannar
mánaður síðani hann tók
ímóti fyrstu børnunum.
Tey hava tikið børnini inn
so líðandi, og í dag eru 49
børn. Annars er hann nor-
meraður til 58 børn.
Leiðarin, Gitte Jørgensen
sigur, at enn er alt so nýtt,
men at hon kortini vónar at
fáa tvær ætlanir framdar: At
børnini fáa heilsugóðan
kost og at tey verða aldurs-
integrerað.
Í fyrra førinum er ætlanin
at venja børnini við góðan
og rættan mat, og skulu
børnini í hesum sambandi
m.a. fáa møguleika at royna
mat úr øðrum londum.
Í seinna førinum er ætl-
anin at hava børn í ymsum
aldrum saman, soleiðis at
tey kunnu læra hvør av
øðrum, eins og tey kunnu
læra seg at hava fyrilit hvør
fyri øðrum - tey eldru fyri
teim
smærru,
og
tey
smærru fyri teim eldru.
Talið av starvsfólkum er í
dag 10 - 9 hjálparfólk og
leiðarin Gitte. Í summar
kemur ein pedagogur, sum
er um at verða liðugur við
útbúgving sína, aftrat til
arbeiðis.
Ein góð søga
Børnini sita so still sum
mýs, meðan Anja lesur søg-
una um teir báðar jassarnar
í tonnunum hjá Janusi.
Okkurt barnið situr í fangi
hennara. Tvær gentur sita
aftanfyri og spæla við
dukkur, meðan tær lurta
eftir søgu. Hini børnini
trokast saman rundan um
Anju fyri at sleppa at síggja
vøkru tekningarnar í bókini,
sum rithøvundurin Torbjørn
Egner eisini hevur gjørt.
Ein ljóshærd genta hevur
tikið sær sína egnu bók, og
hana situr hon og lesur
undir liðini á Anju. Júst í
dag vóru Karius og Baktus
ikki nakað fyri hana. Hon
vildi heldur hava eina bók
við fleiri myndum enn
teksti.
Anja dugir væl at lesa
upp, og børnini eru íðin
eftir at fáa eygu á tekning-
arnar. Um tey ikki skilja
sjálvt innihaldið í søguni,
so kunnu tey kanska betur
fata tekningarnar í hesi
søguni.
Hóast hini børnini eru
upptikin við øðrum spæli,
so lata hesi børnini í horn-
inum hjá Anju seg ikki
ávirka av tí.
Ein vælsøgd søga er ikki
av vegnum ein slíkan
mánamorgun.
Tey hugna sær saman við Kariusi
Puslispøl eru altíð nógv
umhildin av børnum. Við
hetta borðið leggja tey eitt
puslispæl við stórum
brikkum
Anja Rasmussen letur Karius og Baktus fyri børnunum. Tey lurta væl eftir og eru spent, hvørja ferð hon blaðar á eina nýggja síðu