Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 112 - 16. juni 2005 Seta eina æru í at róðurin skal ganga væl - Menninir ganga 100 % inn fyri sakini. Gjørdu teir ikki tað, so er so skjótt at okkurt kiksar. Og vit kunnu tíbetur bara staðfesta, at kappróð- urin altíð hevur gingið væl her, sigur formaðurin í Hósvík- ar Kappróðrarfelag, Hans Jacob Djurhuus KAPPRÓÐUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hósvík: Er tað nakað sum hósvíkingar og mong onnur við teimum gleða seg til, so man tað vera hæddar- punktið á Sundalagsstevn- uni. Seinnapartin leygardagin er nevniliga kappróður á skránni. Hetta er sam- stundis annar FM-róðurin í ár. Lítil ivi man vera um, at allar manningarnar hava vant dúgliga síðani seinasta róðurin á Norðoyastevnu fyri tveimum vikum síðani. Nú skal so rógvast inn á Hósvíkina, og tá skal alt gerast fyri at ogna sær eitt fyrstapláss og sjey kær- komin kappróðarstig. Eitt er so sjálvur kapp- róðurin. Eitt annað er so alt tað sum er rundan um sjálvan róðurin. Her eiga startdómarin og hansara fylgi á sjógvi og landi ein avgerandi leiklut í, at róðrarnir fara fram á rættan hátt - og eisini innan fyri rímiliga tíð. Her hava hósvíkingar eitt sera gott orð á sær: Fólk vita, at tá hósvíkingar skipa fyri einum róðri, so er hann 100 %. So er bert eftir at vóna, at veðrið fer at laga seg so- leiðis at hesin kappróðurin eisini kann gerast vakur og spennandi. Heimasjógvur Ein av ítróttargreinunum, sum hósvíkingar hava gingið og ganga nógv uppí er kappróðurin. Hósvíkingurin hevur mangan verið við har frammi, tá 6-mannaførin hava róð. Og í ár er Falkur- in eisini ein av bátunum, sum vegna felagið skal vísa, hvør dugur er í teim- um í kappróðrinum í summar. Komandi leygardag sleppa teir so at royna seg í heimasjógvi, tá kappróðrar- felagið í bygdini stendur sum vertur við øðrum FM- róðrinum í hesi sesongini. - Alt er við at verða klárt til róðurin, so vit eru eisini spent til seinnapartin leyg- ardagin, tá róðurin byrjar, sigur Hans Jacob Djurhuus. Hann er sjálvandi spentur uppá úrslitið av róðrunum. Men fyri hann er tað tekniska úrslitið av róðrin- um eisini av alstórum týdningi. 100% inn fyri sakini Tað er jú kappróðrarfelagið sjálvt sum stendur fyri róðrinum. Róð verður frá Eysturoyarlandinum og inn móti málinum, sum er við bryggjuna. Fyri Hans Jacob og hans- ara menn er tað av alstórum týdningi, at øll viðurskifti í og rundan um róðrin verða avgreidd lýtaleyst. - Vit kunnu tíbetur siga, at okkara menn síggja eina æru í at róðrarnir í Hósvík skulu ganga gott. Teir ganga 100 % inn fyri tí. Gjørdu teir ikki tað, so er so skjótt at okkurt kiksar. - Men vit kunnu tíbetur bara staðfesta, at kappróð- urin altíð hevur gingið væl her. Orsøkin til hetta er ikki minst hon, at tað er sama fólkið sum hevur staðið fyri hesum øll árini, sigur kapp- róðrarformaðurin. Skilagott samstarv At menninir í Hósvík til fulnar hava greitt setning sín í samband við kapp- róðrarnar, veit fólkið í bygdini. Tað eru tó eisini onnur, sum hava lagt hetta til merkis, m.a. strandingar, sum fyri tveimum árum síðani fingu sær serkøna hjálp úr Hósvík, tá teir skipaðu kappróðurin í 2003. Hetta var fyrstu ferð at strandingar vóru vertir við Fjarðastevnuna, og fyri at eingin skuldi kunna seta nakran fingur á umstøður- nar í róðrinum, leitaðu teir sær hjálp hjá hósvíkingum. Og ikki óvæntað gekk eis- ini hesin róðurin soleiðis sum hann skuldi. Eisini á hægsta staði - í Róðrarsambandinum - varð givið gætur eftir hesum stiginum. Og í ársfrágreið- ingini fyri 2003 verður hetta samstarvið millum Hósvík og Strendur nevnt við orðinum "skilagott". Royndir Skal ein ganga eftir fimm- daga forsøgnini hjá veður- frøðinginum Petur Skeel Jacobsen, so kann roknast við nakað av vindi úr út- synningi og suðri leygar- dagin. Hinvegin so kann væntast ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum 7 og 11 stig. Veðurvánirnar kunnu sjálvandi altíð hava sína ávirkan á ein róður, og tað vita tey sjálvandi eisini í kappróðrarfelagnum. Men sum Hans Jacob sigur: - Tað hevur altíð riggað væl her í Hósvík. Tað er eisini sama fólkið sum tekur sær av kappróðr- inum, og tí hava teir sum frá er liðið eisini fingið sær góðar royndir við at skipa fyri hesum róðrum. - Vit eiga henda róðurin triðja hvørt ár. Og tí eru vit eisini væl upplagdir til enn ein róður nú leygardagin, sigur Hans Jacob. Tey ungu fara eisini at seta sín dám á róðurin leygar- dagin. Væl gangist teimum! Mynd: Jens Kr. Vang Kappróðurin hevur góðar umstøður í Hósvík, sigur formaðurin, Hans Jacob Djurhuus