Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í september koma Mazda á marknaðin við nýggja 7-persóna- bilinum Mazda5. Bilurin er tann einasti í sínum klassa við dragihurðum á báð- um síðum. Mazda5 avloysir bæði Premacy og MPV BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Magnus Gunnarsson Milano: Mazda5 avloysir tveir bilar, Premacy, og tann størra, MPV. Bilurin er eisini millum hesar báðar í stødd, hann er 20 cm longri enn Premacy og 25 cm styttri enn MPV. Saman við Renault Scenic var Mazda Premacy í 1999 ein av fyrstu MPV- bilum í sínum klassa, og síðan hevur eitt ótal av øðrum bilmerkjum fylgt eftir við MPV-bilum í somu stødd. Mazda5 er ein spennandi og smartur MPV við sera liðiligari innrætting og upp til 7 sitiplássum. Breiðar dragihurðar eru á báðum síðum, og lætt er at koma inn og út úr bilinum, sum er bæði praktiskur og sport- sligur við komforti á høg- um støði. Lætt er at finna seg til rættis í bilinum við at stilla rattið og førarasetrið eftir egnum ynski. Girstongin er beint við hondina - í instru- mentborðinum. Fýra motorar vera at velja ímillum - tveir bensin og tveir diesel. Bensin- motorarnir eru 1,8 litur við 115 hk, og 2,0 litur við 145 hk. Um árskiftið koma tveir 2,0 litur turbodiesel við ávikavist 110 og 143 hk, báðir við commonrail inn- spræning. Mazda5 hevur ein fram- komnan undirvogn við McPerson upphangi framman og multi-link upphangi aftan við lágt settum bakfjaðrum fyri at geva mest møguligt pláss í viðførisrúminum og til tey aftastu setrini. Koyriegin- leikarnir eru heilt í topp. Bilurin hevur nógvar inn- bygdar trygdarskipanir sum t.d. MAIDAS ( Mazda Advanced Impact Distru- bution and Absorbtion System), sum tryggjar kabinuna mest møguligt í einum ferðsluóhappi. ABS- bremsuskipan við elektro- niskari bremsukraftdeilara (EBD), og elektroniskum bremsuassistenti (EBA) og dynamiskum stabilitets- kontroll (DSC). Airbag eru framman, í síðunum, og gardinairbag til øll trý røðini av setrum. Comfort, Comfort Plus, Touring og Sport Mazda5 verður gjørdur í fýra útgávum hvat útgerð viðvíkur: Comfort, Com- fort Plus, Touring og Sport. Í standardútgávuni, Com- fort, hevur bilurin t.d. air- condition, el-síðurútar, fjar- stýrt sentrallás, el-síðu- spegl við hita, og hita í setrunum. Annars fáast hinar útgávurnar við flúgv- araborðum við baksetrini, fjarstýring í rattinum til radio og fløguspælara og klimaanleggi. Sport-útgávn hevur t.d. 17" alufelgur, tokulyktir framman, myrk- ar síðurútar, regnsensorar og xenon-forlyktir. Frá Bilasøluni hjá Øssuri og Schumann í Hoyvík verður sagt, at Mazda5 kemur í august/september, og prísirnir byrja við umleið kr. 220.000,- fyri ein 1,8 Comfort. 24 Nr. 112 - 16. juni 2005 Mazda5 avloysir Premacy og MPV Mazda5 2,0 Comfort Plus Motorurin: 2.0 litur bensin 145 hk 0-100 km/t: 10,8 sek / toppferð 196 km/t Bensinnýtsla: 12,2 km/l (blandað koyring) Dekkstødd: 195/ 65-15 Stødd og vekt: Longd: 450,0 cm Breidd: 175,5 cm Hædd: 166,5 cm Eginvekt: 1.350 kg Viðførisrúm: 112 litrar v. 7 setrum / 426 litrar v. 5 setrum Søluumboð: Bilasølan Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel. 315354 www.bilasolan.fo Mazda5 uttan fyri hotellið við Lago Maggiore. Leggið til merkis at allir testbilarnir hava týskar nummarplátur. Fleiri av útgávunum høvdu DVD-skíggja undir loftinum. Allir høvdu navigatiónsskipan