hósdagur 16. juni 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Arbeiðið við at grava
út og planera fyri
nýggja Mazda-bygn-
inginum hjá Bilasøl-
uni í Hoyvík er liðugt,
og í september verður
klárt at flyta inn, siga
stjórarnir Øssur
Johannesen og
Schumann Hjaltalin
BILASØLA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bilasølan í Hoyvík, sum í
mong ár hevur umboða
bilmerkini VW, Audi og
Seat, ið hoyra til VW-kon-
sernina, fekk í fjør eisini
umboð
fyri
japansku
Mazda bilarnar. Í hesum
sambandi verður ein sjálv-
støðugur bygningur bygdur
til hetta bilmerki.
Stjórarnir á Bilasøluni,
Øssur Johannesen og Schu-
mann Hjaltalin, siga, at
talan verður um ein sølu-
og
framsýningarbygning
upp á 270 fermetrar í einari
hædd
við plássi til 8 bilar. Eis-
ini skulu nýggir bilar klár-
gerast í bygninginum.
Tað kemur at lætta væl
um í dagliga arbeiðinum, at
bilarnir hjá VW-konsernini
og Mazda verða seldir í
hvør sínum framsýningar-
hølum. Bygningurin verður
klárur at taka í brúk í sep-
tember. Hetta er um somu
tíð, sum Mazda5 kemur á
marknaðin, og væntandi
verður nógv gjørt burtur úr
tá, siga Øssur Johannesen
og Schumann Hjaltalin.
Nr. 112 - 16. juni 2005
25
Í gjár skrivaðu donsk
bløð um, at eldur var
komin í 7 bilar av
slagnum Peugeot
307, og at tað sama
var hent í Svøríki.
Talan er um
korrisión í el-skip-
anini við pumpuna
til servostýringina.
Peugeot tekur sær
alla ábyrgd av tí sum
er hent
BILAR
Í tíðindaskrivi frá Peugeot
Danmark verður sagt, at
ein
kortslutningur
var
orsøk til at eldur kom í
sjey bilar av slagnum
Peugeot 307. Talan er um
korrisión á el-skipanini
við pumpuna til servo-
stýringina.
Kanningar vísa, at korri-
siónin er íkomin av vátu
luftini, og av at so nógv
salt verður koyrt á vegirnir
um veturin.
Peugeot tekur sær alla
ábyrgd av tí sum er hent,
og í næstum vera 8.830
bilar av 1,6 og 2,0 útgáv-
unum eldri enn juni 2003
kallaðir inn.
Peugeot syrgir fyri at
allir 307 kundarnir í Dan-
mark og Føroyum fáa boð.
Peugeot 307:
Peugeot hevur staðfest orsøkina til eldin
Nýggjur Mazda bygningur í Hoyvík
Nýggi Mazda-bygningurin hjá Bilasøluni í Hoyvík verður tikin í brúk í september,
siga stjórarnir Schumann Hjaltalin og Øssur Johannesen,
sum her standa á planeraða grundøkinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Tekning av Mazda-bygninginum. Bygningurin verður í einari hædd og gólvvíddin verður
270 fermetrar