hósdagur 16. juni 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 16. juni 2005
27
Nú skal hann útflýggjast
Tann 11. juli eru tíggju ár liðin síðani ta ræðuliga
hópmorðið í bosniska býnum Srebrenica, og nú krev-
ur USA, at høvuðsmaðurin aftan fyri illgerðina verð-
ur latin krígsbrotsmannadómstólinum í Haag innan
tíggju ára dagin. Tað var Nicholas Burns, varauttan-
ríkisráðharri, sum kom við kravinum.
Krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugo-
slavia hevur fleiri ferðir kravt fyrrverandi bosnia-
serbiska generalin Ratko Mladic útflýggjaðan, tí
hann hevði ábyrgdina av teimum serbisku hermonn-
unum, sum myrdu næstan 8.000 menn og dreingir í
Srebrenica tann 11. juli í 1995. Í seinastuni hevur
ljóðað, at teir serbisku myndugleikarnir hava tingast
við Mladic, og at hann skal vera til reiðar at geva seg
upp í hendurnar á myndugleikunum í Serbia. Tað
hevur stjórnin í Beograd avsannað, og hon heldur
uppá, at hon veit ikki, hvar tann eftirlýsti generalurin
er.
Umframt Ratko Mladic vil krígsbrotsmannadóm-
stólurin hava fatur á fyrrverandi bosniaserbiska leið-
aranum Radovan Karadzic, tí hann er eisini skuld-
settur fyri krígsbrotsverk undir krígnum á Balkan.
Heim eftir 40 ár í útlegd
Ein kaldan dag í januar í 1965 gjørdi amerikanski
hermaðurin Charles Robert Jenkins av at rýma úr
sínari herdeild, sum hevði støð í Suðurkorea.
Hann fór um markið til Norðurkorea, og har gjørdu
myndugleikarnir nógv burturúr. Jenkins bleiv ofta
brúktur í ymsum propagandatiltøkum, men fyri trim-
um árum síðani eydnaðist tað honum at sleppa til
Japan. Við sær hevði hann konuna og tær báðar døt-
urnar. Konan er japonsk, men norðurkoreanar burtur-
fluttu hana í 1978, so hon kundi virka sum lærari í
japonskum máli.
Charles Robert Jenkins tordi ikki at fara til USA, tí
hann var bangin fyri at verða ákærdur fyri at vera
rýmdur til fíggindan. Í november í fjør fekk hann 30
daga fongsul fyri rýmingina. Tann dómin hevur hann
sitið, og týskvøldið setti hann fyri fyrstu ferð í 40 ár
fótin á amerikanska jørð, har hann fór beinleiðis til
North Carolina at vitja mammu sína, sum er 91 ára
gomul.
Væntar batar
Andaligi leiðarin í Tibet, Dalai Lama, sigur við
norska blaðið Aftenposten, at hann hevur góðar vónir
um, at demokratiið fer at vinna fram í Kina í komandi
árum.
Dalai Lama sigur, at Kina er vorðið eitt heimsveldi,
og at landið lýkur næstan allar fortreytirnar fyri tí.
Men enn hevur landið ikki vunnið sær altjóða
viðurkenning, sigur hann og leggur afturat, at hana
fær Kina ikki, fyrr enn landið verður eitt
demokratiskt rættarsamfelag við óheftari kunning og
átrúnaðarfrælsi. Dalai Lama heldur, at fyrr ella seinni
fer tann kinesiska leiðslan at fremja hesar batarnar, tí
hon hevur ikki annað í at velja.
Tann 6. juli verður Dalai Lama 70 ár, men hann
hevur ongar ætlanir um at gevast við virksemi sínum,
og hann sigur seg framvegis hava eina vón um, at
hann ein dag sleppur aftuer til Tibet.
Røkke byggir stórt
Norski vinnulívsmaðurin Kjell Inge Røkke fær skjótt
gott útsýni, tí fyritøka hansara, Aker, hevur gjørt av at
byggja ein skrivstovubygning á fyrrverandi Fornebu-
floghavnini í Oslo. Grundøkið kostaði Aker 150
milliónir norskar krónur, og norsk bløð skriva, at
skrivstovubygningurin fer at kosta umleið eina
milliard krónur.
Leif-Arne Langøy, sum er stjóri í Aker, sigur við
bløðini, at tann nýggi bygningurin skal hýsa øllum
Aker-fyritøkunum, sum halda til á Oslo-leiðini. Talan
er um 2.100 starvsfólk, og tey flyta væntandi inn í
nýggju skrivstovurnar um hálvtannað ár.
Avgerðin at byggja nýggja bygningin bleiv tikin á
seinasta aðalfundi, sum var í mars. Tá var uppskot um
at nevna bygningin eftir Røkke sjálvum, men tað
bleiv ikki samtykt. Kortini eru tað fleiri, sum longu
hava givið tí komandi bygninginum navnið »Røkke
Plaza«.
Ein 80 ára gamal
skóhøggjari er
ákærdur í sambandi
við trý av teimum
mest umrøddu morð-
unum í amerikanska
borgararættindastríð
num. Ku Klux Klan
fylgir við
rættarmálinum
RÆTTARMÁL
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Mánadagin kom tann 80
ára gamli fyrrverandi skó-
høggjarin Edgar Ray Killen
í dómhúsið í býnum Phila-
delphia í amerikanska stat-
inum Mississippi. Hann er
ákærdur fyri at hava myrt
teir tríggjar borgararætt-
i n d a s t r í ð s m e n n i n a r
Michael Schwerner, And-
rew Goodman og Ben Cha-
ney í 1964.
Teir tríggir, tveir hvítir og
ein svartur, vóru á ferð í
Mississippi, har teir royndu
at fáa tey svørtu at skráseta
seg sum veljarar. Hetta var
sum nevnt í 1964, og tjúgu
limir í Ku Klux Klan-
felagsskapinum í tí lítla
býnum Philadelphia gjørdu
av at taka teir tríggjar. Teir
vórðu
burturfluttir
og
myrdir. Hálvan annan mán-
að seinni fann løgreglan
líkini, sum lógu í einari
næstan fýra metrar djúpari
grøv.
Løgreglan á staðnum
kannaði ongantíð morðini
til fulnar, og tað komst av,
at løgreglan hevði ikki
størri virðing fyri teimum
svørtu, enn Ku Klux Klan
hevði. Trý ár seinni, í 1967,
vórðu sjey limir í Ku Klux
Klan skuldsettir fyri at hava
verið uppi í einari saman-
svørjing
ímóti
teimum
myrdu, sum tað æt. Eingin
bleiv kortini ákærdur fyri
morð, og eingin fekk meiri
enn seks ára fongsul.
Longu tá vildu fleiri vera
við, at Edgar Ray Killen
var oddamaður hjá Ku
Klux Klan í Philadelphia,
og at tað var hann, sum
legði morðini til rættis.
Men hann var prestur og
slapp undan revsing, tí ein
av nevningunum sýtti fyri
at døma ein prest. Málið
bleiv tí slept, men gjørdist
kortini kent um allan heim-
in orsakað av filminum
»Mississippi Burning«.
Men nú er Edgar Ray
Killen aftur í rættinum, og
hesaferð er hann ákærdur
fyri at hava givið boð um at
myrða teir tríggjar borgara-
rættindastríðsmenninar fyri
41 árum síðani. Tá hann var
í rættinum í 1967, vóru allir
nevningarnir hvítir. Soleið-
is er ikki í hesaferð.
Klanurin hjástaddur
Edgar Ray Killen hevur alt-
íð avsannað, at hann hevur
havt nakað samband við Ku
Klux Klan, og at hann
hevði nakað við tey trý
morðini at gera. Men nakað
man vera í tí, tí teir, sum
hava ansað eftir honum í
seinastuni, bera skelti, har
tað stendur, at teir eru limir
í »American White Knights
of the Ku Klux Klan, Inc.«,
skrivar Dagsavisen.
Tann ákærdi duldi heldur
ikki sítt samband við Ku
Klux Klan, tá hann kom í
rættin mánadagin, tí á
bringuni hevði hann eitt
lítið merki hjá felagsskap-
inum. Fleiri vælvaksnir
menn fylgdust við honum,
men verji hansara avsann-
aði, at teir høvdu nakað við
Ku Klux Klan at gera. Men
seinni mátti hann taka orð-
ini aftur. Tí Ku Klux Klan
fylgir gjølla við, hvat sagt
verður.
Framvegis virkin
Derrick Johnson, sum er
formaður í svarta borgara-
rættindafelagsskapinum
NAACP í Mississippi, sig-
ur við Dagsavisen, at tað
kemur ikki óvart á seg, at
Ku Klux Klan fylgir við
rættarmálinum.
– Hetta vísir, at klanurin
er framvegis virkin í statin-
um. Teir eru racistar, og
hetta rættarmálið er eitt
týðandi lið í stríði okkara
fyri einum rímiligum lívi –
ikki bara í Mississippi, men
í øllum USA, sigur Derrick
Johnson.
Sjálvur var hann í rætt-
inum mánadagin saman við
tíggju ára gamla soninum.
– Tað gjørdi eg fyri at
vísa honum, at í hesum
landinum verða fólk drigin
til svars fyri sínar gerðir,
sjálvt um tað kann taka
drúgva tíð.
UTTAN ÚR HEIMI
Prutlar undir lokinum
í Mississippi
Edgar Ray Allen á veg í dómhúsið. Hann er ákærdur fyri at hava givið boð um trý morð fyri 41
árum síðani