Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 • hósdagur • 16. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyskur fimleikur hevur fingið sín fyrsta altjóða dómara í rútmiskum/estet- iskum fimleiki. Elna Johannesen úr Ritu- vík hevur fyri kortum verið í Prag og lokið prógv sum altjóða dómari. FIMLEIKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Estetiskur fimleikur er av álvara við at vinna fram her á landi. Herfyri vóru ikki færri enn trý føroysk fim- leikalið í Danmark og tóku lut í HM-kappingini í estet- iskum fimleiki, og nú hava vit so eisini fingið fyrsta altjóða dómaran í hesi kappingargrein. Ætlar sær út at døma Elna Johannesen greiðir frá, at hon var á einum tveir dagar longum skeiði í kekkiska høvuðsstaðnum Prag. Skeiðið endaði við einari skrivligari próvtøku, og síðani vóru skeiðslut- takararnir settir at døma út frá eini sjónbandaupptøku. - Vit sótu ein og ein og hugdu at bandinum, og síð- ani skuldu vit lata inn okk- ara úrslit. Tað var í veru- leikanum sum ein vanlig próvtøka, greiðir Elna frá. Herfyri fekk Elna at vita frá IFAGG, sum er al- heimssambandið innan hesa ítróttargrein, at hon hevði staðið royndina sum altjóða dómari á 3. stigi, og tí kann hon nú fara út at døma í altjóða kappingum. - Eg ætli mær út at døma, og í veruleikanum eri tað eg sjálv, sum geri av, nær eg fari út at døma altjóða kappingar, greiðir Elna frá. Hon skal bert umvegis Fimleikasamband Føroya boða frá, at hon fegin vil døma í eini kapping, og so kann hon fara, greiðir hon frá. Hoyvíkingar hava gjørt avtalu við Hannis Wardum um at taka sær av besta liðnum hjá felagnum komandi kapping- arár. HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nú er greitt, at tað verður Hannis Wardum, sum kom- andi kappingarár skal standa við róðrið hjá besta mansliðnum hjá H71. Hannis hevur ongantíð áður roynt seg sum venjara í bestu deildini, men hann hevur drúgvar royndir sum spælari, og somuleiðis hev- ur hann instruktørskeið frá ítróttarháskúlanum í Århus. Spentur uppá avbjóðingina Hannis Wardum var í mong ár fastur fúsur á besta mansliðnum hjá Kyndli, sum seinast í áttatiárunum og gjøgnum øll nítiárini bardist við vestmenningar um plássið á ovastu rók í føroysku manshondbólti. Nú eru nøkur ár síðani, at Hannis leikti í bestu deild- ini, og seinnu árini hevur hann saman við beiggj- anum Una verið eitt av bestu dómarapørunum, ið vit hava havt í Føroyum. Spurdur um tað er ein gamal dreymur at gerast venjari í fremstu deildini, sigur Hannis: - Tað veit eg ikki rættuliga. Eg havi so altíð fylgt væl við og havt mína meining um, hvussu tingini skulu gerast, sigur hann. Hannis Wardum sigur, at hann er sera spentur uppá avbjóðingina. - H71 hevur nógv og gott fólk. Talan er um ein rættuliga stóran hóp, og tað er ógvuliga umráðandi eftir mínum tykki. Somuleiðis tykist tað fyri mær sum um, at spæl- ararnir eru ógvuliga seri- øsir, og tað hevur nógv at siga, sigur Hannis Wardum. Nýggi venjarin fegnast eis- ini um, at flestallir leikar- arnir hjá H71 eru í góðari venjing, tí fleiri teirra rógva um summarið, og nakrir venja miðvíst við hond- bóltslandsliðnum, so grundformurin skuldi verið heilt góður, tá ið lagt verður til brots aftur við fullari megi eftir ólavsøku. Spurdur hvat málið hjá H71 fyri komandi kapp- ingarár er, sigur Hannis: - Nú eri eg uppvaksin í Kyndli, og har eri eg vanur við, at man altíð fer eftir tí besta. Eg vil tó siga, at eitt pláss millum trý tey fremstu er á eini góðari leið, sigur nýggi H71-ven- jarin. Liðskiparin fegnast Halgir Dahl-Olesen, lið- skipari hjá H71, fegnast um, at felagið hevur sett Hannis Wardum í starvið sum venjari hjá besta mans- liðnum: - Vit eru ógvuliga glaðir um avgerðina, og ikki minst fegnast vit um, at tað ikki verður ein leikandi venjari, ið stendur við róðr- ið komandi ár. Eg trúgvi eisini, at Hannis er rætti maðurin til at geva okkum eitt spark í afturpartin, tá ið ástendur. Vit hava eitt gott lið, og tí haldi eg, at vit hava líka nógv tørv á einari sterkari persónligheit sum einum royndum venjara. Eg vildi eisini mett, at Hannis ikki góðtekur nakað, sum er hálvt, men sum allatíðina krevur, at vit geva 100 prosent, og tað hava vit brúk fyri, sigur Halgir Dahl-Olesen. H71-liðskiparin sigur, at spælararnir eru sera glaðir fyri, at venjaraspurningurin er loystur, tí tað er ein sannroynd, at tað er ógvu- liga trupult at fáa fatur á góðum venjarum í dag. Klaksvíkingar fáa um nakrar vikur til- gongd av ungum leikara úr næstbestu donsku deildini. FÓTBÓLTSSTYRKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Talan er um 20 ára gamla Mathias Tauber, sum kem- ur úr felagnum Ølstykke í donsku 1. deildini. Hetta skrivar Norðlýsið á heima- síðu sínari mikudagin. Skal styrkja verjupartin Mathias Tauber er mið- vallari/verjuleikari, og hann kemur til Klaksvíkar tann 2. juli. Við Norðlýsið sigur Petur Simonsen frá Sp/f KÍ-fyriskipan, at partarnir eru vorðnir samdir um samstarv, og hóast teir seinastu forma- litetirnir ikki eru av- greiddir, so kann hann vátta, at danin verður í Klaksvík 2. juli. KÍ hevði ætlað at fáa danan til Klaksvíkar bein- an vegin, men Ølstykke vildi ikki lata hann leysan, fyrr enn sáttmálin teirra millum gekk út, og kapp- ingin í Danmark var liðug. Mathias Tauber hevur spælt 20 dystir fyri besta liðið hjá Ølstykke. Asafa Powell gjørdist í týskvøldið heimsins skjótasti maður nakran- tíð. Hetta gjørdist veruleiki, tá ið Powell, sum er av Jamaica, setti nýtt heimsmet á 100 metra tein- inum í renning í einari kapping í grikska høvuðsstaðnum Athen. Asafa Powell rann teir 100 metrarnar í tíðini 9,77 sekund, og harvið slóg hann trý ára gamla metið hjá amerikumanninum Tim Montgomery, ið var 9,78 sekund. tn Hannis skal venja H71 Hannis Wardum skal fyri fyrstu ferð royna seg sum venjara í bestu mansdeildini, tá ið hann komandi kappingarár skal taka sær av mansliðnum hjá H71. savnsmynd Altjóða dómari úr Rituvík KÍ fær danskan styrk Ungi Mathias Tauber, sum frá 2. juli verður við í hópinum hjá KÍ. mynd: www.olstykke-fodbold.dk Nýtt heimsmet á 100 metrum