hósdagur 16. juni 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 16. juni 2005
29
Venjararnir, sum nú
hava lokið prógv,
kunnu halda fram og
útbúgva seg á hægsta
europeiska støðið,
sum um fimm ár
verður krav, at allir
venjararnir í føroysku
1. deildini hava lokið
FÓTBÓLTSVENJARAR
Jóannes Hansen
Mikukvøldið í síðstu viku
vóru tólv fótbóltsvenjarar,
sum koma úr feløgum kring
alt landið, lidnir við B-
venjaraútbúgvingina
hjá
FSF. Seinasti parturin av
útbúgvingini verður nevnd-
ur Slóðarin, venjararnir
fóru undir henda partin av
útbúgvingini í mars í ár.
Talan er um útbúgving,
sum bæði hevur verið verk-
lig og ástøðilig ella teoret-
isk. Venjararnir hava staðið
fyri venjingum, og teir hava
eygleitt, hvussu hinir, sum
teir hava útbúgvið seg sam-
an við, hava lagt til rættis.
Teir hava arbeitt við skriv-
ligum uppgávum, teir hava
kjakast um venjing og fót-
bólt, og teir hava fingið frá-
læru
frá
instruktørum.
Ábyrgdarpersónar fyri ven-
jaraskeiðnum hava verið
Hans Mourits Foldbo og
Petur Simonsen.
Tað er Fótbóltssamband-
ið, sum stendur fyri og hev-
ur ábyrgdina av føroysku
venjaraútbúgvingini, sum
verður
hildin
sambært
UEFA ásetingum og krøv-
um. Tað ber við sær, at ven-
jarar, sum hava nomið sær
útbúgving í Føroyum, eisini
eru kvalifiseraðir at vera
venjarar aðra staðni enn í
Føroyum.
FSF bjóðar nýklæktu
slóðarunum at halda fram
at útbúgva seg. Í september
er møguleiki hjá teimum at
fara til próvtøku, sum gev-
ur teimum venjarabræv ella
license á UEFA B støði. Tá
ið venjararnir hava staðið
hesa próvtøkuna, kunnu
teir fara undir A venjaraút-
búgvingina. Í heyst fer FSF
fyri fyrstu ferð undir A-
venjaraútbúgvingina.
Í UEFA høpi verða ven-
jaraútbúgvingarnar
rað-
festar høgt, og harvið verð-
ur eisini kravt, at lima-
londini í UEFA raðfesta
útbúgvingarnar.
Krøvini
gerast alt strangari, og nú er
greitt, at teir, sum frá og við
2010 skulu vera venjarar í
1. deild í Føroyum, skulu
hava lokið A-venjaraút-
búgvingina.
Tólv nýggir slóðarar
Á jóansøku verður ein
gamal siður tikin
uppaftur. Tvøroyrar
svimjifelag skipar fyri
kappsvimjing um
fjørðin sunnudagin á
jóansøku og aftaná
verður togtogan mill-
um luttakararnar.
Teinurin ið svomið verður
er frá nýggju samferðslu-
keiini í Øravíkarlíð yvir til
kaiina við flakavirkið. Hes-
in teinur er um 700 metrar.
Byrjað verður sunnudagin
kl. 13.30 og luttakararnir
skulu møta kl. 13.00.
Gamal siður
Tað at svimja kapp á sjó-
num er gamalt í Føroyum
og hóast tað ikki hevur
verið svomið kapp á sjó-
num á jóansøku seinastu 30
árini, so mugu vera mong
ið minnast tað við fragd.
Ikki minst var togtoganin
millum svimjarar har eina
liðið var á molanum og hitt
á keiini nakað í áskoðar-
unum dámdi væl.
Fyri nøkrum árum síðani
skipaði Svimjifelagið Flot
fyri kappsvimjing um
Skálafjørðin á skálafjarð-
arstevnuni. Tað ferðina
vóru luttakararnir gott 30,
bæði menn og kvinnur ung
og gomul. Síðani tá hava
ikki verið kappingar á
sjónum við undantakið av
svimjingini um Nólsoyar-
fjørð. Tann teinurin er um
5.000 metrar og sostatt í
longra lagið fyri tann, ið
ikki venur miðvíst.
Kapping fyri øll
Á jóansøku er ætlanin at øll
kunnu luttaka, og tað kostar
einki, eins og teinurin uppá
700 metrar ger tað møgu-
ligt hjá flestu svimjarum at
luttaka.
Treytirnar ella reglurnar
eru fáar: svimjararnir skulu
vera í vátdrakt og tað er
ikki loyvt at nýta fitjur.
Steyp verða latin. Tilmeld-
ing kann fara
fram til 24. juni kl. 20.00
hjá Johan Martin Poulsen á
telefon 280607 ella mail
jm_poulsen@yahoo.dk.
Kappsvimjing um fjørðin á jóansøku
Teir tólv venjararnir, sum júst hava lokið B-útbúgvingina. Aftanfyri frá vinstru: Hans Mourits Foldbo, skeiðleiðari, Magnus á Stongum (EB/Streymur), Jógvan
Páll Joensen (SÍ), Piotr Krakowski (EB/Streymur), Krzystof Popczynski (GÍ), Jens Martin Knudsen (NSÍ), Pól F. Joensen (TB) og Petur Simonsen, skeiðleiðari.
Frammanfyri frá vinstru: Terji Hansen (AB), Milan Cimburovic (TB), Sveinbjørn Danielsen (Royn), Sámal Erik Hentze (B36), Eyðun Klakstein (KÍ) og Bergur
Hansen (NSÍ).