fríggjadagur 17. juni 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 113 - 17. juni 2005
Tíðindaskriv
Partabrøvini
hjá
P/F
Atlantic Petroleum vórðu
skrásett á Virðisbræva-
marknaði Føroya (VMF) og
ICEX mikudagin 15. juni.
Hetta vóru fyrstu føroysku
partabrøvini á VMF og
ICEX.
Á tíðindafundi í Tórs-
havn mikumorgunin 15.
juni varð skrásetingaravtal-
an undirskrivað av Atlantic
Petroleum, ICEX og VMF.
Fyrsti handilin við parta-
brøvunum hjá Atlantic Pe-
troleum fór fram, tá ið
marknaðurin lat upp kl. 11.
Skrásetingin av Atlantic
Petroleum er byrjanin til
partabrævahandil á Virðis-
brævamarknaði Føroya í
samstarvi við ICEX. Sigurd
Poulsen, stjóri hjá VMF,
staðfesti m.a. hetta tá av-
talan varð undirskrivað:
»Hetta er ein søguligur
dagur fyri føroyska virðis-
brævamarknaðin. Atlantic
Petroleum hevur gingið á
odda við at skráseta seg á
okkara marknaði og vóna
vit, at aðrar føroyskar
fyritøkur fara at nýta sama
møguleika í framtíðini.«
»Vit vóna at skrásetingin
av Atlantic Petroleum fer at
verða grundarlag undir ein-
um sterkum føroyskum
virðisbrævamarknaði«,
staðfesti Thordur Fridjons-
son, stjóri fyri ICEX.
»Hetta er fyrsta fyritøkan,
ið verður skrásett grundað
á avtaluna millum ICEX og
Virðisbrævamarknað Før-
oya, og er hetta ein týðandi
hending. Vit vilja ynskja
Atlantic Petroleum hjarta-
liga vælkomnum«.
Wilhelm Petersen, stjóri hjá
Atlantic Petroleum, stað-
festi m.a.: »Tað gleðir okk-
um at verða fyrsta føroyska
fyritøkan á VMF, og fyrsta
útlendska
fyritøkan
á
ICEX, og gleða okkum til
eitt gott samstarv í framtíð-
ini.«
Atlantic Petroleum varð
stovnað í 1998 sum fyrsta
føroyska olju- og gassfyri-
tøkan.
Nominella virðið av øll-
um partabrøvunum hjá At-
lantic
Petroleum
er
73.997.800 krónur.
Í løtuni eru 84.9% av
partabrøvunum
og
at-
kvøðurættinum hjá felagn-
um ognað av generellum
íleggjarum. Skrásetingin av
partabrøvunum hjá Atlantic
Petroleum varð samskipað
av Kaupthing Bank hf. -
Kaupthing
Virðisbræva-
meklarafelag P/F. Prospekt-
ið hjá Atlantic Petroleum,
prísir á virðisbrøvum og
aðrar upplýsingar eru at
finna á www.vmf.fo og
www.icex.is.
Atlantic Petroleum er nú skrásett
á VMF og ICEX
Wilhelm Petersen, stjóri: -Tað gleðir okkum at verða fyrsta føroyska fyritøkan á VMF, og fyrsta
útlendska fyritøkan á ICEX, og gleða okkum til eitt gott samstarv í framtíðini
Myndir Jensk K Vang
-Virðisbrævamarkn-
aður Føroya virkar
fyri at skapa atgongd
til fígging hjá vinn-
uni. Hetta fegnast vit
um. Hinvegin mugu
vit ásanna, at at-
gongdin til vágafúsan
kapital í breiðari
merking er ikki nøkt-
andi í Føroyum – ikki
minst tá talan er um
fígging til íbirtarar.
Vit mugu tí fram-
haldandi arbeiða fyri
at menna fíggjarskip-
anir, sum kunnu birta
upp undir nýskapan
VIRÐISBRÆVA-
MARKNAÐUR
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hetta segði Jóannes Eides-
gaard, løgmaður m.a. til
hátíðarhaldið í sambandi at
Atlants Kolvetni varð skrá-
sett á VMF/ICEX miku-
dagin. Løgmaður leitaði
fyrst aftur í tíðina:
– Danbjørg, sáli, skuldi
einaferð taka soleiðis til
orðanna á tingi, at tað var
ikki til at fáa eygað á eina
erliga sosialistasál fyri tí
bera kapitalistamjørka, sum
tá valdaði. Hvat sami
Danbjørg hevði sagt í dag,
er ikki ringt at gita. Men
soleiðis broyta tíðirnar
okkum øll. Nýggjar tíðir –
nýggjar
avbjóðingar
–
nýggjar hugsanir. Sjálvt tað
góða »latíni« broytist. Tí er
tað ein heiður fyri meg,
sum løgmaður, og enntá,
sum sosialdemokratiskur
løgmaður at bera fram eina
røðu í dag.
Hvat er politikkur? Stutta
útgávan er, at politikkur
snýr seg um vælferð. Hóast
ymisku flokkarnir kunnu
hava ymiskar tilgongdir og
uppfatanir av, hvat vælferð
er, so eru allir flokkar
samdir um, at málið er at
skapa vælferð.
Vit eru eisini samd um, at
vælferðin als ikki kemur av
sær sjálvum. Hon er ikki
ein gáva, men hon er eitt
mál, sum stríðast skal fyri.
Og vælferðin hevur harum-
framt
ein
fíggjarligan
kostnað og í nógvum førum
ein stóran kostnað. Tí er
tann longra útgávan av,
hvat politikkur er, at hesin
snýr seg um vælferð, bú-
skap og vinnu.
Skulu vit megna at fíggja
eina góða vælferð, mugu
vit hava ein sterkan búskap,
og hesin hevur brúk fyri
einari sterkari vinnu, sum
kann
skapa
neyðugan
vøkstur og inntøkur til
samfelagið.
Ynskja vit vælferð, so
ynskja vit eisini ein sterkan
búskap. Ynskja vit ein
sterkan búskap, so ynskja
vit eisini eina sterka vinnu.
Onkuntíð hava vit lyndi
til at »stinga høvdið í sand-
in«, tí vit vilja ikki síggja
veruleikan, sum hann er,
ella tí vit halda, at tað
»gongur nokk«.
Vit noyðast tó at viður-
kenna, at vit eru komin
fram á fleiri týðandi vega-
mót, ið krevja, at stórar
politiskar avgerðir verða
tiknar. Hesi vegamót reka
inn á okkum, um vit vilja
tað ella ikki. Spurningar
sum altjóðagerð, okkara
samstarvsviðurskifti við ES
og EFTA, einskiljingar og
framtíðar vinnubygnaður
segði løgmaður og helt
fram:
Rættar avgerðir takast
– Eitt er so vist, at lata vit
standa til verða vit so
dyggiliga afturútsigld. Ein
alsamt
harðari
altjóða
kapping frá láglønarlond-
um hevur við sær, at kapp-
ingarførið dragnar.
Í størri og størri mun
kasta londini rundan um
okkum saman í tætt bú-
skaparligt samstarv. At
standa uttan fyri gerst alt-
samt truplari.
Tí mugu avgerðir takast –
rættar avgerðir. Vit mugu
seta út í kortið, og vit mugu
vera framsøkin við greið-
um ætlanum, sum kunnu
menna okkara samfelag.
Tað var í hesum anda, at
landsstýrið um ársskiftið
setti sær fyri at gera eina
heildarætlan ella strategi
fyri samfelagið. Talan er
um meiri enn eina ætlan,
soleiðis sum vit vanliga
skilja hetta hugtak, tí setast
skulu greið mál og greiðar
tíðarætlanir fyri, nær málini
skulu vera rokkin. Visjónin
er, at Føroyar skulu vera
millum fremstu lond í
2015, og strategiin er upp-
skriftin, sum skal føra okk-
um hagar.
Hugsanin og endamálið
við Strategi 2015 er at
skapa karmar fyri búskap-
arvøkstri – varandi búskap-
arvøkstri, soleiðis at tað
eisini í framtíðini verður
peningur tøkur til fram-
haldandi at menna okkara
vælferðarskipanir.
Løgmaður fegnast um
virðisbrævamarknað