Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 17. juni 2005 3 Fyri at gera vísjónina til veruleika, er neyðugt við framsóknum broytingum. Strategi 2015 verður smíð- að í løtuni, og skal hon verða okkara felags boð uppá, hvørjar broytingar og hvørji átøk eru neyðug at fremja, skal visjónin gerast veruleiki. Fíggjarmarknaðurin Løgmaður nevndi síðani fíggjarmarknaðin: – Ein týdningarmikil partur í okkara samfelag er fíggjar- marknaðurin. Virkar hesin ikki til fulnar, hevur tað stórar avleiðingar fyri ein- staklingin, vinnulívið og samfelagið í síni heild. Virðisbrævamarknaður Føroya virkar fyri at skapa atgongd til fígging hjá vinnuni. Hetta fegnast vit um. Hinvegin mugu vit ásanna, at atgongdin til vágafúsan kapital í breiðari merking er ikki nøktandi í Føroyum – ikki minst tá talan er um fígging til íbirt- arar. Vit mugu tí framhald- andi arbeiða fyri at menna fíggjarskipanir, sum kunnu birta upp undir nýskapan. Nógv hevur verið tosað um einskiljingar seinastu árini og semja tykist vera um, at fyritøkur landsins, sum virka í fríari kapping, eiga at verða einskildar, so- leiðis at hetta kann frígeva fíggjarorku hjá landskass- anum. Semja er somuleiðis um, at greiður skilnaður eigur at vera millum alment og privat, og tað almenna eigur at tryggja góðar karmar fyri vinnuvirksemi. Fremstu atlit í eini ein- skiljingartilgongd eru at tryggja okkara samfelags- ligu áhugamál og her fyrst og fremst vælferðina hjá tí einstaka borgaranum. At menna kappingina er í hes- um sambandi eitt amboð. Tað er greitt, at í einum so lítlum samfelag sum okkara hava vit ikki altíð tær bestu kappingarum- støðurnar, og kann hetta vera ein forðing fyri bú- skaparligari menning. Sethúsafígging er eitt tí- líkt dømi. Kappingin er av- markað, og tilboðini til set- húsaeigaran eru hareftir. Eingir møguleikar eru fyri eitt nú realkreditsfígging til sethús í Føroyum, og sam- anbera vit fíggjarkostnaðin í Føroyum við til dømis fíggjarkostnaðin í Dan- mark, gjalda føroyingar munandi meiri fyri at hava tak yvir høvdið enn danir. Vit tosa her um fleiri tús- und krónur í meirútreiðsl- um um mánaðin fyri eitt miðal húsarhald. Hetta er peningur, sum annars kundi farið til aðra nýtslu og so- leiðis verið við til at stimbra búskapin. Broytingartíð Løgmaður vísti á, at tað at fyrsta felagið, sum verður skrásett á Virðisbræva- marknaði Føroya, er eitt oljufelag og ikki eitt fiski- vinnufelag, er enn ein stað- festing av, at vit liva í eini broytingartíð. -– á vit hugsa um framtíð Føroya, koma vit ikki uttanum at hugsa tankan, hvat hendir, finna vit olju? Hvørja ávirkan fer hetta at hava. Hvat skal gerast, fyri, at Føroyar vera til reiðar at møta avbjóðingunum, eitt møguligt oljuvinnusamfel- ag hevur við sær? Vit mugu umhugsa hesar spurningar gjølla. Greitt er, at gerast vit eitt oljuvinnu- samfelag, verða avbjóðing- arnar, ið møta okkum ikki minni enn í dag. Til seinast vil eg við- merkja, at tann mest avger- andi treytin fyri, hvørt Stra- tegi 2015 eydnast ella ikki er, um ætlanin fær undi- rtøku. Ikki bert politiska undirtøku, men undirtøku í øllum liðum í samfelagn- um. Hjá landsmyndugleik- unum, kommununum, í vinnulívinum millum verkamannafeløg, arbeiðs- gevarafeløg og ikki minst hjá áhugafeløgum og hvørj- um einstøkum borgara. Samstarv Løgmaður nam eisini við spurningin samstarv. -Sam- starv millum myndugleikar og vinnu er týdningamikið, og eingin ivi er um, at vit sum í dag sita við politisku ábyrgdini, mugu gera okk- ara ítasta til at lurta eftir sjónarmiðum hjá øllum áhugabólkum, umrøða hesi sakliga og taka neyðugar og rættar avgerðir. Vit eiga at hava virðing fyri hvørjum øðrum. Bert um vit arbeiða saman, kunnu vit røkka teimum málum, vit seta okkum. At draga eina línu, skal ikki longur vera ein metaforum, men ein neyðugur veru- leiki. Fyrsta fyritøkan er nú skrásett á Virðisbræva- marknaðinum. Hetta er eitt stórt framstig, ikki bert fyri Virðisbrævamarknaðin og fyri Atlants Kolvetni, men eisini eitt týdningamikil liður í framtíðarmenning- ini. Eg ynski Virðisbræva- marknaði Føroya og Atlants Kolvetni hjartaliga til lukku við skrásetingini. – Skulu vit megna at fíggja eina góða vælferð, mugu vit hava ein sterkan búskap, og hesin hevur brúk fyri einari sterkari vinnu, sum kann skapa neyðugan vøkstur og inntøkur til samfelagið segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, tá Atlants Kolvetni varð skrásett á VMF, her saman við umboðum fyri oljufelagið og VMF Mynd Jens K Vang