fríggjadagur 17. juni 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í dag letur upp eitt
nýtt dansistað í Havn.
Staðið, har dansað
verður, er tó ikki heilt
ókent fyri dansifólki í
Havn, tí talan er um
gamla Kvøldlot
NÁTTARLÍV
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í mong ár var Kvøldlot eitt
tað best umtókta dansistað-
ið í høvuðsstaðnum, og ser-
liga hóskvøld og sunnu-
kvøld var tað staðið at fara
í býin í Havn. Hølini hava
nú ligið manntóm í fleiri ár,
men í kvøld verður latið
upp aftur í nýggjum og
snotuligum hami.
Ikki bert dansistað
Tað er Hans Andreasen á
Argjum, ið eigur nýggja
dansistaðið, ið hevur fingið
navnið Glitnir, ið er sprotið
úr norrønu gudalæruni.
Hans sigur, at tað ikki
bert verður dansivirksemi,
ið verður í Glitnir. Ætlanin
er eisini at bjóða fram
onnur tilboð, so sum lættari
ábit, fótbóltsdystir á stór-
skíggja, upphiting til allar
landskappingardystir
í
Formuladeildini, sum verða
spældir í Gundadali, øðr-
vísi fimmara og so fram-
vegis.
Sagt verður, at tað eru
fleiri onnur hugskot um
ymiskt virksemi, ið kann
verða í Glitnir, men hvørji
hesi eru, vil Hans Andrea-
sen ikki siga meiri um, tí
tey skulu snikkast til, áðr-
enn tað verður sett í gongd.
Stílurin inni í Glitnir er
rættuliga flottur, og inn-
búgvið hoyrir avgjørt ikki
til í tí bíligara endanum.
Glitnir hevur eina heima-
síðu, www.glitnir.org, har
tað ber til hjá fólki at fáa
vitan um tiltøk, ið liggja
fyri framman í nýggja
dansistaðnum.
4
Nr. 113 - 17. juni 2005
Green Islands Stout
eitur nýggjasta skotið
á ølstammuna hjá
Føroya Bjór. Roynd-
arsmakking av nýggja
løginum verður á Rex
um vikuskiftið
ØL
Jákup Mørk
Tað eru ikki bara írar, sum
duga at gera myrkt øl til
grønar oyggjar. Tað vilja
tey hjá Føroya Bjór í øllum
førum ikki lata um seg
ganga, og tí eru tey nú
komin á marknaðin við eini
nýggjari øl.
- Eg skal ikki siga, at tal-
an er um eina spildur-
nýggja øl, men heldur ein
menning av portaranum,
sum vit hava havt hampu-
liga leingi, sigur Heini
Waag á Føroya Bjór.
- Vit hildu, at gamli
portarin trongdi til at verða
peppaður nakað upp, og tað
hava vit so roynt at gjørt
við hesum. Smakkurin á
hesari ølini er ikki heilt so
beiskur, sum hann var á
portaranum. Fyrstu fløsk-
urnar eru longu tappaðar,
men tær hava so etikettur-
nar hjá gamla portaranum
á. Men tað verður so broytt,
næstu ferð vit tappa, sigur
hann.
Góður eftirsmakkur
Stout-ølið er annars nakað,
sum serliga bretar og írar
eru kendir fyri. Ikki minst
hevur Guinness seinastu 20
árini vunnið frama kring
allan heimin, og sæð burtur
frá Føroyum, so er neyvan
eitt land í heiminum, har tú
ikki kanst fara á eina írska
pub at fáa tær smakk av
myrka løgnum.
Guinnes er tó langt ífrá
einasta stout-ølin, sum
verður framleidd, men hon
kann helst væl nýtast sum
sammetingargrundarlag.
Og tað kann alt fyri eitt
sigast, at nýggja ølið hjá
Føroya Bjór stendur einki
aftan fyri kenda írska
merkið.
Sjálvandi verður fyllan í
skúminum ikki heilt tann
sama við vanligari kolsýru,
har Guinness eisini nýtir
køvievni, men smakkurin
er ógvuliga líkur. Ein bleyt
øl við einum góðum eftir-
smakki, sum í nógvar mátar
er heldur sjáldsamur fyri
føroyskt øl.
Royndarsmakking
Fríggjakvøldið
fáa
øl-
svangir føroyingar so eisini
høvi at royndarsmakka
nýggja ølið hjá Føroya
Bjór. Hetta verður gjørt á
Rex í Havn, sum hevur
fyrireikað
eitt
serligt
smakki-kvøld.
Tað verður gjørt á tann
hátt, at atgongumerkini
hetta kvøldið kosta 100
krónur, men at tey vitjandi
aftur fyri hetta samstundis
hava keypt sær fimm ym-
iskar øl. Eina Black Sheep,
eina Slupp, eina Classic,
ein veðr og so sjálvandi eis-
ini eina Green Islands
Stout. Ella skuldi heitið
kanska verið ein myrka-
morreyður veðrur.
Portari í nýggjum hami
CITR0ËN XANTIA ACTIVA 2.0 I TC
Árg. okt. 1998, 150 HK, gráur, 63.000 km. Útgerð: leðursetur, fløgu-
spælara (6 fløgubox), 18’’ alufelgur, eykasett 15’’ vetrardekk á felgum
eitt sett originalar 15’’ felgir. Bilurin er sera væl hildin og í besta standi.
Bert ein eigari - ikki roykjari. Til sølu um hóskandi boð fæst. Prísuppskot
kr. 120.000.
Tel. 271790
Nýtt dansistað
letur upp
Tað er Hans Andreasen, ið
eigur nýggja dansistaðið
Glitnir, ið heldur til í somu
hølum, sum kenda
dansistaðið Kvøldlot var í
gomlum døgum.
Mynd: Jens Kr. Vang
Ein myrkamorreyður veðrur
kundi kanska verit eitt hósk-
andi eyknevnið til nýggja ølið
hjá Føroya Bjór. Fyrstu tíðina
mugu kundarnir tó smyrja
seg við, at talan verður um
nýtt øl við gomlum etikettum