fríggjadagur 17. juni 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 17. juni 2005
5
Planet.fo
flúgvandi
byrjan
Nýggja ungdómssíðan
hjá Føroya Tele og
Sosialinum hevur fingið
sera góða byrjan, síðani
hon varð løgd á netið
fyri einari góðari viku
síðani. Síðan er úrslitið
av
einum
samstarvi
millum Føroya Tele og
Sosialin.
Og tað var vorðið sum
byrjan, tí hesar fyrstu
dagarnar hava umleið
2000 fólk dagliga vitja
Planet.fo. Tað eru 10
ferð so nógv fólk, sum
vitjaðu gomlu Planet-
síðuna.
Ein táttur á síðuni er
eitt kjak, og har hevur
eisini stórur áhugi verið
fyri at sleppa uppí.
Fleiri enn 700 fólk hava
skrásett seg í kjakinum,
sum gongur lívliga um
tónleik, sms-boð og
onnur evni.
ek
Guðrun hevur
úr at gera
Guðrun Sólja Jacobsen
hevur úr at gera í Danmark
í summar. Hon hevur
longu havt nógvar fram-
førslur til summartiltøk
kring Danmark, og fleiri
spennandi uppgávur bíða
fyri framman.
Leygarkvøldið
skal
Guðrun syngja í Åbenrå,
og í næstu viku í Ålborg.
Síðani koma framførslur á
Nibe Festivalinum og til
Sommerrock-tiltøk
í
Struer, Herning, Svend-
borg, Høng, Kolding og
Aabenraa. Harafturat skal
hon eisini syngja í Brønd-
erslev og Nykøbing Mors.
Guðrun Sólja Jacobsen
kom av álvara fram aftur í
Danmark, tá ið seinasta
kappingin um at gerast
Stjørna í eitt kvøld var
hildin á DR, og tá ið hon
gav nýggja fløgu út fyrr í
ár.
ek
Songrøddin
flytir
Fyrireikararnir av Ár-
sins
Songrødd
hava
gjørt av, at finalan í
kappingin skal flytast.
Orsøkin er, at finalan
upprunaliga
skuldi
verða
Jóansøkuviku-
skiftið, men tá er ein ør-
grynna av tónleikatil-
tøkum kring landið.
Fyrireikarnir siga, at
dekan ov nógv kapping
var um áskoðararnar, og
at tey tí valdu at flyta
finaluna fyri at geva
Føroya størstu sang-
kapping røttu karmar-
nar. Finalan verður í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði tann 16. juli
ístaðin.
nud
– Tá ið tú hitar upp
fyri ein annan bólk,
mást tú gera tær
greitt, at fólkini eru í
grundini ikki komin
at lurta eftir tær, sigur
Lena Anderssen, sum
gleðir seg til fram-
førsluna leygarkvøld-
ið, tá ið hon skal hita
upp fyri Roxy Music á
konsert í Horsens
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Leygardagin skulu Lena
Anderssen og Niclas Jo-
hannessen royna nakað,
sum tit ikki hava roynt áður.
Tey skulu nevniliga hita
upp fyri kenda enska bólkin
Roxy Music, sum hevur
konsert í Horsens.
– Tá ið tú hitar upp fyri
ein annan bólk, mást tú
gera tær greitt, at fólkini
eru í grundini ikki komin at
lurta eftir tær, men í hesum
føri eftir Roxy Music. Tí
verður tað ein spennandi
avbjóðing hjá okkum at fáa
fólkini við, meðan vit
spæla, sigur Lena Anders-
sen.
Tað var út ímóti 8.000
fólk til staðar, tá ið Roxy
Music hevur konsert í
Lunden í Horsens.
Spæla einsamøll
Lena Anderssen sleppur at
spæla í ein góðan hálvan
tíma, og hon fer at syngja
sangir av seinastu fløguni
hjá sær og aðrar sangir,
sum hon og Niclas hava
skrivað.
Lena og Niclas hava ikki
nakran bólk afturat sær til
framførsluna leygardagin,
og tað vera tí bara tey bæði
á pallinum til framførsluna.
– Hetta verður spenn-
andi. Tað er stuttligt, tí at
tað verður nógv fólk og
lurtað, og eisini tí at vit
spæla saman við einum so
kendum bólki, sigur Lena
Anderssen.
Konsertin verður í Lund-
en í Horsens leygarkvøldið
kl. 20.00
– Eg eri onkuntíð
spurdur, um eg fór at
sleppa at skjóta sein-
asta skotið, og eg havi
svarað, at tað var ikki
tað týdningarmesta,
bara tað bleiv skotið,
sigur Jógvan við
Keldu, sum um eina
góða viku skjýtur
seinasta skotið í
Norðoyatunlinum
SEINASTA SKOT
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin
og
fyrrverandi borgarstjórin í
Klaksvík,
Jógvan
við
Keldu, skal trýsta á knøttin,
tá ið seinasta skotið verður
latið av í Norðoyatunlinum
næsta leygardag.
Jógvan við Keldu var
borgarstjóri í Klaksvík, tá
ið hugskotið um undir-
sjóvartunnilin av fyrstan tíð
kom, og tað var borgar-
stjórin sjálvur, sum setti hol
á kjakið, sum vardi í eini 15
ár, áðrenn tað gjørdist
veruleiki.
– Eg eri onkuntíð spurd-
ur, um eg fór at sleppa at
skjóta seinasta skotið, og eg
havi svarað, at tað var ikki
tað týdningarmesta, bara
tað bleiv skotið. Men tá ið
tað er sagt, eri eg sjálvandi
fegin um, at eg havi fingið
heiðurin at skjóta seinasta
skotið, sigur Jógvan við
Keldu.
Áheitan um tunnil
Jógvan við Keldu, sum nú
landsstýrismaður við inn-
lendismálum, var í 16 ár
borgarstjóri í Klaksvík, og
tað var miðskeiðis í áttatiár-
unum, at hugskotið um
fasta sambandið um Leir-
víksfjørð kom fram alment.
– Í 1986 handaði eg
landsverkfrøðinginum eina
áheitan um at fara undir at
gera undirsjóvartunnil um
Leirvíksfjørð,
men
tað
gingu nógv ár, áðrenn hetta
gjørdist veruleiki, sigur
Jógvan við Keldu.
Seint í nítiárunum var
aftur kjak um, hvørt tað var
ráðiligt at gera ein undir-
sjóvartunnil til Norðoyggj-
ar, og fleiri búskaparfrøð-
ingar mæltu frá hesum.
Politiski viljin var tó við at
venda, og nøkur ár seinni
samtykti løgtingið Norð-
oyatunnilin.
Næsta leygardag verður
undirsjóvartunnilin skotin
ígjøgnum, og tað verður
gjørt við hátíðarhaldi í
Klaksvík.
Kolveting í
samferðsluni
Jógvan við Keldu væntar
sær nógv av nýggja sam-
bandinum um Leirvíks-
fjørð.
–
Undirsjóvartunnilin
verður ein kollvelting í
samferðsluni og fer at hava
veldugan týdning fyri økið
rundan
um.
Klaksvík,
Fuglafjørður, Leirvík, Gøta
og Skálafjørðurin eru eitt
sterkt øki bæði vinnuliga
og mentanarliga, og eg
rokni við, at undisjóvar-
tunnilin fer at verða ein
miðdepil hesum øki í fram-
tíðini, sigur Jógvan við
Keldu.
Ætlanin er, at koyrandi
verður um Leirvíksfjørð
seinast 1. august í 2006,
men møguleiki er fyri, at
tunnilin letur upp áðrenn
tað, um arbeiðið gongur
væl.
Lena hitar upp fyri enskan stjørnubólk
Jógvan fegin um
at sleppa at skjóta
Arbeiðið at gera Norðoyatunnilin byrjaði í september
mánaði 2003. Í desember mánaði sama ár var fyrsta
skotið latið av í Leirvík, og nakrar mánaðir seinni skutu
teir í Klaksvík.
Norðoyatunnilin kostar umleið 355 milliónir krónur at
gera. Landið rindar 235 milliónir, og restin skal fíggjast
nýtslugjaldi.
Norðoyatunnilin verður 6,3 kilometrar til longdar, og
æltanin er, at tunnilin letur upp seinasta 1. august 2006.
FAKTA
– Undirsjóvartunnilin verður ein kollvelting í samferðsluni og fer at hava veldugan týdning fyri økið rundan um. Klaksvík,
Fuglafjørður, Leirvík, Gøta og Skálafjørðurin eru eitt sterkt øki bæði vinnuliga og mentanarliga, og eg rokni við, at
undisjóvartunnilin fer at verða ein miðdepil hesum øki í framtíðini, sigur Jógvan við Keldu