Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 113 - 17. juni 2005 – Tað verður ikki føroyskur fiskur, sum verður grundarlagið undir okkaa nýggja flakavirki í Lettlandi, sigur Egil Olsen FISKIVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Egil og Petur Olsen brutu upp úr nýggjum í føroysk- ari vinnulívssøgu, tá ið teir fyrr í vikuni settu flakavirki í Lettlandi. Ætlanin hevur longu fingið nógva umrøðu ímill- um manna, serliga eftir at hann segði, at ætlanin var eisini at arbeiða føroyskan fisk. Men hann væntar kortini, at nógv tað mesta av rávør- uni verður keypt úr Noregi, har fiskurin er bíligari enn úr Føroyum og har flutn- ingsmøguleikarnir eru betri. – Vit kunnu keypa fisk úr norðast úr Noregi og hava hann á flakavirkinum í Lettlandi eftir einum góð- um samdøgurið. Annars væntar hann at keypa fisk frá skipum, sum fiska í Eystrasalti. Hinvegin fer tað at taka hálvtfjórða samdøgur at fáa fisk úr Føroyum til Lett- lands, so hóast teir fara at keypa nakað úr Føroyum, verður tað ikki føroyskur fiskur, sum verður álitið. Teir ætla eisini at keypa fisk úr Danmark og Íslandi. Egil Olsen sigur, at ætl- anin er at taka ímóti 6000 tonsum um árið. Økja kanska virksemi Egil Olsen var ein av teim- um, sum við áhuga fylgdi við, tá ið Mati Murd frá est- lendsku sendistovuni í Dan- mark var í Føroyum miku- morgunin og greiddi frá møguleikunum hjá før- oyskum vinnulívi í Estlandi. Og hann útihýsir als ikki, at virksemið hjá teimum í Baltalondunum, verður økt. – Baltalondini eru limir í ES og nú vit hava eina fyritøku, kunnu vit fáa upp í 75% í íløgustuðuli úr ymsum ES økismenningar- grunnum, um vit seta fleiri virki ígongd í Lettlandi. So vítt hann veit, er hetta gald- andi fyri øll Baltalondini. Sjálvur heldur Egil Ol- sen, at Estland er sera áhugavert, serliga tí, at tey hava so góðar havnir og sera gott samband við tann ovurstóra marknaðin í Russlandi. – Tí kanna vit sjálvandi, hvørjir møguleikar eru, men nakrar ítøkiligar ætl- anir eru ikki enn. Egil Olsen sigur, at fiska- virki, teir nú hava, er 2500 fermetrar stórt í trimum hæddum, ella heilar 7.500 fermetrar tilsamans. Enn brúka teir bara nið- astu hæddina, men teir hava forrætt til at leiga ella keypa tær báðar ovastu hæddirnar eisini. – Sjálvandi kanna vit møguleikarnar at økja um virksemið. Í fyrstuni fara vit at arbeiða fisk, sum er tað, vit duga best, men møguleikarnir eru nógvir. Nógvir fyrimunir í Lettlandi – Tað, sum ger Letland ser- liga áhugavert, er, at teir eru limir í ES og tað ger, at vit sleppa undan øllum tollforðingum. Harafturat er kostnaðarstøðið nógv lægri enn í Føroyum. Ein arbeiðsmannaløn er bara slakar 3000 krónur, eins og orka, tilfar og annað er bíligari. – Men Lettland liggur eisini sera væl fyri til flutn- ing. Fiskur, sum vit hava virkað á virkinum, kann vera á marknaðinum í Hamborg í týsklandi eftir 10 tímum. Frá flogvøllinum í Riga eru heilar 26 frá- ferðir um dagin, so tað liggur eisini sera væl fyri at flyta fiski á marknaðin við flogfari. Egil Olsen sigur, at góðir flutningsmøguleikar hava alt at siga í sambandi við feskan fisk og tær treytir, teir hava í Riga, hava føroy- ingar ongan møguleika hava at kappast við. – Tað er ein sera stórur kappingarfyrimunur, at vit kunnu levera fesk fløk hvønn dag, sigur Egil Olsen. Hetta er ikki at flyta arbeiðspláss av land- inum. Hetta er at troyta teir møguleik- ar, sum eru fyri at styrkja vinnuna heima í Føroyum, sigur Egil Olsen um umstríddu ætlanina at keypa flakavirki í Lettlandi FISKIVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er veruleikin, sum vit liva í og tað mugu vit boyggja okkum fyri. Egil Olsen sigur, at or- søkin til at hann og Petur Olsen nú hava sett flaka- virki á stovn í Lettlandi, er ikki fyri at flyta føroysku flakavinnuna til eitt lág- lønarland. Men hann sigur, at vit mugu ásanna verðsins gongd. Egil Olsen sær hetta als ikki sum ein bakkast fyri føroyska flakavinnu, at teir nú hava sett flakavirki á stovn Lettlandi. – Spurningurin, sum altíð verður reistur, er, um tað er rætt, tí við hesum koma vit at selja á sama marknaði, sum føroyingar annars og sostatt koma vit at kappast við fisk úr Føroyum. – Vit síggja á tølum fyri flakavinnunna, at tað liggur ongin virðisøking eftir í Føroyum og hetta hevur, sum heild, verið gongdin í fleiri ár. – Spurningurin er so um vit lata standa til, ella um vit taka avbjóðingina upp og stovna fyritøkur uttan- lands, sum kunnu kasta nakað av sær, sum vit so aftur kunnu brúka at styrkja føroyskt vinnulív. Hevur verið gongdin í fleiri ár Egil Olsen sigur, at tað er ikki bara í fiskvinnuni, at størv verða flutt í láglønar- lond. – Tað er eitt rák, sum vit síggja vit í øllum lønar- tungum vinnum. Føroying- ar eru bara ógvuliga seinir á sjóvarfallinum, tí í øllum hinum Norðurlondunum hevur hetta verið gongdin í nógv ár. – Vit noyðast at forvinna peningin, har hann er at vinna, tí gera vit tað ikki, gera hini tað og so standa vit eftir við svartaperi og ongari vinnu. Hann heldur, at tað at teir nú hava stovnað virki í Lettlandi, kann skunda undir, at aðrar, føroyskar fyritøkur, eisini fara at kanna møguleikarnar fyri at gera íløgur uttanlands. – Og tað kann so aftur skunda undir eina viðgerð av, hvørjar vinnur, vit so skulu hava í Føroyum ístaðin. Hann sigur, at vanliga flakavinnan hevur tað sera torført í Føroyum og hann dugur ikki at síggja, at tað fer at verða frægari. Tí ivast hann ikki í, at flakavinnan fer alsamt at minka. Egil Olsen heldur, at kunsturin hjá føroyingum verður at finna uppá nakað nýtt, har vit hava ein kappingarfyrimun framum láglønarlondini og at um- stilla seg til veruleikan, sum er. – Tað er ov seint at fara til verka, tá ið alt er rent fast, ímeðan onnur hava brúkt fleiri ár uppá at laga vinn- una til tær umstøður, sum alheimsgerðin førir við sær. Hann heldur, at eitt øki, har føroyingar kundu verið kappingarførur, er í feskum fiskavørum. – Men til tað krevur gott flutningssamband og tað sambandi hava vit als ikki sum er. Tað nyttar onki at hava samband við markn- aðin eina ferð, ella tvær ferðir um vikuna. Tað skal vera hvønn da, tí tað hava okkara kappingarneytar. – Men tann spurningurin verður at kalla ikki við- gjørdur í Føroyum. Hann sigur, at somuleiðis verður tað neyðugt at um- skúla arbeiðsfólkið í flaka- vinnuni og at leggja størri vitan í framleiðsluna. Tað kann gerast við at leggja aðrar eginleikar inn í vør- una, so at vit kunnu mark- naðarføra hana sum burð- ardyggan fiskiskap, spor- førið, burðardygg gagn- nýtsla, heilsugóður kostur og so framvegis. Somu- leiðis er eru vit sterkir í saltfiskinum. Alsamt meiri fiskur uttanlands Annars segði tú einaferð í Sosialinum, at hvørja ferð, ein fiskur ferð óvirkaður av landinum, fara stór, sam- felagslig virði fyri skeyti? – Tað er eisini rætt, at samfelagið kann missa pening. Men vit vera fram- vegis noydd til at boyggja okkum fyri veruleikanum. Og hann er, at nógvur fiskur fer av landinum til útlendsk virki, uttan at eitt oyra liggur eftir hjá før- oyskum vinnulívi. Tað, sum vit gera, er at vit stovna eitt føroyskt virki uttanlands, so at virðisøkingin hóast alt, liggur eftir hjá føroysk- um íleggjarum, sum síðani kunnu brúka vinningin at styrkja føroyskt vinnulív. Hann sigur, at tað, hann hevur lagt dent á, er, at føroysk virki skulu hava møguleika at bjóða upp á f iskin. Men eru tey ikki kappingarfør í prísi, mugu vit góðtaka, at fiskurin fer har, prísurin er bestur. – Í hesum sambandi eru vit eisini við til at útgeva skipunum so góðan prís, sum gjørligt og vit koma eisini at keypa salt og annað, úr Føroyum, sigur Egil Olsen. Vit noyðast at boyggja okkum fyri veruleikanum Her kunnu føroyingar ikki kappast á jøvnum føti Flutningsmøguleikarnar á marknaðin í Evropa er ein av stóru fyrimununum við at havaflakavirki í Lettlandi framum í Føroyum, sigur Egil Olsen – Vanliga flakavinnan íFøroyum hevur tað sera torført og eg dugi ikki at síggja, at tað verður frægari í framtíðini. At vit nú hava stovnað fiskavirki í Lettlandi, kann skunda undir eina viðgerð í Føroyum av, hvørjar vinnur, so so skulu hava í Føroyum ístaðin, sigur Egil Olsen