fríggjadagur 17. juni 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 17. juni 2005
7
Á ráðstevnuni hjá
útnorðurráðnum í
gjár segði Bjørn
Kalsø, landsstýris-
maður í fiskivinnu-
málum, at hann fer at
skjóta upp, at aðal-
orðaskifti verður á
tingi um tættari
samstarv í útnorði
ÚTNORÐUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Aftur og aftur verða ráð-
stevnur hildnar um áhuga-
verd og týðandi mál og við-
urskifti, og summar av hes-
um eru framhald av øðrum
ráðstevnum, sum hava ver-
ið frammanundan.
Nógv verður sagt, og orð-
ini kunnu fella væl í oyruni.
Tá ið dagur er lokin, verður
farið til hús – og í fleiri før-
um hevur tú fingið okkurt
at vita, sum tú ikki visti
áður.
Herfyri vóru norður-
lendskir fiskimálaráðharrar
og embætisfólk úr Kanada
og ES á fundi í Føroyum,
og nú mikudagin og hós-
dagin hevur útnorðurráðið
eisini havt sína 9. temaráð-
stevnu í Føroyum um fiski-
vinnupolitiskt samstarv í
útnorði.
Aftur hesaferð vitja eitt
nú fiskimálaráðharrarnir úr
Íslandi og Grønlandi, ES-
umboð og fólk úr Noregi.
Vanliga er semja eftir
slíkar fundir og ráðstevnur
um, at hesar eru áhugaverd-
ar og gevandi, men tá ið tú
hevur fylgt fleiri ráðstevn-
um, hevur tú hug at spyrja,
hvørji ítøkilig úrslit nú
einaferð spurdust burtur úr.
Aðalorðaskifti
Á
útnorðurráðstevnuni
fyrrapartin
hósdagin
skuldu fiskimálaráðharr-
arnir í Føroyum, Íslandi og
Grønlandi siga sína hugsan
um, hvussu teir halda, at
londini í útnorði kunnu
samstarva á fiskivinnu-
politiska økinum mótvegis
ES.
Í røðu síni segði Bjørn
Kalsø, landsstýrismaður,
seg fara at skjóta upp, at
Føroya løgting fer at hava
aðalorðaskifti um, hvussu
Føroyar kunnu verða við í
einum tættari samstarvi á
fiskivinnupolitiska økinum
í útnorði.
Íslendski fiskimálaráð-
harrin, Árni M. Mathiesen,
segði seg eisini vilja taka
henda spurningin upp í Al-
tinginum, og væntandi tók
grønlendski
landsstýris-
maðurin í fiskivinnumál-
um, Rasmus Fredriksen,
undir við starvsbrøðrum
sínum í útnorði.
Endamálið við útnorður-
ráðstevnuni er at saman-
sjóða tey mál, sum londini
kunnu standa saman um
mótvegis umheiminum –
og ikki minst mótvegis ES
á fiskivinnupolitiska økin-
um.
Pallborðsorðaskifti
Klokkan 13.15 í gjár varð
lagt upp til pallborðsorða-
skifti um fiskivinnupolit-
iskar spurningar í útnorði.
Luttakararnir við pall-
borðið vóru Egil Olsen,
sum var orðstýrari, Anders
Brøns, stjóri og ein av
eigarunum
av
Polar
Seafood, Jonathan Motz-
feldt, grønlendskur lands-
tingsmaður, Hendrik Old,
formaður í vinnunevnd løg-
tingsins,
Røgnvaldur
Hannesson, fiskivinnuøko-
nomur og professari við
norska handilsháskúlan og
Kristján Tórarinsson, for-
maður í íslendska reiðara-
felagnum.
Aðalorðaskifti
á tingi um felags
stev í útnorði
Útnorðurráðið, sum
hevur havt ráðstevnu
í Føroyum, er ein
samstarvsfelags-
skapur millum
íslendska altingið,
grønlendska lands-
tingið og okkara
heimliga løgting.
Miðjað verður eftir at
styrkja samstarvið
millum londini
mótvegis umheimin-
um – og ikki minst
mótvegis ES
RÁÐSTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mikudagin og hósdagin
vóru fleiri enn fimti polit-
ikarar, ráðharrar og serfrøð-
ingar úr útnorði, Noregi og
ES savnaðir á 9. temaráð-
stevnuni hjá útnorðurráðn-
um.
Ráðstevnan hevur verið
hildin á Hotel Føroyum, og
tosað hevur verið um fiski-
vinnupolitiskt samstarv í
útnorði – saman við Noregi
- mótvegis ES.
Formaðurin í útnorður-
ráðnum og íslendski al-
tingslimurin, Birgir Ár-
mannsson, sigur, at enda-
málið við ráðstevnuni var at
samansjóða tey mál, sum
londini í útnorði kunnu
standa saman um mótvegis
umheiminum – og ikki
minst mótvegis ES.
Einki av londunum í út-
norðri, sum eru Føroyar,
Grønland og Ísland, eru
limir í ES, og londini hava
heldur ikki eina felags
»strategi« á fiskivinnuøkin-
um mótvegis felagsskapin-
um. Tó hava tær avgerðir,
sum ES tekur, stóra ávirkan
á londini í útnorði.
Útnorðurlondini ynskja í
felag at fáa størri ávirkan á
gongdina og fremjanina av
felags fiskivinnupolitikkin-
um hjá ES.
Soleiðis var niðurstøðan
hjá útnorðurráðnum á sein-
astu ráðstevnuni eisini, at
londini eiga at standa
saman í fiskivinnuspurn-
ingum og í størst møgulig-
an mun tosa við einari
tungu til tess at fáa størstu
ávirkanina á ES. Standa
londini ikki saman, er vandi
fyri, at ávirkanin á fiski-
vinnupolitikkin hjá ES
verður lítil, samstundis sum
útnorður gerst veikari og
ES sterkari.
Millum røðararnar á ráð-
stevnuni á Hotel Føroyum
vóru leiðandi ES-umboð,
fiskimálaráðharrarnir
í
Grønlandi, Íslandi og Før-
oyum, norðmaðurin, Røgn-
valdur Hannesson, fiski-
vinnuøkonomur og profess-
ari við norska handilshá-
skúlan, Asmund Kristoffer-
sen, stórtingslimur og for-
maður í nevnd í Norður-
landaráðnum, Kjartan Hoy-
dal, The North East At-
lantic Fisheries Commissi-
on og Ásmundur Guðjóns-
son, fiskivinnuráðgevi hjá
norðurlendska
ráðharra-
ráðnum.
Útnorðurráðið er ein
samstarvsfelagsskapur
millum íslendska altingið,
grønlendska landstingið og
okkara heimliga løgting.
Hvørt landið er umboðað
við seks tinglimum.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer at skjóta upp at hava aðalorðaskifti um
fiskivinnupolitiska samstarvið í útnorði
Mynd: Jens Kr. Vang
Útnorðurráðstevnan viðgjørdi spurningin, hvussu Føroyar,
Ísland, Grønland – og Noregi - kunnu standa tættari saman á
fiskivinnupolitiska økinum mótvegis umheiminum – og serliga
mótvegis ES
Mynd: Jens Kr. Vang
Vilja styrkja fiskivinnusamstarvið í útnorði