Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 113 - 17. juni 2005 Gongst, sum ætlað, verða teir aftur áðrenn Ólavsøku, frætta vit frá Skála- bergi, sum í løtuni hevur væl omanfyri 300 tons av konga- fiski í lastini FISKIVINNA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað frættist frá hampiligum fiskiskapi hjá Skálabergi, sum í ein góðan mánað nú hevur roynt eftir kongafiski í Irmingarhavinum. Okkurt árið hevur roynst betri, men sum heild eru teir nøgdir við miðalveiðuna, sum higartil hevur verið á leið 15 tons um dagin. Á japansk døgurðaborð Rættiliga nógv skip eru á leiðini, har Skálaberg royn- ir í løtuni. Skipið roynir við flótitroli á 800-1000 metra dýpi, men sammett við árini frammanundan tykist minni fiskur at vera at fáa. - Tað gongur kanska nak- að spakuliga í løtuni, men enn er besta kongafiska- tíðin eftir, so vit vóna fram- vegis at hava fylt skipið til Ólavsøku, sigur skiparin á Skálabergi, Róðin Biskop- stø, sum eisini hevur góðar vónir um at fáa hampiliga prís fyri lastina. Í løtuni liggur prísurin á umleið 17- 18 kr fyri kilo, men hetta kann skjótt broytast, og okkurt árið hevur prísurin verið heilt niðri á 10-11 kr. - Fyrr varð nakað av kongafiskinum selt til Týskland, men nú verður so gott sum øll veiðan seld til Japan. Har verður konga- fiskur mettur at vera rætti- liga fínur matur, og japanar gera nógv burturúr fyri at fiskurin skal síggja serliga leskiligur út, tá hann verður borðreiddur, greiðir Róðin frá. Ein japani er eisini við hendan túrin fyri at eyg- leiða hagreiðingina av fisk- inum, og at góðskan er í lagi. Tað er millum annað sera týdningarmikið, at fiskurin hevur júst tann rætta reyðliga litin, sum japanar vilja hava. Tí verð- ur fiskurin lagdur í ein anti- oxiderandi lút, so liturin verður so væl varveittur, sum gjørligt. Sammett við túrarnar hjá Skálabergi eftir toski í Barentshavinum, stendst lítið arbeiði av kongafisk- inum, sum bert verður av- høvdaður og frystur. Tí er manningartalið í løtuni eisini væl minni enn van- ligt. Umframt japanan, eru 31 mans við Skálabergi í Irmingarhavinum hendan túrin. Skálaberg á kongafiskaveiðu Hóast teir eru staddir í Irmingarhavinum, fylgir manningin um- borð á Skálabergi væl við í tí, sum fyriferst heima. Og teir eru serliga nógvir um boðið, tá tað eina eintakið av Sosialin- um kemur niður í messuna SJÓMANNALÍV Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Teir hava verið staddir í Irmingarhavinum í ein góð- an mánað nú. Men áhugin hjá manningini umborð á Skálabergi fyri bæði stevn- um og landsdystum og tí, sum annars fyriferst heima, ikki vorðin minni. Tey sess- ast hugagóðir frammanfyri sjónvarpinum, hvørja ferð Dagur og Vika er á skránni, hóast sendingin sum oftast er nógv seinkað. Og tað ræður um at halda seg framat, tá Sosialurin kemur niður í messuna hvønn gerandisdag longu um trý tíðina 32 mans - eitt blað Síðsta ár gjørdi Skálaberg avtalu við Sosialin um at fáa blaðið í pdf útgávu við telduposti, samstundis sum tað fer til prentingar. Hetta merkir, at manningin oftast fær hendur á blaðnum, longu áðrenn tað er komið í kioskir og handlar heima. - Sosialurin kemur ótrú- liga væl við hjá okkum, og hvørt blað verður tráðlisið. Tað kemur fyri, at blaðið er eitt sindur seinkað, tí inter- netsambandið kann vera nakað svikaligt, og tá byrja menn at ótolnast rættiliga skjótt, sigur skiparin Róðin Biskopstø. Blaðið, sum manningin sleppur at seta seg við, sær næstan út, sum ein vanligur Sosialur. Tað verður prent- að út í somu stødd, sum vanliga blaðið, við mynd- um, lýsingum og øðrum. Av og á prenta teir blaðið út í litum eisini, men litprintar- an, teir hava í løtuni, er ar- beiðir nakað seint, so oftast endar tað heldur við eini svart/hvítari útgávu. - Tað skal helst ganga skjótt fyri seg, tí tá klokkan nærkast trý, byrja teir at spyrja eftir blaðnum. Vit eru jú 32 mans, sum skulu deilast um eitt blað. So tað ræður um at halda seg framat, tá tú hevur frívakt og møguleika fyri at seta teg við blaðnum eina løtu, sigur Róðin, sum heldur, at hetta við at fáa føroysku bløðini umborð er eitt sera stórt framstig fyri lang- fararskipini. Stevnur og fótbóltur Nú stevnurnar seta sín dám á summarið, leitar hugurin hjá manningini sær, sum vera man, ofta heim. Myndafrásøgnirnar í blað- num verða granskaðar gjølla, og serliga forvitnis- ligt var tað hjá manningini at fáa Norðoyastevnu Sosialin í hondina, har høvuðssøgan tann dagin snúði seg um ein av teirra skipsfelagum, sum júst var vorðin pápi. Ein stórur partur av manningini við Skálabergi hendan túrin eru norðoyingar, og tí var eisini rættur stevnudámur um- borð á Norðoyastevnu, tá kokkurin borðreiddi við steiktari dunnu til døgurða og stóra kalda borðinum til nátturða. Manningin letur annars avbera væl at kokkinum, sum eisini altíð er fúsur at gera okkurt forkunnugt burturúr, tá høvið býðst. Er landsdystur á skránni í sjónvarpinum, fylgir sum oftast onkur serliga góður matur afturvið, og tað kann vera ringt at standa móti freistingini. - Jú, eg má viðganga, at vit hava ein trupulleika umborð. Ein luksustrupul- leika, má man siga, tí fleiri er farnir at gremja seg um, at tað er blivið í so møti- mikið at halda vektini, síð- ani vit løgdu frá landi, flennir skiparin. Annars hevði veðrið ver- ið óvanliga gott hendan túrin. Menn ganga í stuttum buksum og njóta sólina og hitan, og ein hevur enntá riggað sær eina heingi- koyggju úti á dekkinum, har hann tørnar inn, tí alt ov er á kamarinum. So eisini summarið er komið fyrr til manningina umborð á Skálabergi enn her heima. Skálaberg í Irmingarhavinum: Sosialurin kemur væl við - Enn er besta kongafiska- tíðin eftir, so vit vóna at hava fylt skipið til Ólavsøku, sigur Róðin Biskopstø, skipari á Skálabergi Tað var rættiliga forvitnisligt hjá manningini á Skálabergi at lesa høvuðssøguna í NorðyastevnuSosialinum um teirra skipsfelaga, sum var vorðin pápi Sosialurin er farin í umfar og hesa løtuna átti kokkuruin tørn at frætta tíðindi heimanífrá