fríggjadagur 17. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 17. juni 2005
9
Eingin royndarsmakkari
Hóast søgur eru farn-
ar at ganga um, at
kongsfamiljan hevur
ein sonevndan roynd-
arsmakkara við sær,
sum skal royna allan
matin, áðrenn tey
fara at eta, avsannar
løgmansskrivstovan
hesi tíðindi
HOFF STOFF
Eydna@sosialurin.fo
Serliga í gomlum døgum
var siðvenja, at tey konga-
ligu ikki ótu, fyrr enn ein
royndarsmakkari
hevði
fingið sær av øllum matin-
um.
Ósannindi
Og nú eru eisini søgur farn-
ar at ganga, um ein roynd-
arsmakkara, sum skal vera
sendur til landið av danska
kongshúsinum,
fyri
at
tryggja, at allur matur og
allar matskráir eru í lagi.
Men hvørki ríkisumboð-
ið ella løgmansskrivstovan
vita
nakað
um
henda
royndarsmakkara.
Jórun Ludvig á løgmans-
skrivstovuni sigur, at hon
hevur sitið við øllum mat-
skráunum, og um nakar
royndarsmakkari var, so
hevði hon vitað tað.
– Hatta má vera ein slat-
urssøga, tí tað er heilt víst,
at eingin royndarsmakkari
kemur við, staðfestir hon.
Mest føroyskur matur
Tey kongaligu skulu til
tveir
stórar
døgverðar
ímeðan tey eru her.
Annar verður í Norður-
landahúsinum mánadagin,
og hin verður í Trongisvági
týsdagin.
Harumframt
skulu tey fýra ferðir eta
lættari máltíðir um mid-
dagleitið.
Jórun sigur, at tað er eitt
stórt arbeiði at samskipa
allar máltíðirnar.
– Tað eru í høvuðsheitum
vertirnir, sum gera av hvør
matskráin verður, men tað
verður gjørt í samráð við
meg og við kongshúsið. Eg
royni m.a. at samskipa tað
so, at tey ikki fáa sama mat-
in allastaðani. Tá so mat-
skráirnar eru lidnar, verða
tær sendar til Danmarkar til
góðkenningar, greiðir Jór-
un Ludvig frá.
Hon sigur, at tað er sumt,
sum tey kongaligu ikki
vilja hava til matna, millum
annað etur drotningin ikki
lambskjøt, so lamb verður
ongantíð á matarskránni.
Og møguliga hava tey
eisini onkur ynski, sum
Jórun roynir at ganga á
møti og flætta inn í mat-
skráirnar.
Jórun sigur tó, at vertirnir
í høvuðsheitum hava valt at
seta
føroyskan
mat
á
skránna.
– Fyri tað allarmesta fær
kongshúsið føroyskan mat.
Men tað verður ikki hetta
heilt serføroyska. Til dømis
verður einki ræst á borðin-
um, greiðir Jórun frá.
– Tað verður nógvur mat-
ur úr havinum. Nógvur
fiskur, krabbi og jákup-
skeljar, men tey fáa eisini
fugl, t.d. lunda, sigur Jórun.
So Hennara Kongaliga
hátign Mary sleppur at
royna føroyska matin, uttan
tó at fáa ilt í búkin.
Hotellini á odda
Á stóra galladøgverðanum,
sum verður í Norðurlanda-
húsinum mánadagin, tá
løgmaður er vertur, verður
tað Hotel Føroyar, ið stend-
ur fyri matinum.
Og á galladøgverðanum í
Trongisvági kemur maturin
eisini úr Havn, nevniliga av
Hotel Hafnia.
Spurd, um servitrisur og
hjálparfólk annars vera
vanlig, lokal fólk, ella um
tað eru serlig krøv til
starvsfólkið undir døgverð-
unum, svarar Jórun, at tað
fyri tað mesta vera lokal
fólk, ið fara at servera og
hjálpa til.
– Í Trongisvági, veit eg,
at tey saman við matinum
eisini fáa tveir høvuðstæn-
arar, sum líkasum skulu
halda skil á og leggja lag á,
tí tað skal jú vera ein ávísur
høgur strandardur, tá tað er
drotningin, ið er til borðs,
sigur Jórun Ludvig á løg-
mansskrivstovuni at enda.
13 fáa
ordan
frá
drotn-
ingini
Ordanir verða van-
liga givnir lands-
stýrisfólki, býráðs-
formonnum og
fólki annars, ið rík-
isumboðið metir
hava havt týdning
fyri landið og sam-
felagið
HOFF STOFF
Eydna@sosialurin.fo
Drotning
Margretha
hevur ikki nógvar upp-
gávur, tá hon kemur til
Føroya, men eitt er tó
álagt henni. Hon skal
nevniliga geva nøkrum
útvaldum føroyingum
ordanir.
Ríkisumboðið velur
nøkur fólk út, sum verða
mett at hava serligan
týdning fyri Føroyar.
Tað eru sum oftast
landsstýrismenn
ella
vinnulívsfólk, ið hava
sett okkurt serligt í
gongd.
Umborð á
Dannebrog
Ímeðan krúnprinsaparið
fer ein túr í Havnar
kirkju og á Margarin-
fabrikkina at hyggja seg
um, fer drotningin aftur
umborð á kongaskipið
saman við teimum, sum
ríkisumboðið hevur valt
skulu fáa ordan hesu-
ferð.
Ríkisumboðið vil ikki
avdúka hvørji fólk fáa
heiðurin
mánadagin,
men sagt verður, at tey
vera 13 í tali.
Hóast leysasøgur vilja vera við, at tey kongaligu hava ein royndarsmakkara við sær, sum skal royna allan matin,áðrenn tey
kongaligu kunnu fáa sær, so avsannar løgmasskrivstovan tíðindini. – Hetta er ein slaturssøga, verður sagt. Maturin, tey fáa í
Føroyum, verður í høvuðsheitum føroyskur matur úr sjónum
Mánadagin fara 13 før-
oyingar at hitta Mar-
grethu drotning, tá hon
fer at handa teimum ym-
iskar ordanir
Arbeiðið við at merkja
og strika upp føroysku
vegirnar gongur best,
tá turt og heitt er
VEGAGERÐ
Asfaltering: Hetta er tíðin
tá menn hjá Landsverki
leggja asfalt á føroysku
landsvegirnar.
Og
eftir
asfaltið skulu vegirnir eis-
ini merkjast.
Hesa vikuna eru teir í
Suðuroy og í Norðoyggjum
í hesum ørindum, og í
komandi viku verður farið
til Sandoynna at merkja
vegirnar í oynni og við
ferjuleguna í Skopun.
Í
hesum
arbeiðinum
spælir veðrið ein avgerandi
leiklut. Er veðrið turt og
lýðka er í luftini, gongur
tað við strúkandi ferð.
Arbeitt verður eisini um
náttina, tá ferðslan er minst,
men annars verður arbeitt
um dagin.
Fýra mans eru í hesum
arbeiðinum hjá Landsverki.
Teirra arbeiði kann býtast í
trý. Í fyrsta lagi er tað at
strika og merkja vegirnar, í
øðrum
lagi
at
leggja
hávatenn, og í triðja lagi at
gera gonguteigar.
sb.
Teir merkja vegin
Ein gonguteigur skal gerast við Hvítanesvegin í Hoyvík
Mynd: Landsverk