Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 113 - 17. juni 2005 Nú drotninga- og krúnprinsavitjanin stóð fyri durum bjóðaði landsstýrið eyka nógvum fjølmiðlafólkum hendavegin. Ikki bara donsk fjølmiðlafólk koma, men eisini fólk úr øðrum londum. Hetta er óivað gjørt fyri at varpa eitt jaligt ljós á Førpyar og ta fólk, sum búleikast her. Átakið er partvíst eydnast, tí fleiri fjølmiðlafólk koma við hesuferð. Orsøkirnar kunnu vera fleiri: Ein er at fáa Føroyar í tilvitanina hjá útlendinum sum heild. Ein onnur kann vera at fáa útlendingar at hugsa um útflutn- ingsvøruna, fiskin, sum veksur upp og etur seg feitan í havsins reinasta havumhvørvi. Og ein triða kann vera at fáa eyguni upp fyri, at Føroyar eru kanska eitt spennandi land at ferðast í. Nú kenna vit ikki skránna fyri útlendsku fjølmiðla- fólkini út í æsir, men við at hyggja at almennu skránni fyri ta fínu vitjanina, so er ikki nógv, sum bendir á, at vit royna at "selja" Føroyar sum fiskaút- flytari ella ferðavinnuland. Sambært skránni vitja hvørki drotningahjúnini ella krúnprinsahjúnini eitt fiskavirki. Hví ikki vitjð eitt av fremstu fiskavirkjum okkara, har feskur fiskur varð skorin til flak at flyta út niður- køldur til evropeisku býirnar. Á einum slíkum virki hevði eisini borið til hjá serkønum, t.d. einum um- hvørvisfrøðingi ella einum náttúrufrøðingini, at greitt frá tí reina havumhvørvinum og hvussu sunn- ur fiskur er at eta. Seinastu árini hava almennu Føroyar lagt dent á at menna føroyska ferðavinnu. Hóast vit altíð kunnu seta spurnartekin við, hvussu hetta er eydnast, kunnu vit óivað semjast um, at talan er um eina menning, og at ferðavinnan kann gerast eitt alter- nativ - hóast kanska lítið - til høvuðsvinnuna. Sjálvandi kann vitjanin í sjálvum sær skapa áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland, men verður gjørt nakað fyri at vísa á serligu viðurskiftini, sum gera Føroyar til eitt spennandi ferðaland? Eitt ferðavinnumál, sum er øðrvísi enn strendurnar við Miðalhavi, Norðkappin í Noregi ella Geysir og ísurin í Íslandi! Vit seta spurnartekin. Skráin fyri vitjanina er eftir flestra manna tykki rættiliga einstáttað: ellisheim, dagstovnar, søvn og gamlir bygningar! Tað er áhugavert, sumt er vakurt, forkunnugt og spennandi. Men vísa hetta Føroyar í dag - í hesi tíð við altjóðagerð - og fer skráin at varpa ljós á einar framkomnar Føroyar, sum vilja teljast millum hini framkomnu evropeisku londini? Partvíst - men avgjørt ikki nóg væl, og vit kundu óivað fingið væl meira burtur úr, um skráin var eitt sindur meira fjøltáttað. DAGSINS MEINING Sosialurin VITJANIN - hvar er vinnuliga íkastið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Føroya Tele heldur sundalagsfólk fyri rukku Alment klaga telefonhald F.T. & Kall Jón Ellendersen, Oyrarbakki Illa hevur útvarp og sjón- varp altíð rigga í Sunda- lagnum, men nú haldi eg tað ber av. Ikki minst tí, at stjórin í Föroya Tele í sjón- varpi hevur reypað um hvussu góða tænastu teir veita Föroya fólki og hvussu framkomið Föroya Tele er. Jú, gamaní, tá alt fer til menning av heima- síðum, GPS, GPRS, Flags og hvat alt eitur og til ein stóran, dýran bygning. Men tað fær alt fólkið altso ikki gagn av. Kanska skuldu vit sunda- lagsfólk hvört um annað fari suður til Sólslottið og notið okkum ein góðan kaffimunn, sloppið at surfa á alnótini, tosa við allan heimin í telefon, bæði fast- neti og fartelefon, hugt í alskyns sjónvarp og jolla okkum í teimum feitu stjórastólunum. Men hetta hevði bert verið eitt neyð- plástur uppá sárið. Men hvat er so galið? Alt, burdi eg sagt og so undirskrivað brævið, slutt, punktum. Men tað er ikki langt frá, at alt er galið, og tí havi eg, eins og eini 900 aðrir föroyingar ilt við at skilja, hví vit skulu gjalda Útvarps og Sjónvarpsgjald. Tað riggar so mikið illa, at tað er rætt og slætt tjóvarí tá vit skulu gjalda tað sama sum fólk í Havn, tí vit fáa bert 25%, ja, viðhvört bert 15% av tí tænastu, havnar- fólk fáa. Men, hóast ótelj- andi lesarabröv og mót- mæli hiðani úr Sundalagn- um, so heldur stjórin í För- oya Tele áfram at reypa hvussu fantastiska fram- komið Föroya Tele er og samstundis koma við fják- utum undanförslum fyri at vit hava heimsins dýrasta breiðbandssamband. Harra telefonverksstjóri: Nú er tíðin komin at syrgja fyri, at fólk í Sundalagnum fáa somu tænastu frá Föroya Tele sum störsti parturin av landinum fær. Vit eru troytt av at verða hildin fyri spott av tær, tí tað er hóast alt tú, sum hevur evstu ábyrgdina! Hvört tú so hevur hug at skumpa hana yvir á Bjarna Djurholm, er tín sök. Men eg ætli mær so ikki at gjalda hvörki Sjónvarps- ella Útvarpsgjald framyvir fyrr enn Föroya Tele hevur syrgt fyri at rætta henda skeivleika, sum nú hevur vart í minst 35 ár. Hans Birgir Hansen Eg vil alment klaga mis- nýtslu telefonhald telefon- felagar F.T. & Kall í ikki hava loyvi at misnýta slík telefonhald á bygd og bý, tá talan er um fastnet, kort og fartelefonir. F.T. & Kall eru ikki nøkt- andi telefyritøkur, tá tú ikki fær ídag upplýst hvør ring- ir til ein í skal ganga gjøgn- um løgregluna, til fúta- skrivstovu, í skal fáa fatur í telefonfelagar. Eg vil tí alment klaga F.T. & Kall, vegna øll tey dul- nevndu, við loyni telefon- um, í ikki hava rætt at ringja og fremja slíkt í av- dúka seg, hava eitt sjúkt høvd, á bygd og bý. Eg havi ikki tí at stríðast framhaldandi við slík og fyritøkur, stovnar, verkir, virkir, myndugleikar, vøld- ir, í Havnini, eg alment vil klaga og vegna grova dis- kriminatión ídag. Tað hevði alt havt tillaga seg ørðvísi høvdi øll etabl- eraðu viðurskiftir/ tæn- astuveitingar/ verði nøkt- andi/ tí tá vildi ein havt spart hópin av peningi, tí, orku, ómaksarbeiði. Eg hevði fingið trupul- leikar hevði ein t.d. spart sær mio kr. at skipað og reka egnu fyritøku, tá var ein nógv góður hjá hjálpar- felagsskapunum umboða tey vælbjargaðu. Alt er so ódemokratiskt skipað innan øll tey ein dagliga stríðist við, í ikki duga nýta høvdið og um- hugsni í tí dagliga hyggur tú at øllum omanfyri. Palli- ba & Marsonnu. Tað verður frægari tá ein fær IP -telefon og kan koma at samskifta bíligari við umheimin gjøgnum heimatelduna, enn far- telefonir F.T. & Kall, í eg havi goldi hópin pening.