Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 17. juni 2005 11 Føroysk arbeiðsfólk fingið knívin á barkan Arbeiðarafeløgini ætla ikki at lata tað ganga uttan víðari, at føroyingar stovna flakavirki í Lettlandi, sum skal arbeiða føroyskan fisk, sigur Hans Joensen, for- maður í Havnar Arbeiðsmannafelag FISKIVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo -– Hetta er ein álvarslig hóttan ímóti tilveruni hjá føroyskum arbeiðsfólki. Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafel- ag, heldur ógvuliga lítið um ætlanina at stovna flaka- virki í Lettlandi, sum eisini skal virka føroyskan fisk. Hann sigur, at hetta er at taka arbeiðið frá føroysku verkafjøldini og tað ætla fakfeløgini ikki at lata sær lynda uttan víðari. Nøkur Arbeiðarafeløg í Føroyum hava longu tosað saman um støðuna, men enn hava øll ikki verið saman. – Men tað er púra greitt, at hetta er eitt mál, sum ar- beiðarafeløgini fara at taka upp í fullum álvara. Kann ikki góðtakast Hans Joensen sigur, at at arbeiðarafeløgini fara at vísa sína stóru misnøgd við støðuna. – Vit fara at gera politik- arum okkara púra greitt, at hetta er ein gongd, sum vit ikki góðtaka. Hann vísir á, at her er tal- an um at virka føroyskan fisk á einum virki uttan- lands. Hvussu arbeiðarafeløgini fara at gera tað, dugur hann ikki at siga, fyrrenn feløg- ini hava viðgjørt støðuna saman. – Hetta er ein gongd, sum er rættiliga døpur fyri før- oysku verkafjøldina, sum arbeiðir á føroysku fiska- virkjunum. Hóast hetta hevur ligið í luftini longi, er virkið í Lettlandi fyrsta ítøkiliga tiltakið at flyta føroysk arbeiðspláss av landinum á hendan hátt. Sjálvur ivast Hans Joen- sen ikki í, at verða ikki stig tikin at forða hesi gongd, fara enn fleiri vinnulívsfólk atflyta virksemið í lág- lønarlond. Hava ov lítið frammanundan Formaðurin í Havnar Ar- beiðsmannafelagsigur, at fiskurin undir Føroyum er ogn Føroya Fólks og polit- ikarar kunnu ikki góðtaka, at hann verður fluttur á virki uttanlands at verða virkaður. – Tað er í lagi, at vinnu- lívsfólk gera íløgur uttan- lands. Men tað kann ikki góðtakast, at tað skal vera við føroyskari rávøru. Serliga álvarsligt er hetta, tá ið føroysku virkini hava ov lítið arbeiði framman- undan. – Høvdu virkin í Føroy- um havt nóg mikið av fiski og hevði tað borið til hjá arbeiðsleysum fiskafólkum at fingið arbeiði í øðrum vinnum,var støðan øðrvísi. Men hvørgin av hesum treytunum eru uppfyltar og tí er støðan álvarslig. Hans Joensen ásannar, at í londum rundanum okk- um, er tað vanligt, at ar- beiðspláss verða flutt utt- anlands. Men fyri tað skulu vit í Føroyum ikki góðtaka tað. – Vit hava politikarar, sum eru valdir at vísa samfel- agssinni og tað eiga teir eis- ini at gera. Hann sigur, at politikarar eiga at bera so í bandi at tað er nóg mikið av arbeiði á føroysku virkjunum, áðr- enn vit fara at flyta okkara rávøru av landinum. Hvussu hetta skal vera, veit Hans Joensen ikki. – Men vit hoyra aftur og aftur, at føroyska flakavinn- an hevur ikki flutt seg úr stað seinastu 30 árini. Ein má ti kundi verið at allir partar settust saman at við- gera, hvussu vit kunnu menna vinnuna fyri at varð- veita rávøruna í landinum, áðrenn vit fara at hugsa um at útflyta arbeiðsplássini. Meiri átrokandi enn nakrantíð Sjálvur hevur hann í eini tvey ár roynt at fingið ílag trýpartasamráðingar ímill- um fakfeløg, arbeiðsgevar- ar og politikarar um støð- una á Arbeiðsmarknaðin- um. Tá ávaraði eg um at fiskivinnan á landi fór á gravarbakkan. – Enn er onki hent, tí ongin vil tosa um nakað- og nú standa vit við skeggin- um í postkassanum. Tí heldur Hans Joensen, at trýpartasamráðingarnar eru meiri átrokandi enn nakrantíð. – Nú er útflytingin av arbeiðsplássum byrjað og tí er meiri neyðugt enn nakr- antíð, at vit øll seta okkum at tosa saman, sigur Hans Joensen. Skúla- orkestur í kongaligari venjing Klokkan 14 sunnu- dagin fara Vágs Skúlaorkestur og Suðurættin at hava konsert í skúlanum í Sumba. Hetta er úr- slit av venjingini, ið verður alt vikuskift- ið, tí í komandi viku skulu ungu tónleik- ararnir nevniliga spæla til kongaliga vitjan og til jóan- søkuhald TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Suðurættin og Vágs Skúlaorkestur fara á fel- ags venjingarlegu um vikuskiftið í skúlanum í Sumba. Klokkan 14 sunnudagin verður al- menn konsert, har úrslitið eftir drúgvu venjingina verður at hoyra. Næmingar og lærarar í hesum bólkunum gleða seg til komandi vikuna. Spælast skal, tá Suður- oyggin fær kongaliga vitjan fyrst í komandi viku. Og sjálvandi er hetta nakað, ið kann fáa sjálvt tann royndasta blásaran at missa luftina, men næmingarnir eru spentir og gleða seg til avbjóðingina. Og komandi vikan hev- ur meira at bjóða, tí á jóansøku eru eisini boð eftir ungu tónleikarunum. Umstøðurnar til venjing og konsert eru av teim bestu í nýggju hølunum í umvælda og útbygda skúlanum í Sumba. Talan er nú um sera stásilig høli, ið veruliga eru góðir karmar um skúla og tiltøk av ymsum slag. Og klokkan 14 sunnu- dagin er tað hornblástur, sum er á skránni og øll eru vælkomin siga Ulf Nordlund og Oddur Hentze, ið leiða ávíkavíst Vágs Skúlaorkestur og Suðurættina, sum til ser- støku uppgávurnar í næstum leggja felags skrá. Hósmorgunin klokk- an 10 kom sluppin Johanna TG 326 aftur á Vág, eftir at hava verið søguligan túr. Nógv fólk tók ímóti á bryggjuni SLUPPTÍÐINDI Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Hósmorguin klokan 10 kom Johanna TG 326 aftur á Vág, eftir at hava verið søguligan túr. 60 ár eru síðani seinni heimsbardagi endaði og gjørdi Johanna í hesum sambandi søguligan túr. Johanna sigldi vanda- sjógv øll krígsárini og leit- aði nú aftur á leiðirnar, sum tó nú eru heldur vanda- leysari. Fyrst fór Johanna til Ís- lands eftir einum tonsi av fiski, eins og gjørt var tá. Síðani gekk leiðin til Aber- deen at selja fiskin. Soleið- is skuldi túrurin minnast teir, ið sigldu vandasjógv stríðsárini og allar teir, ið fórust í hesi sigling. Tá Joahnna kom á Vág við manning, ið sang "Leið meg einaferð enn út á dekkið", var nógv fólk á bryggjuni. Óli Holm helt røðu, sálmar vóru sungnir og síðani varð farið niðan til Minnisvarðan at leggja krans. Skipari á ferðini var Hans Joensen, Hans í Líðini, sum er abbasonur Jakke í Líð, sum var ein av skiparunum, sum førdi Johannu TG 326 undir krígnum. Mangir av manniningi, ið annars kem- ur úr øllum Føroyum, eru gamlir sluppmenn og á manningarlistanum sæst, at tann elsti er føddur í 1920. Móttøkan hevur verið stór- fingin har Johanna er komin á hesi søguligu ferð og áhugin hevur verið stór- ur fyri ferðini. T.d. hava ís- lendskir sjónvarpsmenn fylgt ferðini og gera teir dokumentarfilm um slupp- ina og søguligu ferðina. Ferðin, ið hevur vart einar tvær vikur, hevur gingið væl, hóast sjaskveð- ur hevur verið av og á, men tá Johanna kom at bryggju hósmorgunin, skein sólin av tí fagrasta. Meira fæst at vita um ferðina við at leita sær á h e i m a s í ð u n a www.johanna.fo Forsølan til jóansøku- festivalin byrjað Forsølan av at- gongumerkjum til Jóansøkufestivalin er byrjað og pengar eru at spara, um ein ognar sær atgongu- merki í forsølu TÓNLEIKUR dagfinn@sosialurin.fo Nú ber til at ogna sær at- gongumerki til jóansøku- festivalin í forsølu. At- gongumerkini fáast á Stat- oilstøðum kring landið, á Flogvøllinum og á Kunn- ingarstovuni í Vági og í Tangabúðini á Tvøroyri. Nærri er eisini lýst á plak- ini, hvar keypast kann. Og pengar eru at spara við at keypa í forsølu, tí har kosta atgongumerkini 165 krónur, meðan tey kosta 200 krónur við dyrn- ar, sigar fyrireikararnir. Nú standa vit við skegginum í postkassanum, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag Aftur av søguligum túri